Í vetur var unglingaliðkappingin sett á skrá aftur fyri fyrstu ferð í fleiri ár. Tað er einki at ivast í, at um telvingin í Føroyum framhaldandi skal mennast, so mugu ungar kreftir setast við, og tí er gleðiligt at síggja so góða umboðan og luttøku í ár.
Les meira »Snarkapping í Runavík
9’inda og næstsíðsta GP-kapping verður telvað í skúlanum við Løkin leygardagin. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.
Les meira »Helgi vann søguligt talv
Í dag settust tveir stórmeistarar yvirav hvør øðrum í einum dysti millum tvey lið í føroysku landskappingini. Tað er ikki hent fyrr. Í 1997 mannaðu tveir sterkir útlendskir telvarar toppborðini í oddadysti millum Klaksvík og Kollafjørð. Tá vann enski stórmeistarin Stuart Conquest á svenska altjóða meistaranum Tiger Hillarp Persson. Sviin, ið tá virkaði sum leikandi venjari hjá Kollafjarðar talvfelag, gjørdist stórmeistari tvey ár seinni.
Les meira »Nýggi stórmeistarin gjørdi bart
Við nýggja moldovska stórmeistaranum sum oddamanni eydnaðist Klaksvíkar Talvfelag sunnudagin at steðga sigursgonguni hjá vágamonnum í landskappingini í talvi. Dysturin á Giljanesi í áttanda umfari millum Sandavág og Klaksvík endaði javnur 2-2.
Les meira »Terji Petersen vinnari av Kjølur Open
Íalt 33 telvarar luttóku Kjølur – Open, sum bleiv telvað í Spaniustovu í Klaksvík í vikuskiftinum. Í hugnaligu hølunum kappaðust telvarar í øllum aldursbólkum og nakrir telvarar fingu roynt seg á fyrsta sinni til kapping av hesum slagi.
Les meira »Sandavágsmenn í stórum stíli
Fyrsta lið hjá Sandavágs Talvfelag er flúgvandi. Vágamenn vunnu í sjeynda umfari í dag ein knúsandi sigur á øðrum liði hjá Havnar Telvingarfelag, og hava nú vunnið seg trý stig framum A-liðið hjá Havnar Telvingarfelag í fremstu deildini í landskappingini fyri feløg.
Les meira »Kjølur-Open 2021
Kjølur-Open verður telvað vikuskiftið 12.-14. februar 2020. Telvað verður í Spaniustovu. Øll eru vælkomin at lutttaka í kappingini.
Les meira »Nýggjur stórmeistari í Føroyum
Helgi Dam Ziska gjørdist í 2016 fyrsti stórmeistari í talvi í Føroyum, men nú gongur annar stórmeistari norðuri í Klaksvík. Vladimir Hamitevici úr Moldova, sum í næstum fyllir 30, er fluttur til Føroyar, og hevur búsett seg í Klaksvík. Hann er millum sterkastu telvarar í Moldova, og hevur fleiri ferðir umboðað Moldova á talvolympiadum. Styrkital hansara er 2461. Bara Helgi Dam Ziska hevur hægri styrkital í Føroyum.
Les meira »Talvkapping á chess.com
Leygardagin, 6. februar 2021 kl. 18.00, verður talvkapping fyri føroyskar telvarar á netinum. Telvað verður á heimasíðuni chess.com. Talvkappingin er partur av vælumtóktu Grand Prix kappingunum. Øll eru vælkomin at royna seg, bæði roynd og minni roynd.
Les meira »Vágamenn økja
Í dag var so sjøtil settur á seinnu leikhálvu í landskappingini í talvi fyri lið. Dystirnir í sætta umfari í dag áttu av røttum at verið avgreiddir fyri tveimum vikum síðani, men vórðu útsettir vegna korona.
Les meira »