Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Føroyar vunnu

Føroyar vunnu

Føroyska talvlandsliðið vann í kvøld 2½-1½ á Monako í týðandi toppdysti í smálandakappingini í talvi suðuri á Malta.
 
Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska tryggjaði sigurin við sigri á 1. borði móti stórmeistarnum Amir Bagheri. Á hinum trimum borðunum endaði javnt. 

Føroyar hava vunnið allar seks dystirnir í kappingini higartil. Trý umfør eru nú eftir – og ein toppdystur aftrat. 
 
Kýprós hevur heldur óvæntað lagt seg út í toppstríðið við fimm sigrum og einum javnleiki. Føroyar og Kýpros telva fríggjadagin. Í morgin er dystur móti einum kvinnuúrvalsliði, sum er aftast í kappingini. Kvinnurnar loysa av San Marino, sum gav avboð. Í síðsta umfari leygardagin telva Føroyar og Guernsey. Føroyska landsliðið miðar nú eftir at vinna allar dystirnar.
 
Helgi Dam Ziska skrivar soleiðis av Malta í kvøld um dystin móti Monako:
 
Dysturin ímóti Monako gekk eftir bókini. Høgni tók ein skjótan javnleik við svørtum, eins og vit høvdu tosað um undan dystinum. Stutt eftir tók Luitjen eisini javnt, somuleiðis við svørtum. Tá var støðan á hinum borðunum tann, at bæði John og eg høvdu fingið tryggan fyrimun við hvíta fólkinum. Vit telvaðu báðir at kalla um tvey úrslit – sigur ella javnleik – sum er ein ynskistøða, tá ið man telvar liðkapping. Eg vann mítt talv rímiliga greitt, og so tryggjaði John dystarsigurin við remis í sínum talvi.
 
 
Round 6 on 2021/12/01 at 15:30
Bo. 10
 
  Faroe Islands
Rtg 8
 
  Monaco
Rtg 2½:1½
1.1 GM
 
Ziska, Helgi Dam
2541 GM
 
Bagheri, Amir
2350 1 – 0
1.2 FM
 
Nielsen, Høgni Egilstoft
2386 GM
 
Efimov, Igor
2386 ½ – ½
1.3 IM
 
Rødgaard, John
2317 WGM
 
Dornbusch, Tatiana
2239 ½ – ½
1.4  
 
Apol, Luitjen Akselsson
2111 FM
 
Van Hoolandt, Patrick
2017 ½ – ½
 
Hini úrslitini í sætta umfari:
 
Kýprós – Jersey 3½-½
Andorra – Luksemburg 2-2
Liktinstein – Guernsey 1-3
Malta – Kvinnuúrvalslið 3½-½
 
 

Støðan í smálandakappingini

Rk.   Team 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10  TB1   TB2   TB3   TB4 
1
 
Faroe Islands  *    4   3   12 19,0 0 218,0
2
 
Cyprus    *      2 4 11 18,0 0 136,8
3
 
Monaco    *    3   3 4 10 17,5 0 150,3
4
 
Andorra      *  2 4 2 3   4 8 16,5 0 148,5
5
 
Luxembourg 0 1 2  *  4     4   5 12,5 0 131,5
6
 
Guernsey   2 ½ 0 0  *    3 3   5 8,5 0 86,8
7
 
Malta ½ 2      *  2   4 11,0 0 124,3
8
 
Liechtenstein 1 ½   1   1 2  *    3 9,0 0 85,5
9
 
Jersey ½ ½ 1   0 1      *  2 1 5,0 0 50,5
10
 
ESNA Women   0 0 0     ½ ½ 2  *  1 3,0 0 20,0
 
Nýggjar tíðir! Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska – um nakar kennir! Korona-krøvini eru strong á Malta. Telvararnir verða dagliga kannaðir og sita við munnbindi undir dysti.

Sí eisini

Úttøka til NM fyri børn og ung

Sunnudagin 1. desember bleiv telvað um føroyameistaraheitið fyri børn og ung í Stranda skúla. Samstundis …