Eftir at hava vunnið allar dystirnar í liðkappingini, taptu sandavágsmenn 10. og seinasta umfar 1-3 fyri HT.Henda gjørdi, at bæði liðini endaðu jøvn, og tískil mátti umdystur til, fyri at finna vinnararnar.Umdystin vann ST 3-1. Í umdystinum vórðu telvaði kviktalv (10 min. hvør + 5 sek. pr. leik).Meira um hetta seinni.Niðanfyri eru nakrar myndir frá endaumfarinum, ið varð telvað á Skúlatrøð í Klaksvík.
Les meira »FM í liðkappingini verður avgjørt við umdysti.
Umdysturin verður leiktur soleiðis: 1. Liðini telva 1 kviktalv. Lutakastið gav HT hvítt á 1. borði. Um tað framvegis stendur á jøvnum: 2. Liðini telva 1 snartalv. Nýtt lutakast um farvurnar. Um tað framvegis stendur á jøvnum: 3. 1. borðini (Rógvi og Helgi) telva 2 snartalv. Nýtt lutakast um farvurnar. Um tað framvegis stendur á jøvnum: 4. 1 armageddon talv (annar telvarin skal vinna talvið). Nýtt lutakast um farvurnar. Fylgjast kann við her: https://lichess.org/…/fm-umdystur-1-kviktalv/9IIrWNRz og her við viðmerkjarum: https://www.youtube.com/watch?v=qRECmddXs9I
Les meira »Sandavágur ella Havnin?
Leygarmorgunin 18. mars endar landskappingin í talvi við stórum felagsumfari á Skúlatrøð í Klaksvík. Mesti spenningurin er í 1. deild. Sandavágs Talvfelag hevur verið einaráðandi í vetur og vunnið allar níggju dystirnar. Men kortini er eingin avgerð fallin enn. Føroyameistarnir úr Havnar Telvingarfelag eru tvey stig aftanfyri.
Les meira »Beinleiðis frá seinasta umfarinum í liðkappingini
Klaksvíkar Talvfelag er vertur fyri 10. og seinasta umfarinum í liðkappingini 2022/23, ið verður telvað á Skúlatrøð í Klaksvík, í morgin kl. 10. 112 telvarar telva í 4. deildum, deilt yvir 28 lið. Í 1. deild eru 6 lið, í 2. deild eisini 6 lið, somuleiðis 6 lið í 3. deild og 10 lið eru í 4. deild.
Les meira »Innbjóðing til TT Kvik
9’inda og næstsíðsta GP-kapping í hesum kappingarári verður telvað í talvhølunum hjá Tofta Talvfelagi sunnudagin 19.03. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.
Les meira »Aðalfundurin útsettur vegna veður
Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya, sum skuldi vera í kvøld 15.03 kl. 18:00 er útsettur. Hann sigur frá nógvum kava aftur í kvøld. Nýggjur fundur verður lýstur seinni. Talvsamband Føroya
Les meira »Úrslit og myndir frá GT Barna Open
Kviktalvkappingin fyri børn GT Barna Open var í Gøtu í farna vikuskifti. 5 umfør vóru telvaði við tíðini 10 min + 5 sekund per leik. 40 børn luttóku!
Les meira »Síðsta umfar verður telvað í Klaksvík
Síðsta umfar í liðkappingini verður telvað leygardagin 18. mars á Skúlatrøð í Klaksvík. Byrjað verður kl. 10.00.
Les meira »TT-Kvik útsett
TT-Kvik skuldi eftir ætlan telvast á Toftum leygardagin 11.03.2023, men er flutt til sunnudagin 19.03.2023. Innbjóðing til kappingina kemur í komandi viku.
Les meira »GP 7 verður telvað leygardaign
Leygardagin 11. mars kl. 17 verður talvkapping á netinum. Øll eru vælkomin at royna seg í kappingini, bæði roynd og minni roynd.
Les meira »