Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing: HT snar

Innbjóðing: HT snar

6. GP-kapping í hesum kappingarári verður telvað í talvhølunum hjá Havnar Telvingarfelag í Finsen komandi leygardag, 27. januar. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.

Kappingin er skipað soleiðis:

Kappingin byrjar kl. 14.00. 9 snartalv verða telvaðið.

Tíð:

Snartalv: 3 min. + 2 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

  1. 1000 kr.
  2. 600 kr.
  3. 400 kr.

2 x ratingsvirðisløn á 200 kr.

Luttøkugjald:

Vaksin 100 kr.

Undir 16 ár 50 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

 

Tilmelding:

 

Melda til her: Tilmelding

Seinasta freist at melda til er fríggjakvøld 26. januar kl. 20.00.

Um avbjóðingar eru við at tilmelda seg, skriva so ein teldupost til kappingarleidarin@faroechess.com

Tilmeldingar higartil síggjar her: Tilmeldaði

 

Møtið Fjølment !

Talvsamband Føroya

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.