Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til ST-KVIK

Innbjóðing til ST-KVIK

2. GP-kapping í hesum kappingarári verður telvað í talvhølunum hjá Sandavágs Talvfelag leygardag, 19. oktober. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.

 

Kappingin er skipað soleiðis:

Kappingin byrjar kl. 14.00. 7 kviktalv verða telavð.

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

  1. 1000 kr.
  2. 600 kr.
  3. 400 kr.

2 x ratingsvirðisløn á 200 kr.

Luttøkugjald:

Vaksin 100 kr.

Undir 16 ár 50 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

 

Tilmelding:

Seinasta freist at melda til er fríggjakvøldið 18. oktober kl. 20.00.

Melda til við at skriva til kappingarleidarin@faroechess.com

 

Møtið Fjølment !

Talvsamband Føroya og Sandavágs Talvfelag

Sí eisini

Nýggjur styrkilisti

18 ára gamli føroyameistarin Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag hevur nú yvirhálað bæði John Rødgaard og Rógva Egilstoft á føroyska landsliðnum, og hevur otað seg fram á triðja plássið á føroyska styrkilistanum.