Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Finala í NM-úttøkukappingini

Finala í NM-úttøkukappingini

Finalan til Norðurlandameistaraskapið í talvi fyri børn og ung verður leygardagin 11. desember kl. 11.00 í Skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík. Telvað verða 7 umfør við tíðini 10 min. + 5 sek. hvønn leik. Tillagingar kunnu verða gjørdar.

Kappast verður í fimm aldursbólkum, og tvey tey bestu sleppa við til NM fyri børn og ung, sum verður í Svøríki í februar 2022.

Bólkarnir eru:

  • Bólkur A, telvarar føddir í 2002 til 2004
  • Bólkur B, telvarar føddir í 2005 og 2006
  • Bólkur C, telvarar føddir í 2007 og 2008 – eingin tilmelding
  • Bólkur D, telvarar føddir í 2009 og 2010 – eingin tilmelding
  • Bólkur E, telvarar føddir í 2011 ella seinni – eingin tilmelding

 

GG: Í C-, D- og E-bólkinum hava telvarar longu vunnið sær pláss í undankappingini, sum var í november, so hesir bólkarnir eru stongdir. Eingin undankapping hevur verið í A- og B-bólkinum, so her er opin tilmelding.

 

Tilmelding í seinasta lagi fríggjadagin 10. desember kl. 12.00 við at senda teldupost til: kappingarleidarin@faroechess.com ella sms 740400

 

COVID-19: Bólkarnir telva í hvør sínari skúlastovu fyri at avmarka samband við hvør annan. Telvarar 12 ár og eldri skulu vísa koronupass, koppsetingarkort, negativa test ella váttan um fyrrverandi sjúku. Telvarar, ið hava sjúkueyðkenni, eiga ikki at telva.

Ynskiligt er, at áskoðaratalið er avmarkað mest møguligt, og kravið um koronupass er eisini galdandi fyri áskoðararnar.

 

Sí eisini

NM fyri gentir – gott hál seinastu umførini

Sunnudagin endaði NM kappingin fyri gentir, og seinastu tvey umførini fingu okkara gentir góða úrtøku, …