40 børn og ung luttóku í aðru undankapping til NM úttøku í Klaksvík í vikuskiftinum. Kappast var í 4 aldursbólkum, U10, U12, U14 og U16. 8 tey bestu í hvørjum bólki sleppa víðari í eina finalu, sum verður 10. desember í Gøtu. Í finaluni koma tey at kappast um NM luttøku; tí 2 tey bestu úr hvørjum aldursbólki sleppa at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið í Norra í februar / mars. Les meira »
Seinastu Tíðindini
Kvinnutelving á skrá – Innbjóðing til FM fyri gentur
Ein spennandi talvkapping verður sunnudagin, 11. desember í skótahúsinum í Klaksvík. Hettar er fyrsta FM kapping fyri gentur í nýggjari tíð.
Kappingin er býtt upp í 5 aldursbólkar, og umframt føroyameistaraheitið verður eisini kappast um at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið fyri gentur í 2023. Vinnararnir í hvørjum aldursbólki verða hepnu umboðini. Les meira »
Innbjóðing til aðru NM úttøkukapping fyri børn og ung 2022
NM úttøkukapping verður aftur komandi leygardag, 26. november í Klaksvík. Kappingin verður í Skúlatrøð og byrjar kl. 10:00. Hettar er onnur út av tveimum undankappingum, har ið børn og ung kappast um pláss í eini finalu, sum verður 10. desember í Gøtu. Har verður telvað um 2 ovastu plássini í 5 ymiskum aldursbólkum, sum sleppa at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið í Norra í 2023. Les meira »
Úrslit og myndir frá NM úttøkukapping 11.20.2022
35 børn luttóku í vikuskiftinum í fyrru úttøkukappingini til NM 2023. Tey telvaðu í 5 ymiskum aldursbólkum: U20, U16, U14, U12 og U10. Tey kappaðust um at vera í topp 8 í hvørjum bólki, sum sleppa í eini finalu at telva um at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið fyri børn og ung. 2 í hvørjum aldursbólki sleppa avstað, og í 2023 verður kappingin í Norra. Les meira »
Innbjóðing til NM úttøkukapping fyri børn og ung 2022
Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi. Í 2023 verður NM kappingin í Norra, og plagar hon at vera í februar – mars mánaði. 2 føroyingar sleppa við í hvørjum bólki. Les meira »
Talvlandsliðið fær gullvenjara
Helgi endurvann FM
Beinleiðis frá FM 2022 í kviktalvi
Fylgjast kann við beinleiðis í FM 2022 í kviktalvi.
Viðmerkjarir verða eisini.
Byrjað verður kl. 13.30
Beinleiðis frá FM snar 2022
Umdystur er ímillum Helga D. Ziska og Rógva Egilstoft.
Fygljast kann við her
https://lichess.org/broadcast/fm-snar-2022/umdystur-1/FKySLo1y