Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 30)

Seinastu Tíðindini

Umdystur í unglingabólkinum

Kl. 18 verður umdystur í unglingabólkinum.

Jónas Sólsker og Petur G. Magnussen telva um unglingaheitið.

Leinkja verður løgd her, tá ið klárt er.

Høgni Egilstoft Nielsen vann FM hjá teimum vaksnu.

Javnt í toppdystinum

Høgni Egilstoft Nielsen hevði møguleika at tryggja sær FM-heitið, tá hann í dag møtti nærmasta kappingarneytanum, Luitjen Akselsson Apol, við hvíta fólkinum. Fyri at gerast føroyameistari skuldi Høgni vinna talvið, meðan Luitjen við einum sigri kundi leggja seg undir liðina á Høgna í oddinum. Les meira »

Høgni er enn ósigraður

Nú tað bert mangla tvey umfør av ársins FM-kapping í talvi, er tað greitt, at tað nú bert eru tveir telvarar, sum hava møguleika at vinna føroyameistaraheitið hjá teimum vaksnu. Les meira »

Høgni stýrir móti triðja FM-heitinum á rað

Høgni Egilstoft Nielsen er nú einsamallur á odda í FM-kappingini í talvi, sum í hesum døgum verður telvað á Eiði. Undan dagsins talvum hevði Høgni fult stigatal, men tað sama hevði sera evnaríki Luitjen Akselsson Apol, sum tó ikki megnaði at vinna sær úrtøku í dag. Les meira »

Óbroytt í oddinum

Kappingin er at kalla skrædnað í helvt í landsliðsbólkinum, eftir at 3. umfar hevur verið á skránni í dag. Oddamenninir stóðu nevniliga allir eftir sum sigursharrar í dagsins talvdystum, og við hesum er munurin frá 3. plássi niður á 4. pláss longu nú 1½ stig, og tí er alt, sum bendir á, at føroyameistarin í 2022 skal finnast millum teir tríggjar, Høgna Egilstoft Nielsen (2410), Luitjen Akselsson Apol (2160) og Hans Kristian Simonsen (2176). Les meira »