Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úrslit: BGP5 í Runavík

Úrslit: BGP5 í Runavík

Leygardagin 27. januar var barnakapping í skúlanum við Løkin í Runavík. Hettar var Barna Grand Prix kapping nummar 5 út av 10, og telvað var í 2 aldursbólkum: 4. fl og yngri og 5 fl. og eldri. Í alt luttóku 24 børn. 10 minuttir + 5 sekund var tíðin á klokkuni til talvini.

 

Í yngra bólkinum vóru Baldur og Andrew javnir við 5 stigum út av 6. Tó hevði Baldur betri mótstøðu stig, og fór tí avstað við gullinum, og Andrew við silvur. Á 3. plássi var eisini javnt, har vóru tað Hendrik og Levi sum deildust um plássið við 4,5 stigum.

 

Í eldra bólkinum, 5. flokkur og eldri, var Herbert Johannessen sannførandi vinnarin, við 5 út av 5 stigum. Har vóru einans 5 talv telvað, av tí at einans 6 luttóku. Á 2. plássi var síðani Hanus á Lógv við 4 stigum, og á deildum 3. plássi vóru tað Sámal Nesá og Djóni Jakobsen.

 

Samlaða støðan

Eftir 5 kappingar sær samlaða støðan soleiðis út (trýst fyri at síggja skjal). Gevið gætur, rekkjufylgjan í skjalinum er ikki eftirfarandi. Hvussu ein vinnur yvirornaðu Barna Grand Prix er útfrá somu leiðbeiningunum, sum hjá teimum vaksnu. Hon ljóðar soleiðis:

7) Tá Grand Prix endastøðan verður gjørd upp, verður hetta gjørt soleiðis:

  • GP stig í 5 teimum bestu kappingunum
  • Úrslitið í 6. bestu kappingini verður tikið við
  • Luttikið í mest GP-kappingum
  • 2 x snartalv og sudden-death

Tað vil siga, at um Grand Prix poengini ikki avgera vinnaran og stendur á jøvnum, so hyggur man eftir næsta punkti. Um enn er javnt fer man til næsta punkt, osv.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …