Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Luitjen í stórum stíli!

Luitjen í stórum stíli!

Í dag vann Luitjen HT unglinga uppgerðina í stórum stíli. Enn tá við tí svarta fólkinum. Teir báðir byrjaðu við eini London líknandi byrjan, sum Elias handfór skeivt tíðliga í talvinum. Og tá hann fór í longuborg og hartil lat kongastøðuna upp við finnuleikinum á c3, var Luitjen í sínum rætta álops elementi. Við taktiskum snildum kombineraði hann seg inn í hvítu støðuna hjá Eliasi, sum til seinast var nóg stórur til at lata Luitjen seta seg skák og mát.

Í einum klassiskum italienara, har Haldur kom væl frá byrjanini og kom at standa nógv betur, yvirsá Haldur tað super einfalda 32… Rxe6, sum hevði givið ein mann, talvið og alt stigið. Ístaðin endaðu teir úti í einum endaspæli, sum framvegis var vunnið hjá Haldur, inntil hann móti endanum misti stiman og misti takið og enn tá tapti talvið. Ein góður skalpur hjá Petur Gardar og eitt óneyðugt tap hjá Halduri.

Annars var tað kanska Wille, sum stór fyri tí størsta spenninginum í dag ímóti altjóða meistaranum og rating favorittinum Høgna. Í dagsins longsta talvið útjavnaði Wille beinanvegin í byrjunnarspælinum – einum fransa sum Wille er spesialistur í – og helt púra javna støðu heilt fram til 73. leik, tá møði sikkurt hevur gjørt seg galdandi hjá Willa. Hóast Høgni fekk ein mann í 76. leiki var støðan aftur púra jøvn, inn til Wille heilt úti í 84. leiki foreraði Høgna alt stigið. Í staðin fyri 84… Kg4 skuldi hann flutt h-finnuna fram og talvið var steindeytt remis. Við tí hevði Wille kunna hildið ímóti báðum rating favorittunum í tveimum teimum fyrstu umførinum.

Annars fekk Hans Kristian eitt kombakk frá tapinum í gjár, tá hann vann á Heðin Gregersen við tí svarta fólkinum. Í einum talvi, sum leikaði aftur og fram feilmetti Heðin støðuna, tá hann í 43. leiki fór heilt út á h-linjuna við konginum, sum stutt eftir mundi enda í einum mátneti. Hann mátti taka til rýmingar og í øllum tí rokanum misti hann riddaran á e3 og tapti talvið. 

Eftir 2. umfarð er støðan:

1. Høgni 2 stig.

2-3. Luitjen 1,5 stig.

2-3. Petur Gardar 1,5 stig.

4-5. Elias 1 stig.

4-5. Hans Kristian 1 stig.

6-7. Wille 0,5 stig.

6-7. Heðin 0,5 stig.

8. Haldur Suni 0 stig.

Ímorgin møtast Høgni og Petur (fyrrnevndi við hvíta fólkinum), Hans Kristian og Haldur Suni, Luitjen og Heðin og Wille og Elias.

Fer Høgni at liva upp til sína favorit støðu við svarta fólkinum móti Petur Gardar, sum higartil hevur klárað seg stak væl? Fer sigurin hjá Hans Kristian í dag at hava ávirkan á tapið hjá Haldur í dag? Ella kemur Haldur aftur? Koyrir Luitjen víðari í sínum hvassa álopsstíli móti Heðin og hvussu fer at vera millum Willa og Elias, sum báðir taptu í dag?

Óansæð, so verður spenningurin stórur á Skúlatrøð frá klokkan 17:00 í morgin.

Øll eru vælkomin at fylgja við.

Sí eisini

Høgni vinnur alt!

Aftur í dag vann Høgni eitt fínt talv. Tað var við hvíta fólkinum móti Elias, …