Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Føroyar fingið nýggjan altjóða talvmeistara

Føroyar fingið nýggjan altjóða talvmeistara

Høgni Egilstoft Nielsen – endiliga IM-ari í talvi

Fyri løtu síðani endaði talvið millum Høgna Egilstoft Nielsen og Michael Wiedenkeller á 1 borði í dystinum millum Føroyar og Luksemburg í Budapest remis.

Tað ber í sær, at Høgni hevur rokkið sínum triðja og síðsta IM-normi. Hitt kravið – 2400 í rating – hevur hann langt síðan lokið.

Høgni er triði føroyski IM-arin. Hinir eru John Rødgaard og John Arni Nilssen.

Helgi Dam Ziska vann IM-heitið áðrenn hann gjørdist stórmeistari.

Sjálvur dysturin millum Føroyar og Luksemburg í níggjunda umfari á talvolympiaduni í Budapest er ikki liðugur enn. Telvararnir á 1 borði vóru teir fyrstu, sum gjørdu seg lidnar. Talvið vardi góðan hálvan triðja tíma.

Sí eisini

Sigurð er ársins eldsál í talvi

Tá telvarar um alt landið hittust í Havn síðsta leygardag til árliga steypakappingardagin, nýtti Talvsambandið høvið til á samkomu um kvøldið at heiðra ymsar telvarar. Høgni Egilstoft Nielsen var kosin ársins telvari, Baldur B. Jørgensen var kosin ársins stjørnuskot, og Sigurð Joensen var kosin ársins eldsál.