Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 2)

Seinastu Tíðindini

Javnleikur móti Kosovo

F.v.: Luitjen Akselsson Apol, Jón í Horni Nielsen, John Rødgaard og Elias Petersen telvaðu móti Kosovo í seinasta umfari á olympiaduni í Usbekistan í dag.

Føroyar settu punktum í dag við javnleiki 2 – 2 móti Kosovo í ellinta og seinasta umfari á talvolympiaduni í Usbekistan. Heiðurligt úrslit, tí Kosovo var styrkismett nummar 82 – vit 107.
 
Vit vunnu við hvíta fólkinum, og taptu við svarta fólkinum. Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsen vunnu – Luitjen vann í stórum stíli – og John Rødgaard og Elias Petersen taptu.
 
Føroyar endaðu loksins nummar 109 í røðini av teimum 206 londunum í kappingini. Tað samsvaraði væl við stykismetingina sum nummar 107. 
 
Vit vunnu fimm dystir, taptu aðrar fimm, og telvaðu ein javnan. Vit fingu 11 stig (dystarstig) og 19 borðstig.
 
 
11. umf. (27. sept.)
Føroyar – Kosovo 2 – 2
Luitjen Akselsson Apol (2305) – IM Nderim Saraci (2453) 1 – 0
IM John Rødgaard (2250) – Endrit Uruci (2312) 0 – 1
Jón í Horni Nielsen (2078) – Muhamet Asllani (2229) 1 – 0
Elias Petersen (2075) – Bard Avdiu (2147) 0 – 1
 
John Rødgaard hevur sent hesa frásøgn eftir dystin í dag:
 
Luitjen telvaði einastandandi væl í dag. Tað var næstan soleiðis, sum kolldømdi hann í verki Benoni-verjuna hjá svørtum. Fyrst doyvdi hann frúvgvavongin. So eydnaðist honum at fáa góða riddaran hjá mótpartinum av borðinum í einum uppbýti. Nú stóð mótparturin eftir við tí svartrandaða bispinum, sum lítið veiggj var í. So fekk hann í lag annað uppbýti, sum bar í sær, at mótstøðumaðurin at kalla einki mótspæl hevði í støðuni. Nú var spurningurin, um Luitjen fór at vera mentur at bróta niður verjugarðar mótpartsins. Eitt gamalt orðatak í talvi er: hóttanin er meinari enn sjálvt gjøgnumbrotið. Í tí liggur, at hóttandi parturin skal geva sær góðar stundir. Byggja upp og løða væl, áðrenn tú letur skotið ganga. Tað gjørdi Luitjen. Til endans var mótstøðumaðurin um ein háls. Luitjen vann til endans eina finnu, oman á tað kom eitt flott rókaoffur, og so slapst ikki undan máthóttanini. Eitt vakurt talv, Luitjen!
 
Verri var hjá mær. Ikki tí, tað byrjaði fínt. Eg javnaði lættliga við svarta fólkinum eftir byrjanarspælið. Eftir 19.-, e4! havi eg greiðan fyrimun. Og eftir 20.-, Bf5! hevði talvið verið vunnið. Kalla tað hvat tú vilt. Eg rokni ikki leikirnar og frábrigdini so væl í høvdinum longur sum fyrr, eg misti tráðin og tapti. Stórt spell.
So vóru betri tíðindi á triðja borði. Tað lætti væl um hjá Jóni, at mótstøðumaðurin lorkaði illa tíðliga í talvinum. Jón drálaði ikki, men herjaði á, og við einum snøggum rókaoffri setti hann mótstøðumannin skák og mát.
Elias var ikki nóg stinnur í teoriini. Hann viltist tí inn í eitt frábrigdi, sum ikki var komandi úr aftur í heilum líki. Eitt mistak, og so er tað “bang”. Eftir 17. Rixd5! var tap í hendi.
 
