Vunnu 4-0

Tað endaði 4-0 til Føroyar, tá toppur og botnur møttust í sjeynda umfari í smálandakappingini í talvi á Malta.
 
Føroyar telvaðu í dag móti einum kvinnuliði, sum loysir av San Marino, ið gav avboð til kappingina. Hesar, ið rópa seg ESNA Woman, eru ikki mentar at standa seg í kappingini, og tí var eingin bilsin, at allar fýra taptu fyri oddaliðnum. 
 
Helgi Dam Ziska tók sær ein frídag í dag. Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard, Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsen vunnu allir. Hetta man vera fyrsta ferðin, at tveir tannáringar eru á føroyska talvlandsliðnum í senn. Luitjen og Jón eru ávikavist 15 og 16 ára gamlir.
 
 
 
 
 
Round 7 on 2021/12/02 at 15:00
Bo. 4
 
  ESNA Women
Rtg 10
 
  Faroe Islands
Rtg 0 : 4
1.1  
 
Ioannides Liu, Alice
1302 FM
 
Nielsen, Høgni Egilstoft
2386 0 – 1
1.2  
 
Mazkevich, Elena
1696 IM
 
Rødgaard, John
2317 0 – 1
1.3 WIM
 
Dubois, Martine
1752  
 
Apol, Luitjen Akselsson
2111 0 – 1
1.4 WFM
 
Farrugia, Jamie
1566  
 
Nielsen, Jón í Horni
1876 0 – 1
Hini úrslitini í dag:
 
Monako – Kýprós 2-2
Jersey – Andorra 1½-2½
Guernsey – Malta 1-3
Luksemburg – Liktinstein 3½-½
 
 

Støðan í smálandakappingini fyri næstsíðsta umfar 3/12:

Rk.   Team 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10  TB1   TB2   TB3   TB4 
1
 
Faroe Islands  *    4   3 4 14 23,0 0 272,5
2
 
Cyprus    *  2   2 4 12 20,0 0 201,0
3
 
Monaco 2  *    3   3 4 11 19,5 0 222,3
4
 
Andorra      *  2 2 4 3 4 10 19,0 0 189,3
5
 
Luxembourg 0 1 2  *    4 4   7 16,0 0 184,8
6
 
Malta ½ 2    *  3 2   6 14,0 0 166,8
7
 
Guernsey   2 ½ 0 0 1  *  3 3   5 9,5 0 111,8
8
 
Liechtenstein 1 ½   1 ½ 2 1  *    3 9,5 0 108,0
9
 
Jersey ½ ½ 1 0   1    *  2 1 6,5 0 85,0
10
 
ESNA Women 0 0 0 0   ½   ½ 2  *  1 3,0 0 24,8
Aftur toppdystur
 
Kýprós hevur tikið øll á bóli. Teir hava ikki verið so frammarlaga í hesum kappingum sum nú, og spenningurin er tí stórur til oddabrakið millum Føroyar og Kýprós í morgin fríggjadagin.
 
Føroyar hava fult stigatal, 14 dystarstig (tvey stig fyri vunnan dyst og eitt fyri javnleik). Kýprós hevur 12 stig fyri fimm sigrar og tveir javnleikir – móti Monako í dag og Guernsey fyrr í kappingini. Føroyar hava 23 borðstig, Kýprós 20.
 
Vinna Føroyar á Kýprós, hava føroyingar samstundis vunnið kappingina, sama hvussu úrslitini laga seg í síðsta umfari leygardagin.
 
Føroyar fara uttan iva at manna seg við sínum fýra fremstu telvarum – Helgi, Høgni, John og Luitjen. Allir hava hægri styrkital enn mótstøðumenninir. Men havast skal í huga, at kýprarnir hava avrikað munandi betri, enn styrkitølini kundu bent á. Tríggir av teimum fremstu fýra hjá Kýprós eru ósigraðir í kappingini. 
 
Niðanfyri síggjast hagtølini fyri bæði oddaliðini undan endaligu finaluni, sum byrjar klokkan 15:00 í morgin fríggjadagin.
 
 
Bo.   Name Rtg FED FideID 1 2 3 4 5 6 7 8 9 Pts. Games RtgAvg n w we w-we K rtg+/-
1 GM Ziska Helgi Dam 2541 FAI 7200595 ½ 1 1 1 ½ 1       5,0 6 2244 6 5 4,88 0,12 10 1,2
2 FM Nielsen Høgni Egilstoft 2386 FAI 7200404 1 1 1 1 1 ½ 1     6,5 7 2059 7 6,5 5,22 1,28 10 12,8
3 IM Rødgaard John 2317 FAI 7200013 ½ 1     1 ½ 1     4,0 5 2045 5 4 3,83 0,17 20 3,4
4   Apol Luitjen Akselsson 2111 FAI 7202466 ½ 1 1 1 1 ½ 1     6,0 7 1963 7 6 4,79 1,21 40 48,4
5   Nielsen Jón í Horni 1876 FAI 7202105     0 ½     1     1,5 3 1508 2 1 1,25 -0,25 40 -10,0
 
  2. Cyprus (RtgAvg:2161, Captain: Klerides Paris / TB1: 12 / TB2: 20)
Bo.   Name Rtg FED FideID 1 2 3 4 5 6 7 8 9 Pts. Games RtgAvg n w we w-we K rtg+/-
1 CM Michaelides Konstantinos 2292 CYP 5901871 ½ 1 1 ½ ½ 1 ½     5,0 7 2118 7 5 4,86 0,14 20 2,8
2 CM Damianou Ioannis 2130 CYP 5902355 1 ½ 1   0 1 ½     4,0 6 2053 6 4 3,46 0,54 40 21,6
3   Isaakidis Alexandros 2147 CYP 5903076 1 1 1 ½ 1   ½     5,0 6 2005 6 5 4,02 0,98 20 19,6
4 FM Klerides Paris 2075 CYP 5900158 1   1 ½ 1 1 ½     5,0 6 1920 6 5 3,99 1,01 20 20,2
5   Florentiades Michalis 1996 CYP 5900379   0   ½   ½       1,0 3 1590 2 0,5 1,29 -0,79 20 -15,8

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …