Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Havnar Telvingarfelag vann

Havnar Telvingarfelag vann

Landskappingin í talvi endaði um vikuskiftið. Allir dystirnir í seinasta umfari vórðu telvaðir á Finsen í Havn leygardagin.

Í 1. deild endurvann Havnar Telvingarfelag meistaraheitið. Avgerandi dysturin millum oddaliðini Havnina og Sandavág endaði javnur 2-2. Javnleikurin tryggjaði havnarmonnum FM-heitið. Hjá vágamonnum kravdist ein 3-1 sigur, skuldu teir ogna sær meistaraheitið.

Sandavágsmenn góvu havnarmonnum ein skarpan gang, og leingi stóð á gomlum nøglum. Hvirluvindurin Høgni Egilstoft Nielsen vann sín áttanda sigur í átta dystum, og eldri beiggin Rógvi fekk aftur remis móti stórmeistaranum á 1. borði. Silas trýsti Martin í hættisligum álopi á triðja borði, men royndi mótstøðumaðurin loftaði sær og fekk talvið javnt. Á 4. borði vann Sjúrður Thorsteinsson ógvuliga sannførandi á Torkil Nielsen.

Klaksvíkingar taptu fyri øðrum liði hjá Havnini, men høvdu styrkt seg í 2. deild til avgerandi dystin um uppflyting. Kollfirðingar vunnu á gøtumonnum í dystinum millum aftastu liðini. Steðgurin gjørdist tí stokkutur hjá gøtumonnum, sum noyddust úr aftur fremstu deildini eftir eitt ár.

Havnin – Sandavágur 2 – 2
Helgi – Rógvi ½-½
Olaf – Høgni 0-1
Martin – Silas ½-½
Sjúrður – Torkil 1-0
Úrslit 1. deild
Havnin – Sandavágur 2-2
Havnin 2 – Klaksvík 3-1
Kollafjørður – Gøta 2½-1½

Endaliga støðan í 1. deild

Havnin 31½

Sandavágur 29 ½

Klaksvík 21

Havnin 2 18½

Kollafjørður 11½

Gøta 8

FM-lid_2017_18_HT1

FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag. F.v.: Rógvi Mortensen, Sjúrður Thorsteinsson, Martin Poulsen, Helgi Dam Ziska, Carl Eli Samuelsen og Olaf Berg. Simon Bekker-Jensen og Herluf Hansen telvaðu eisini á liðnum í vetur.   

FM-lid_2017_18_endaumfar1deild_nr2_ST1

Sandavágs Talvfelag gjørdist nr. 2. Umframt Torkil Nielsen, hava hesir mannað liðið í vetur: Rógvi E. Nielsen, Høgni E. Nielsen, Silas Eyðsteinsson, Bernhard Augustinussen og Jónfinn Thomsen.

FM-lid_2017_18_endaumfar_1deild_nr3_KTF1

 Nr. 3, Klaksvíkar Talvfelag.

 

Spenningur í 2. deild

Tað kom til ein avgerandi dyst í 2. deild millum Klaksvíkar Talvfelag og Sandavágs Talvfelag um hvat av teimum skuldi fáa eitt lið aftrat upp í fremstu deildina. Klaksvíkingar vunnu tepurt. Vestmanna Talvfelag gjørdist ov stutt. Komandi kappingarár fara tí bæði Havnin og Klaksvík at hava tvey lið í fremstu deildini. Runavíkar Talvfelag endaði aftast og flytur niður. Tað kemur helst dátt við hjá teimum, sum royna at fáa gongd á aftur telvingina í felagnum og í kommununi, og eru farnir at skipa fyri stórari árligari altjóða talvkapping – Runavík Open – í Løkshøll.

Endaliga støðan í 2. deild

Klaksvík 25½

Sandavágur 24

Vestmanna 22

Havnin A 19

Havnin B 16½

Runavík 13

FM-lid_2017_18_endaumfar_2deild_vinnari_KTF2

Vinnari av 2. deild, Klaksvíkar Talvfelag.

FM-lid_2017_18_endaumfar_2deild_ST2

Nr. 2 í 2. deild, Sandavágs Talvfelag.

FM-lid_2017_18_endaumfar_2deild_nr3_VT1

Nr. 3 í 2. deild, Vestmanna Talvfelag.

 

Veteranar flyta upp

Í 3. deild var eisini spenningur um uppflytingina. Tíggju lið vóru í deildini, men kappingin stóð millum tvey feløg, sum fyrr hava vunnið FM í bestu deildini – Talvfelagið Streymur og Tofta Talvfelag. Sundalagsmenn í Streymi vunnu hesa kappingina við toftamenn. Á liðnum hjá Streymi leygardagin telvaðu Finnbjørn Zachariassen, Hanus Brekká, Martin Brekká og Gunnar Joensen – júst sama manning, sum í 1986 vann FM-heitið í fremstu deildini. Hanus Brekká býr í Danmark, men var komin heim til seinasta dystin. Talvfelagið Streymur í Hvalvík/Streymnesi hevur verið óvirkið í nøkur ár, men er nú vaknað aftur.

Endaliga oddastøðan í 3. deild

Streymur 29

Toftir 27

Sandavágur 24

FM-lid_2017_18_endaumfar_3deild_nr1_Streymur
Vinnari av 3. deild, Talvfelagið Streymur.
FM-lid_2017_18_endaumfar1deild_nr2_ST4
Nr. 2 í 3. deild, Sandavágs Talvfelag.
FM-lid_2017_18_endaumfar_3deild_nr3_TT
Nr. 3 í 3. deild, Tofta Talvfelag
Mentamálaráðharrin helt røðu
Landstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, handaði leygardagin vinnandi manningunum steyp og heiðursmerki. Hon helt eisini hesa røðuna fyri telvarunum:

Tað er mær ein heiður at fáa høvi at heilsa upp á tykkum telvarar, nú landskappingin fyri lið er liðug á hesum sinni. Takk fyri innbjóðingina!