Samanumtøka
Í einari komandi grein fer John Rødgaard stutt at taka samanum hesa olympiaduna. Heilt stutt kann sigast, at heildaravrikið endurepeglar ta sannroynd, at vit høvdu ikki okkara sterkastu manning hesaferð. Hetta var – við einum undantaki – eitt ungdómslandslið. Og eftir umstøðunum stóðu teir seg bara væl. Men móti sterkari liðum vóru vit yvirhøvur máttleysir. 
Dystirnir vóru hesir:
Føroyar – Týksland 0 – 4
Føroyar – Cayman Islands 2½ – 1½
Føroyar – Peru 0 – 4
Føroyar – Surinam 3 – 1
Føroyar – Ný Sæland ½ – 3½
Føroyar – Mauritania 3½ – ½
Føroyar – Uruguay 2½ – 1½
Føroyar – Meksiko ½ – 3½
Føroyar – Haiti 3½ – ½
Føroyar – Kosovo 2 – 2
 
Einstaka úrtøkan
1. Luitjen Akselsson Apol (2305) 5½/11 (+4)
2. IM John Rødgaard (2250) 4½/10 (-13)
3. Jón í Horni Nielsen (2078) 3½/9 (+2)
4. Elias Petersen (2075) 4/9 (-6)
5. Rókur Davidsen (1988) 1½/5 (-16)
 
Usbekistan vann
Á øðrum sinni vann Usbekistan talvolympiaduna. Eitt einastandandi avrik, tá havt verður í huga, at Usbekistan hevur ikki verið roknað upp í talvrisarnar fyrr enn fyri fáum árum síðani. Talváhugin sigst vera ovurstórur í landinum.
Topp 5:
1. Usbekistan 20 stig
2. India 18
3. Týskland 18
4. USA 17
5. Aserbadsjan 17
Av norðurlondum var Danmark nummar 39, Norra (uttan Magnus Carlsen) 48, Svøríki 54, Finnland 57 og Ísland nummar 58.
Kina vann kvinnukappingina í OL. Har vóru 189 lið við.
 
Føroyar hava ongantíð mannað eitt kvinnulandslið á talvolympiadu.  

Stórsigur á Haiti

Føroyar vunnu ruddiliga í tíggjunda umfari í gjár á talvolympiaduni í Usbekistan.
 
Vit telvaðu móti Haiti, sum vit ongantíð hava møtt fyrr. Eftir styrkitølunum hjá teirra monnum var greitt, at hendan dystin skuldu vit vinna.
 

Les meira »

3 – 1 tap fyri Paraguei

Paraguei gjørdist okkum ov stór mótstøða í dag í níggjunda umfari á talvolympiaduni í Usbekistan.

Vit taptu 3 – 1. John Rødgaard og Elias Petersen telvaðu remis, hinir taptu. Vit eru nú nummar 127 av teimum 206 londunum í kappingini. Vit eru styrkismettir nummar 107. Tvey umfør eru eftir – kappingin endar sunnudagin.

Les meira »

Hálvt stig móti Meksiko

Myndatekstur: Ungu menninir eru farnir at analýsera. F.v. Rókur Davidsen, Elias Petersen og Jón í Horni Nielsen.

 

 

Luitjen Akselsson Apol telvaði remis á 1. borði í dystinum móti Meksiko, hinir taptu allir. Hóast mótstøðuliðið er sterkari, mundi bæði avrik og úrtøka vera í lakara lagi hjá okkara monnum í hesum dysti. 

 

Føroyar eru nú dragnaðar aftur á 120. pláss í røðini av 206 liðum, nú átta umfør eru avgreidd á talvolympiaduni í Usbekistan.

 

  1. umfar (24. sept.)

Føroyar – Meksiko ½ – 3½

Luitjen Akselsson Apol (2305) – GM Gilberto Hernandez (2379) ½ – ½

IM John Rødgaard (2250) – Joshua Rodriguez (2279) 0 – 1

Jón í Horni Nielsen (2078) – Arturo Fernandez (2267) 0 – 1

Rókur Davidsen (1988) – Santiago Zacharias (2184) 0 – 1

 

Eftir tveir góðar dystir komu vit aftur til jarðar. Gaman í vóru mótstøðumenninir favorittar við hægri styrkimeting (75) og miðalstyrkitali (2328), men á einum góðum degi áttu vit at kunnað givið teimum dyggari mótstøðu enn í dag.

