Avgerandi dysturin í smálandakappingini fyri landslið í talvi suðuri á Malta verður seinnapartin millum Føroyar og Monako.
Hesi liðini hava sum tey einastu vunnið allar fimm dystirnar í kappingini.
Fyrrapartin vunnu Føroyar 3½-½ á Malta í fimta umfari. Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og Luitjen Akselsson Apol vunnu, og Helgi Dam Ziska telvaði remis á 1. borði.
Round 5 on 2021/12/01 at 09:00 | ||||||||||||
Bo. | 3 |
|
Rtg | – | 10 |
|
Rtg | ½ :3½ | ||||
1.1 | CM |
|
2106 | – | GM |
|
2541 | ½ – ½ | ||||
1.2 | CM |
|
2141 | – | FM |
|
2386 | 0 – 1 | ||||
1.3 | CM |
|
1981 | – | IM |
|
2317 | 0 – 1 | ||||
1.4 |
|
1937 | – |
|
2111 | 0 – 1 |
Hini úrslitini í fimta umfari:
Jersey-Monako 1-3
Guernsey-Andorra 0-4
Luksemburg-Kyprós 1½-2½
Kvinnuúrvalslið – Liktinstein ½-2½ (eitt talv er ikki liðugt)
Topp-3:
1. Føroyar 10 dystarstig (16½ borðstig)
2. Monako 10 dystarstig (16 borðstig)
3. Kyprós 9 dystarstig (14½ borðstig)
Monako og Føroyar
Á liðnum hjá Monako eru tveir stórmeistarar. Bagheri og Efimov. Hvørgin er úr Monako. Bagheri er ættaður úr Iran, og er annar stórmeistarin haðani. Efimov hevur í fleiri ár umboðað Monako.
Føroyar hava sammettar við Monako hægri styrkital á trimum av fremstu fýra borðunum. Á øðrum borði stendur á jøvnum í rating. Høgni Egilstoft Nielsen hevur verið flúgvandi higartil, og hevur sum tann einasti av øllum í kappingini fult stigatal eftir fimm umfør. Hann telvar eisini fyri sínum triðja og síðsta normi til heitið sum altjóða talvmeistari. Vert er eisini at gáa eftir góða úrslitinum hjá einans 15 ára gamla Luitjen A. Apol.
Vit rokna við, at bæði liðini seta sínar topp-4 manningar til dystin, sum byrjar seinnapartin. Her eru hagtølini fyri toppliðini:
8. Monaco (RtgAvg:2248 / TB1: 8 / TB2: 13) Captain: Rapaire Jean-Michel | |||||||
Bo. | Name | Rtg | FED | FideID | Pts. | Games | |
1 | GM | Bagheri Amir | 2350 | MNC | 12500283 | 3,5 | 4,0 |
2 | GM | Efimov Igor | 2386 | MNC | 806404 | 3,5 | 4,0 |
3 | WGM | Dornbusch Tatiana | 2239 | MNC | 14107449 | 3,0 | 4,0 |
4 | FM | Van Hoolandt Patrick | 2017 | MNC | 200999 | 3,5 | 4,0 |
5 | Rapaire Jean-Michel | 1739 | MNC | 5400023 | 2,5 | 4,0 |
10. Faroe Islands (RtgAvg:2339 / TB1: 8 / TB2: 13) Captain: Rødgaard John | |||||||
Bo. | Name | Rtg | FED | FideID | Pts. | Games | |
1 | GM | Ziska Helgi Dam | 2541 | FAI | 7200595 | 4,0 | 5,0 |
2 | FM | Nielsen Høgni Egilstoft | 2386 | FAI | 7200404 | 5,0 | 5,0 |
3 | IM | Rødgaard John | 2317 | FAI | 7200013 | 2,5 | 3,0 |
4 | Apol Luitjen Akselsson | 2111 | FAI | 7202466 | 4,5 | 5,0 | |
5 | Nielsen Jón í Horni | 1876 | FAI | 7202105 | 0,5 | 2,0 |
Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen fyrireika seg til “finaludystin” móti Monako seinnapartin. Føroyar vunnu í morgun 3½-½ á vertunum Malta.