Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing: BGP5 í Runavík

Innbjóðing: BGP5 í Runavík

Komandi leygardag, 27. januar, verður kviktalvkapping fyri børn í Skúlanum við Løkin í Runavík. Talan er um 5. kapping út av 10, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin í Runavík byrjar kl. 10:00. 6 umfør verða í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek.

Barna Grand Prix

Til hvørja einstaka barnakapping av hesum slag hevur ein møguleika fyri at vinna heiðursmerki. Tó fyri at kunna fáa plasering í yvirornaðu Barna Grand Prix kappingini krevst, at ein hevur luttikið í minst 5 kappingum, harav eisini finaluni, sum verður 7. apríl.

 talvkalendaran við øllum Barna Grand Prix kappingunum.

 

Soleiðis vinnur man Grand Prix stig til hvørja kapping:

  • Nr. 1 fær 15 GP stig
  • Nr. 2 fær 12 GP stig
  • Nr. 3 fær 10 GP stig
  • Nr. 4 fær 9 GP stig
  • Nr. 5 fær 8 GP stig
  • Nr. 6 fær 7 GP stig
  • Nr. 7 fær 6 GP stig
  • Nr. 8 fær 5 GP stig
  • Nr. 9 fær 4 GP stig
  • NR. 10 fær 3 GP stig
  • NR. 11 fær 2 GP stig
  • NR. 12+ fáa 1 GP stig

Um javnstøða er, verða GP-stigini deild.

Støðan í Barna Grand Prix kappingini eftir 4 kappingar er at síggja her.

 

Til ber at tekna til Barna Grand Prix 5 í Runavík á hesum leinkjum (freistin er fríggjadagin 26. januar á middegi):

4. fl. og yngri

5. fl. og eldri

 

 

Sí eisini

Lisa og Natasja til NM fyri gentir

Hetta vikuskiftið verður NM fyri gentir telvað í Reykjavík. 40 luttakarir eru, frá øllum Norðurlondum, …