 

John Rødgaard hevur sent stutta frásøgn frá dystinum í dag móti Meksiko og frá dystinum í gjár, tá vit vunnu á Uruguay.

 

 

  1. umfar (23. sept.) Føroyar – Uruguay 2½ – 1½

 

Luitjen fekk eina spennandi støðu við hvíta fólkinum í sisilianskum. Skuldi hann offra mannin? Hann so gjørdi. Tað var sera fløkt og ógreitt. Mótstøðumaðurin var eina løtu sinnaður fyri leikendurtøku og remis. Luitjen átti at tikið av. Rókur og tvær finnur fyri bispaparið er vanliga betra býtið, men bisparnir hjá mótstøðumanninum gjørdust tíverri øgiliga naskir, og brátt stóð støðan ikki at bjarga hjá Luitjeni.

 

Mótstøðumaður mín spældi eitt av høvuðsfrábrigdunum í fronskum, sum eg eri heimkunnugur í. Tá ið hann partú skuldi lata upp f-linjuna, fingu báðir riddararnir hjá mær rúmari ræsur. Stuðlaðir av frúnni og eini frífinnu trokaði eg meg inn um verjugarðar hansara.

 

Jón hevði eitt sera friðarligt talv. Har var ongantíð nakað stórvegis á vási, og so líðandi fjaraði av til remis.

 

Tá var meira plúmm í Eliasi, sum við svarta fólkinum kollrendi mótstøðumannin. Mótstøðumaðurin hevði parkerað annan hestin á b3, men har stóð hann mest bara til pynt. Fyrst opnaði Elias støðuna. So settist hann á opnu d-linjuna. Harnæst at jagstra forfjónaða riddaran á b3. Hann átti ongar góðar puntar, og til endans varð hann fangaður. Flott!

 

2½ – 1½ á Uruguay er okkara besta úrslit higartil í kappingini.

 

 

  1. umfar (24. sept.) Føroyar – Meksiko ½ – 3½

 

Luitjen hevði svarta fólkið móti Hernandez Guerro (2379). Fyri fjórðingsøld síðan hevði hann styrkitalið 2572. Hann bygdi støðuna væl upp og hevði ítøkiligan fyrimun alt talvið, men onkursvegna var hann kortini ikki mentur at gagnnýta fyrimunin nóg væl, og so fjaraði av til remis.

 

Eg hevði hvítt móti Rodriguez. Hann fann eina góða støðu, sum eg ikki havi sæð fyrr. Hann hevði fyrireikað eina kombinasjón í sjey leikum. Eg dugdi ikki at síggja, at har var nakað at ræðast, og fall tí í freistingar. Best sum eg helt, at nú var sloppið, kom 8.-, og 9. leikur, sum eg ikki hevði sæð…

 

Jón kom at standa ov kroystur. Mótstøðumaðurin offraði síðani býtismunin, og tað var avgerandi. Omaná slapp hann at dusa sær við frúgvaoffri og mátálopi, sum Jón læt hann sleppa at fullføra.

 

Rókur telvaði leingi væl. Hevði honum eydnast at gera eitt uppbýti, hevði hann helst fingið talvið javnt. Nú gjørdist tað í staðin ov trongligt hjá honum, og við eitt hevði mótstøðumaðurin eina avgerandi kombinasjón í støðuni.

 

½ – 3½ – minni gott avrik hesaferð.

 


Móti Paraguay

 

Í níggjunda umfari í morgin telva Føroyar móti Paraguei. Hetta verður fimti dysturin okkara millum á talv-OL. Teir eru styrkismettir nummar 90, og hava ein stórmeistara og tveir altjóða meistarar á liðnum.

 

Annars er spenningur komin í aftur í toppinum, eftir at Usbekistan hósdagin var fyri sínum fyri ósigri í kappingini. Týskland koppaði oddaliðnum, og nú stendur á jøvnum millum hesi bæði londini, sum hava 14 stig hvør. Fleiri eru í hølunum á teimum við 13 stigum, millum annað USA, sum í níggjunda umfari brestur saman við Usbekistan.

