Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 21)

Seinastu Tíðindini

Í hálvum gekki

Martin Poulsen og Olaf Berg (høgrumegin – her á talv-OL 2018) vóru við aftur á havnarliðnum í toppdysti móti Klaksvík í dag.

 

Ringa veðrið darvaði eisini landskappingini í talvi í dag. Fleiri dystir vóru útsettir. 

 

Men oddaliðið, Havnar Telvingarfelag, vann týðandi útidystin móti Klaksvíkar Talvfelag 3-1, og hevur tí tryggjað sær leiðsluna áðrenn fyrra toppdystin móti Sandavágs Talvfelag eftir nýggjár.  

 

Martin Poulsen og Olaf Berg telvaðu í dag sínar fyrstu dystir á meistaraliðnum í hesum kappingarárinum. Teir loystu av Luitjen Akselsson Apol og Carl Eli Samuelsen. Á fjórða borði var Sjúrður Thorsteinsson komin fyri Hjalta Toftum Jógvansson. FM-liðið hjá Havnini hevur bæði dygd og breidd. 

 

Dysturin millum Sandavág og B-liðið hjá klaksvíkingum er útsettur til mikukvøldið.

 

 

4 umfar (24 november)

Klaksvík – Havnin 1 – 3

Ólavur Simonsen – Helgi Dam Ziska 0 – 1

Rani Baldursson – Martin Poulsen 0 – 1

Heðin Gregersen – Olaf Berg ½ – ½

Terji Petersen – Sjúrður Thorsteinsson ½ – ½

 

 

Í Kollafirði stóð dysturin millum aftastu liðini. Her eydnaðist B-liðnum hjá Havnini at vinna og yvirhálað uppflytarnar úr Kollafirði.

 

Kollafjørður – Havnin B 1 – 3

Árant Djurhuus – Herluf Hansen ½ – ½

Rógvi Mørkøre – Elias Petersen 0 – 1

Karl M. Dahl – Suni Merkistein 0 – 1

Markus Jacobsen – Óli Joensen ½ – ½

 

Støðan 1 deild

Havnin (A) 13½ stig

Sandavágur 9

Klaksvík 8½

Havnin (B) 5

Klaksvík (B) 4½

Kollafjørður 3½

 

Her hava Sandavágur og Klaksvík B ein dyst færri. Útsetti dysturin í dag verður telvaður mikukvøldið.

 

 

2 deild

 

Bara ein dystur hevur verið í dag. 

 

4 umfar

Havnin – Kongshavn 2½ – 1½

 

Hinir dystirnir í fjórða umfari eru:

Toftir – Klaksvík

Sandavágur – Havnin B.

 

Ikki er greitt, nær teir verða telvaðir.

 

Liðini í 2 deild eru ógvuliga jøvn.

 

Støðan í 2 deild

Sandavágur 7 stig

Havnin 7

Klaksvík 7

Kongshavn 6½

Havnin B 6½

Toftir 6

 

 

Rókur fremst í 3 deild

 

4 umfar

Gøta – Rókur 1½ – 2½

Kollafjørður – Havnin 2½ – 1½

 

Dysturin Sandavágur-Vestmanna er útsettur.

 

Okkurt bendir á, at Rókur, sum í løtuni er fýra stig á odda, longu hevur lagt seg á uppflytingarkós.

 

 

4 deild

 

Líkt er til, at bara ein dystur hevur verið í fjórðu deild í dag. Hann var millum Havnina og Rók og endaði javnur 2- 2. Fýra dystir vórðu útsettir.

 

Allir útsettu dystirnir skulu avgreiðast áðrenn farið verður undir fimta umfar eftir nýggjár.

 

Vánaligt veður

Vegna vánaliga veðurfrosøgn í morgin, 24. november 2024, kunnu feløgini útseta dystir í liðkappingini.

Les meira »

Seinastu dystirnir fyri jól

Talvfólkið verður sett upp um alt landið í morgin. 
 
Tá verða dystirnir í fjórða umfari í landskappingini í talvi í øllum fýra deildum spældir. 
 
