Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til Rókur Open

Innbjóðing til Rókur Open

Talvfelagið Rókur bjóðar við hesum til Rókur Open komandi vikuskifti. Øll eru vælkomin at luttaka.

Stað:

Í skúlanum á Eiði

Telvað verður soleiðis:

Kappingin byrjar fríggjadagin,  2. februar kl. 20.00, tá ið 3 kvik talv verða telvað.

Leygardag verða 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Sunnudag verða 6. og 7. umfar telvað, kl. 13.15 og kl. 17.15.

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik

Langtalv: 90 min. + 30 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

Nr. 1 – 1500 kr.

Nr. 2 – 1000 kr.

Nr. 3 – 500 kr.

Umframt 2 x ratingsvirðislønir.

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin og 50 kr fyri børn og ung undir 16 ár. Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 2. februar.

Tilmelding:

Tilmelding á hesi leinkju í seinasta lagi hósdagin 1. februar kl. 20.00.

Tilmeldingar higartil síggjast á somu síðu, við at trýsta á Listi eftir styrki.

 

Møtið Fjølment !

Talvfelagið Rókur

Sí eisini

Lisa og Natasja til NM fyri gentir

Hetta vikuskiftið verður NM fyri gentir telvað í Reykjavík. 40 luttakarir eru, frá øllum Norðurlondum, …