 

Tilsamans ellivu umfør eru. Kappingin endar sunnudagin. 

Frálíkur sigur á Uruguay

Tað eydnaðist óvæntað Føroyum at vinna 2½ – 1½ á Uruguay í sjeynda umfari í gjár á talvolympiaduni í Usbekistan. John Rødgaard og Elias Petersen vunnu, Jón í Horni Nielsen telvaði javnt, og Luitjen Akselsson Apol tapti.

 

Hetta man vera lutfalsliga besta úrslit hjá Føroyum í kappingini. Uruguay er styrksimett nummar 63, Føroyar nummar 107. 

 

Men tað gjørdi sjálvandi mun, at týski stórmeistarin, Georg Maier, sum røkir 1. borð hjá Uruguay, fekk sær frí í gjár.

 

Góðu hagøtlini hjá Føroyum móti Uruguay á talv-Ol standa tí við. Hetta var fjórði dysturin landanna millum, og vit eru framvegis ósigraðir. Tveir javnleikir og tveir føroyskir sigrar er úrtøkan higartil.

 

Og so eydnaðist okkum fyri fyrstu ferð á hesari olympiaduni at vinna tveir dystir á rað. Vit hava tí vunnið okkum inn á topp 100! Eftir sjeynda umfar eru Føroyar nummar 91 í røðini av teimum 206 liðunum í kappingini.

 

 

Føroyar – Uruguay 2½ – 1½

Luitjen Akselsson Apol (2305) – IM Vazquez (2411) 0 – 1

IM John Rødgaard (2250) – IM Rodi (2224) 1 – 0

Jón í Horni Nielsen (2078) – IM Roselli (2311) ½ – ½

Elias Petersen (2075) – Elena (2132) 1 – 0

 

 

Føroyar hava nú 8 stig (dystarstig – 2 stig fyri vunnan dyst, og eitt stig fyri javnan dyst). Sama hava eisini Norra og Danmark. Hinir norðurlondini – Svøríki, Ísland og Finnland – hava 9 stig.

 

Grønland, sum luttekur á fyrsta sinni, hevur 4 stig fyri fýra javnleikir. Grønland hevur telvað javnt  2 – 2 móti Guernsey, Gabon, Burkina Faso og Amerikansku Moyaoyggunum (US Virgin Islands) sum eru gomlu donsku vesturindisku oyggjarnar, sum Danmark seldi USA í 1917. Grønland er í løtuni nummar 176 í kappingini.

 

Í oddanum heftir ikki fyri hjá Usbekistan. Teir vunnu aftur í dag týðandi lykladyst, hesaferð 3 – 1 á Kina. Heimaliðið hevur sum htt einasta av øllum fult stigatal framvegis.

 

Usbekistan er styrkismett nummar trý, men higartil hevur eingin staðið teimum kurl. Favorittarnir USA fáa tað ikki at sita. Teir eru favorittar hvørja ferð, men vinna næstan aldrin. Nakamura hevði kunnað verið teimum góður styrkur, men hann fæst ikki at telva á amerikanska landsliðnum. Men USA er favorittur kortini uttan hann. 

 

Dystirnir á fremstu fimm borðunum í dag endaðu so:

 

Usbekistan – Kina 3 – 1

USA – Armenia 2 – 2

India – Ongland 2½ – 1½

Týskland – Turkaland 3 – 1

Holland – Bulgaria 3½ – ½

 

 

Meksiko í dag

 

Í dag telva Føroyar móti Meksiko. Teir eru styrkismettir nummar 73 og hava miðalstyrkitalið 2328. 

 

Føroyar hava einaferð telvað móti Meksiko á olympiadu. Tað var í Sibiria í 2010. Tá eydnaðist Føroyum at fáa ein flottan 2 – 2 javnleik móti munandi sterkari liði enn tí, sum Meksiko hevur hesaferð. Tá mannaðu fýra stórmeistarar við 2550 sum miðalstyrkitali meksikanska landsliðið. John Rødgaard vann á øðrum borði, meðan Helgi Dam Ziska og Olaf Berg telvaðu javnt á fyrsta og triðja borði ta ferðina.

