Seinastu Tíðindini
Stórmeistarin gjørdi bart í útsettu FM-kappingunum í snar- og kviktalvi um vikuskiftið.
Í FM-snarkappingini í gjár vann Helgi við fullum stigatali – 11/11. Honum næstir vóru brøðurnir Rógvi Egilstoft og føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen. Teir fingu 9½ stig hvør. Báðir taptu fyri Helga, og telvaðu javnt sínamillum. Hini níggju umførini vunnu teir alt.
Í kvikkappingini í dag var Helgi aftur í flokki fyri seg. Níggju umfør vóru, og Helgi vann við 8½ stigi. Móti Herluf Hansen var remis, hini átta vann hann. Rógvi Egilstoft var aftur nummar tvey. Hann fekk sjey stig. Umframt ósigurin í innanhýsis talvinum fyri Helga, tapti hann eisini fyri Martini Poulsen.
Beinleiðis frá FM í snar- og kviktalv
5 tey ovastu borðini verða víst beinleiðis.
Sí leinkjur á https://live.faroechess.com
FM í snar- og kviktelving
Hetta vikuskiftið verður telvað um FM-heitið í snar- og kviktalvi. Ikki fyri 2022, men 2021. Korona hevur lagt meinbogar í vegin, soleiðis at kappingin var ongantíð hildin í fjør. Seinni í ár verður so kappingin fyri 2022 hildin.
Hattrikk til Høgna
24 ára gamli sandavágsmaðurin Høgni Egilstoft Nielsen var aftur í flokki fyri seg nú á páskum.
Triðja árið á rað vann hann føroyameistaraheitið í talvi fyri einstaklingar. Hetta er fjórða ferðin, at hann er føroyameistari. Sigurin var meira sannførandi enn undanfarnu ferðirnar. Árini frammanundan mátti umdystur til. Í fjør móti Martin Poulsen, og fyrraárið móti Luitjen Akselsson Apol. Í ár hefti ikki fyri.
Myndir frá steypahandanini

Høgni er føroyameistari – stórur dramatikkur hjá unglingunum
Triðja árið á rað er 24 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen føroyameistari í talvi. Tá ið síðsta umfar fór av bakkastokki fyrr í dag, skuldi Høgni Egilstoft Nielsen bert hava ein javnleik við svarta fólkinum móti Willa Olsen fyri at tryggja sær meistaraheitið. Les meira »
Live frá umdystinum í unglingum
Umdystur í unglingabólkinum
Kl. 18 verður umdystur í unglingabólkinum.
Jónas Sólsker og Petur G. Magnussen telva um unglingaheitið.
Leinkja verður løgd her, tá ið klárt er.
Høgni Egilstoft Nielsen vann FM hjá teimum vaksnu.
Myndir frá 7. umfari

Innbjóðing til FM-Snar 2021 og FM-Kvik 2021
FM-Snar og FM-Kvik verður telvað í Finsen í Havn dagarnar 23. og 24. apríl. Hetta eru útsettu kappingarnar, ið ikki vórðu telvaðar í fjør. Les meira »
Talvsamband Føroya Faroechess