Hetta er seinasta leikumfar fyri jól. 

Les meira »

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum í 2025 verður mitt í februar mánaði. 2 føroyingar sleppa við í hvørjum bólki. Les meira »

Helgi aftur snarmeistari

Tríggir teir bestu í snartalvi. F.v. Høgni Egilstoft Nielsen, Helgi Dam Ziska og Luitjen Akselsson Apol.
 
Tveir skaraðu framúr í árligu FM-kappingini í snartalvi í dag. Okkara bestu tveir telvarar, stórmeistarin Helgi og altjóða meistarin Høgni, vóru í flokki fyri seg. 
 
Innanhýsis talvið teirra millum í fimta umfari kom at vera avgerandi. Helgi vann hesa finaluna. Høgni vann øll hini tíggju talvini, Helgi hevði eitt remis móti Heiðriki Jacobsen, hini tíggju talvini vann hann.
 
Føroyameistarin í standardtalvi, Luitjen Akselsson Apol, endaði nummar trý.
 
Rógvi Egilstoft, sum vann í fjør, var ikki við í ár.
 
29 telvarar kappaðust í Talvhúsinum á Toftum. Ellivu umfør vóru í alt. 
 
Tað gleðiliga var, at nakrir av ungu telvarunum, Petur G. Magnussen og Jamil Emil Jacobsen, vunnu seg fram í oddan. 
 
 
FM í snartalvi 2024:
1. Helgi Dam Ziska, HT 10½ stig 
2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 10
3. Luitjen Akselsson Apol, HT 8
4. Petur G. Magnussen, HT 7
5. Jamil Emil Jacobsen, ST 7
6. Carl Eli Samuelsen, HT 6½
7. Bogi Ziska, TT 6
8. Jón í Horni Nielsen, ST 6
9. Karl M. Dahl, KT 6
10. Margar Berg, HT 6
 
29 telvarar í alt.
 
 
Kviktalv í morgin
 
Í morgin er FM í kviktalvi á skránni. Tá eru níggju umfør í alt. Telvarar hava tá tíggju minuttir hvør til talvið umframt fimm sekund fyri hvønn fluttan leik.
 
36 telvarar eru við í morgin. Byrjað verður klokkan 13.30 á Toftum.
 
 
 
FM í snartalvi 1980-2024
 
1980 Bjarki Ziska, HT
1981 Súni Ziska, HT
1982 Bjarki Ziska, HT
1983 Andrias Ziska, HT
1984 Jens Chr. Hansen, TT
1985 Bogi Ziska, STF
1986 Torkil Nielsen, ST
1987 Leif Kristensen, GT
1988 Heini Olsen, KTF
1989 Heini Olsen, KTF
1990 Steintór Rasmussen, KTF
1991 Heini Olsen, KTF
1992 Heini Olsen, KTF
1993 Heini Danielsen, HT
1994 Ólavur Simonsen, KTF
1995 Martin Brekká, TFS
1996 Torbjørn Thomsen, KT
1997 Carl Eli N. Samuelsen, VT
1998 John Rødgaard, VT
1999 Eyðun Nolsøe, KTF
2000 Finnbjørn Vang, KTF
2001 John Rødgaard, VT
2002 John Rødgaard, VT
2003 John Rødgaard, VT
2004 Helgi Dam Ziska, HT
2005 Helgi Dam Ziska, HT
2006 Helgi Dam Ziska, HT
2007 Helgi Dam Ziska, HT
2008 Helgi Dam Ziska, HT
2009 Helgi Dam Ziska, HT
2010 Helgi Dam Ziska, HT
2011 Helgi Dam Ziska, HT
2012 John Rødgaard, VT
2013 Helgi Dam Ziska, HT
2014 Helgi Dam Ziska, HT
2015 Helgi Dam Ziska, HT
2016 Helgi Dam Ziska, HT
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Helgi Dam Ziska, HT
2021 Helgi Dam Ziska, HT
2022 Helgi Dam Ziska, HT
2023 Rógvi Egilstoft, ST
2024 Helgi Dam Ziska, HT

 

FM í snar- og kviktelving

Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu í fjør – Rógvi snarkappingina, og Høgni kvikkappingina. Rógvi er ikki við í ár.
 
