Tvey lið skaraðu framúr í landskappingini í talvi, sum endaði leygardagin. Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag vóru í flokki fyri seg. Bara eitt stig var á muni teirra millum tá avtornaði, men heili sjey stig vóru aftur til Klaksvíkar Talvfelag á triðja plássi.
Oddaliðini vunnu bæði níggju av tíggju dystum í alt. Sínamillum fingu tey hvør sín sigur. Sandavágs Talvfelag hevur í nøkur ár havt serstøðu sum oddalið í føroyskari telving. Tað er í roynd og veru tankavekjandi, tí felagið var í nógv ár elevatorlið millum 1.- og 2. deild. Brádliga kom vend í. Les meira »
Talvsamband Føroya Faroechess