Talv er eitt av elstu og hægst virdu ítrivunum í heiminum yvirhøvur og hevur gjøgnum allar tíðir hugtikið høg og lág. 

Vit hoyra í sagnum og kvæðum um, at ósemjur og trætumál í gomlum døgum vórðu avgjørd við talvi og áðrenn tað ofta við glíming. Hetta sigur eitt sindur um tignina. 

Her á landi hevur eisini verið telvað í øldir. Áhugin fyri talvi hevur altíð verið stórur í Føroyum, her bæði varð telvað vanliga talvið, sum vit kenna tað, og fýrtalv, 2 og 2 í parti, eins og í kortspæli, hevur eisini verið telvað her – í nøkrum fáum bygdum heilt upp til 1970-ini og í einkultum føri enn. 

Hesin talvháttur tók oftani rættiliga langa tíð og varð tikin í stórum álvara. Søgur eru um, at fýrtalvið varð lagt niður, meðan menn vóru á Suðurlandinum og tikið uppaftur, tá teir komu heim aftur um heystið. 

Hesin aldargamli áhugin fyri talvi í Føroyum, er av sonnum komin í hæddirnar aftur, nú vit hava fingið okkara fyrsta stórmeistara, Helga Dam Ziska. Vit í Mentamálaráðnum nýttu tí hetta fantastiska høvi at fáa talv inn í skúlarnar. Nógvir skúlar hava tikið av hesum tilboði at seta ein talvtíma við yvirskipaðari leiðbeining frá sjálvum stórmeistara okkara inn ístaðin fyri ein støddfrøðitíma um vikuna. Umframt talvligu ágóðarnar av hesum, hevur hetta víst seg at hava góða ávirkan á arbeiðslag og lærutilgongdir næminganna í skúlanum. Vónandi kemur hetta at vísa seg at verða ein góð íløga í framtíðina og ikki minst í føroyska talvmenning. 

Í sambandi við frálíka úrslitið hjá Helga Dam Ziska eru vit sum landsmyndugleikar farin undir at fyrireika lønargrunn stórmeistara í talvi. Við øktu játtanini til Talvsambandið hesi bæði síðstu árini eru vit vitandi um, at Talvsambandið longu er farið inn í eitt skipað samstarv við stórmeistaran um ein menningarleist. 

Tøknin hevur givið talvinum rættiligt flog. Fyri tað fyrsta eru møguleikarnir fyri at bøta um talvdygdina fleirfaldaðir hesi síðstu árini, takka veri teldutøknini. Í dag ber til – ikki tykkum at siga – at fylgja við live kostnaðarfrítt í so at siga øllum talvkappingum og einstøkum talvum, sum hava nakað uppá seg, kring allan knøttin. 

Ja, við nýggju tøknini er talv brádliga vorðið ein av teim mest áskoðaravinaligu kappingunum.

Ótrúligt, at talv skuldi fáa eina slíka áskoðara-dimensión burtur úr tøknini.

Í 1970 varð Talvsamband Føroya stovnað og hevur frá fyrsta degi verið við til at ført føroyska telving heilt fram á høgt altjóða stig. Longu í 1970 fingu vit eftir drúgvar samráðingar sjálvstøðugan limaskap í altjóða talvsamgonguni FIDE og rætt at luttaka á talvolymiadunum og øllum altjóða kappingum. Soleiðis skrivaði Talvsamband Føroya søgu við at verða tann fyrsta ítróttagrein her á landi, sum vann altjóða viðurkenning og fekk rættindi at luttaka í øllum kappingum javnbjóðis øðrum tjóðum. 

Tað hevur verið hugaligt at hoyra, hvussu stór framstig føroysk telving hevur gjørt hesi mongu árini: OL-úrslit, har vit enntá hava lagt nøkur av hinum Norðanlondunum aftur um okkum. Og nú: nýklaktan stórmeistara og hvør veit, kanska fleiri ávegis! Tað er einki minni enn heilt ótrúligt. 

Eitt lítil áheitan: Sum tit hava hoyrt, havi eg sagt teir og teir upp í saman, tá eg havi tosað um tey/teir, sum hava myndað føroyska telving. Mín vón er, at skúlatelvingin, sum vit í felag hava sett í gongd nú, kann verða ein byrjan uppá eina broyting á hesum øki, soleiðis at vit í framtíðini fáa bæði kynini betur umboðað eisini innan føroyska telving. Áheitan mín á tykkum skal vera eisini at hjúkla um hendan partin av talvmenningini, sum eigur at vera fyri øll, bæði dreingir og gentur. 

Føroyskir telvarar, verið heilsaðir. Takk fyri góðan innsats, takk fyri gott fyridømi á mongum økjum og blíðan byr!

FM-lid_2017_18_endaumfar (39) FM-lid_2017_18_endaumfar1deild_nr1_HT1 FM-lid_2017_18_endaumfar (38) FM-lid_2017_18_endaumfar (37) FM-lid_2017_18_endaumfar (36) FM-lid_2017_18_endaumfar (35) FM-lid_2017_18_endaumfar (34) FM-lid_2017_18_endaumfar (33) FM-lid_2017_18_endaumfar (32) FM-lid_2017_18_endaumfar (29)

Sí eisini

Vánaligt veður

Vegna vánaliga veðurfrosøgn í morgin, 24. november 2024, kunnu feløgini útseta dystir í liðkappingini.