 
Hetta vikuskiftið telva teir um árliga FM-heitið í ávikavist snar- og kviktalvi. Tað eru sprintarateinarnir í talvi. 
 
Telvað verður á Toftum. Snarkappingin er í dag, kviktelvingin í morgin. 28 verða við í snarkappingini, og 36 í kvikkappingini í morgin.
 
Favorittar eru Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og føroyameistarin Luitjen Akselsson Apol. Rógvi Egilstoft er ikki við í ár.
 
 
Brøður vunnu
 
Rógvi Egilstoft vann snarkappingina í fjør. 
 
Hann var ósigraður í ellivu talvum; telvaði tvey jøvn og vann níggju. Javnleikirnir vóru móti Helga Dam Ziska og Heðini Gregersen. 
 
Helgi var leingi á sigurskós, men í áttanda umfari tapti hann fyri Høgna Egilstoft Nielsen. Høgni tapti afturímóti fyri Rógva og Margari Berg.
 
 
FM snar 2023
1. Rógvi Egilstoft, ST 10 stig
2. Helgi Dam Ziska, HT 9½
3. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 9
4. Jón í Horni Nielsen, ST 7
5. Luitjen Akselsson Apol, HT 7
 
37 luttakkarar í alt.
 
  
Í kvikkappingini tók yngri bróðirin revansju. Nú var Høgni bestur. Og annan dagin á rað vann Høgni Egilstoft Nielsen á Helga Dam Ziska. 
 
Høgni vann rættiliga sannførandi. Eitt remis móti eldra bróðrinum, og so vann hann alt hitt.  Rógvi var ikki so hvassur annan dagin. Hann tapti fyri stórmeistaranum, og umframt javnleikin móti Høgna, var eisini remis móti Luitjen Akselsson Apol og Sjúrð Thorsteinsson. Helgi tapti toppdystin fyri Høgna, men vann allar hinar.
 
Helgi Dam Ziska hevur sitið tungt á FM-heitunum í snar- og kviktelving, men misti báðar trónurnar í fjør.
 
Høgni og Rógvi mundu vera í bestu vejingarstøðu fyri ári síðani eftir bæði EM-kapping og smálandakapping stutt frammanundan. Helgi telvaði ikki við landsliðnum í fjør. 
 
Somu fimm telvarar vóru fremstir báðar dagarnar í fjør.
 
 
FM kvik 2023
1. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 8½ stig
2. Helgi Dam Ziska, HT 8
3. Rógvi Egilstoft, ST 6½
4. Luitjen Akselsson Apol, HT 6½
5. Jón í Horni Nielsen, ST 6
 
50 luttakarar í alt
 
 
Vinnarar í tíggju ár
 
Snartelvingin hevur drúgvari siðvenju í Føroyum enn kviktelvingin. Telvað hevur verið síðani 1980 um FM-heitið í snartelving. 
 
Nógvu fyrstu árini høvdu telvarar fimm minuttir hvør til talvið. Síðan talvklokkurnar eru vorðnar meira avanseraðar, er tilmálda tíðin broytt. 
 
Nú eru tríggir minuttir umframt tvey sekund fyri hvønn fluttan leik í snartalvi. Í kviktelving hevur hvør tíggju minuttir til talvið umframt fimm sekund fyri hvønn fluttan leik. 
 
FM í kviktalvi hevur verið á hvørjum ári síðani 2019.
 
 
FM í snartalvi
 
2014 Helgi Dam Ziska, HT
2015 Helgi Dam Ziska, HT
2016 Helgi Dam Ziska, HT
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Helgi Dam Ziska, HT
2021 Helgi Dam Ziska, HT
2022 Helgi Dam Ziska, HT
2023 Rógvi Egilstoft, ST
 
 
 
FM í kviktalvi
 
2019 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2020 Helgi Dam Ziska, HT
2021 Helgi Dam Ziska, HT
2022 Helgi Dam Ziska, HT
2023 Høgni Egilstoft Nielsen, ST