Føroyska talvlandsliðið vann eisini dystin í triðja umfari í smálandakappingini í talvi á Malta seinnapartin. Dysturin móti Liktinstein endaði 3-1 til Føroyar.
Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol vunnu á fyrstu trimum borðunum. Jón í Horni Nielsen tapti á fjórða borði í sínum fyrsta landsdysti. John Rødgaard hevði frí.
Fyrr í dag vunnu Føroyar stórsigur 4-0 á Luksemburg.
Her sæst føroyska talvlandsliðið, sum vann smálandakappingina í Andorra í 2017. F.v. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard. Føroyar stevna móti nýggjum sigri suðuri á Malta, men enn eru dystir eftir móti báðum oddaliðunum.
Bo. | 2 |
|
Rtg | – | 10 |
|
Rtg | 1 : 3 | ||||
1.1 | FM |
|
2142 | – | GM |
|
2541 | 0 – 1 | ||||
1.2 | FM |
|
1979 | – | FM |
|
2386 | 0 – 1 | ||||
1.3 |
|
1944 | – |
|
2111 | 0 – 1 | ||||||
1.4 |
|
1958 | – |
|
1876 | 1 – 0 |
Trý oddalið
Føroyar hava fingið góða byrjan við trimum sigrum á rað. Vit hava longu vunnið á dyggastu kappingarneytunum, Andorra og Luksemburg, sum eru styrkismett nummar tvey og trý.
Tvey onnur lið hava eisini vunnið fyrstu tríggjar dystirnar. Hesi eru Monako og Kýprós, men tey hava havt heldur lættari mótstøðu enn Føroyar í fyrstu umførunum. Øll liðini hava seks dystarstig fyri tríggjar sigrar, men Monako og Kýprós hava 10 borðstig og Føroyar 9½.
Vinna Føroyar á hinum oddaliðunum, er sigurin í kappingini so gott sum tryggjaður. Føroyar telva móti Monako í seinna dystinum mikudagin 1. desember, og dysturin móti Kýprós verður fríggjadagin 3. desember.
Í fjórða umfari í morgin telva Føroyar móti Jersey.
Støðan eftir fýra umfør
Rk. | Team | 1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | 7 | 8 | 9 | 10 | TB1 | TB2 | TB3 | TB4 | |
1 |
|
Monaco | * | 3½ | 2½ | 4 | 6 | 10,0 | 0 | 32,8 | ||||||
2 |
|
Cyprus | * | 2½ | 4 | 3½ | 6 | 10,0 | 0 | 29,3 | ||||||
3 |
|
Faroe Islands | * | 4 | 2½ | 3 | 6 | 9,5 | 0 | 55,8 | ||||||
4 |
|
Luxembourg | 0 | * | 4 | 4 | 4 | 8,0 | 0 | 26,0 | ||||||
5 |
|
Andorra | 1½ | * | 2 | 3 | 3 | 6,5 | 0 | 31,8 | ||||||
6 |
|
Guernsey | ½ | 0 | * | 3 | 2 | 3,5 | 0 | 14,0 | ||||||
7 |
|
Malta | 1½ | 1½ | 2 | * | 1 | 5,0 | 0 | 43,0 | ||||||
8 |
|
Jersey | 0 | 1 | * | 2 | 1 | 3,0 | 0 | 7,5 | ||||||
9 |
|
ESNA Women | 0 | 0 | 2 | * | 1 | 2,0 | 0 | 6,0 | ||||||
10 |
|
Liechtenstein | ½ | 1 | 1 | * | 0 | 2,5 | 0 | 21,0 |