 

Á føroyska liðnum í dag telva Luitjen Akselsson Apol, John Rødgaard, Jón í Horni Nielsen og Rókur Davidsen.

 

Úrtøkan hjá føroysku telvarunum higartil er hendan:

Luitjen Akselsson Apol 3/7

John Rødgaard 3/6

Jón í Horni Nielsen 2½/6

Elias Petersen 3/6

Rókur Davidsen ½/3

 

Føroyska talvlandsliðið á útferð í Usbekistan. F.v.. Luitjen Akselsson Apol, Rókur Davidsen, Hjalti Petersen, liðleiðari, Elias Petersen, Jón í Horni Nielsen og John Rødgaard.  Jón og John máttu smoyggja okkurt klæði upp á beru beinini, áðrenn teir stigu inn í Shah-i-Zinda halgidómin.

 

Rubek slóðaði fyri

Føroysk ítróttarsøga verður skrivað hin 8. september 1970 í Siegen. Í sínum fjórða dysti í altjóða kapping møta Føroyar Sovjetsamveldinum – fleirfaldu olympisku meistaranum. Á 1. borði Hans Petersen (vm) og Tigran Petrosjan (heimsmeistari 1963-1969). Mitt fyri sæst Rubek Rubeksen brosandi sum forvitin áskoðari. Rubek umboðaði Talvsambandið á FIDE-aðalfundinum í Siegen, tá Føroyar fingu altjóða limaskapin váttaðan. 

 

Í hesum døgum eru Føroyar umboðaðar á talvolympiadu í Usbekistan. 

 

Hetta er 27. ferðin, at vit luttaka á talvolympiadu. Elddópurin var í  týska býnum Siegen í 1970. Søgan er tí long – og rík. Í veruleikanum byrjar føroysk ítróttasøga á altjóða stigi har. 

 

Áðrenn 1970 var einki. Onkrir hendinga vinardystir í fótbólti og hondbólti móti næstu grannum okkara – Íslandi, Hetlandi og Orknoyum. Føroyskur ítróttur hevði ikki vunnið sær altjóða viðurkenning. Í Ítróttasambandi Føroya vóru tey so smátt farin at skipa seg í deildir, men ikki fyrr enn í 1979 verður fyrsta sersambandið undir ÍSF stovnað. Hondbóltssamband Føroya fekk sum fyrsta ÍSF-deildarsambandið limaskap í altjóða hondbóltssamgonguni IHF í 1974. 

 

Sersambondini í ÍSF eru nú 25. 14 hava fullan altjóða limaskap, 4 hava partvísan limaskap, og so eru 7, sum ikki hava vunnið viðurkenning og altjóða limaskap. Vit eru tí komin væl ávegis, hóast eitt nú Frælsur Ítróttur Føroya, Fimleikasamband Føroya og Róðrarsamband Føroya og onnur við teimum framvegis umboða Danmark og ikki Føroyar í altjóða kappingum.

 

Men tað var í veruleikanum annar felagsskapur, sum ongantíð hevur verið limur í ÍSF, sum gekk undan. Talvsamband Føroya, stovnað í februar 1970, fekk longu hálvt ár seinni limaskap í altjóða talvsambandinum, FIDE. Og sama heyst fingu Føroyar sín elddóp í altjóða kapping á talvolympiaduni í týska býnum Siegen í september 1970.

 

 

Nøkur tøl

 

Áðrenn vit siga søguna um, hvussu Føroyar tóku fyrstu fetini upp á Stóra Pall í altjóða kapping, kunnu vit sleppa nøkrum tølum, ið vísa, hvat komið er burturúr síðani 1970.

 

Tá olympiska kappingin í Usbekistan endar í ellinta og seinasta umfari sunnudagin, hava Føroyar spælt í alt 364 landsdystir í OL. Fyri kappingini í Usbekistan hava vit spælt móti 130 ymiskum londum. Nøkur nýggj koma aftrat hesaferð.

 

Leggja vit so aðrar dystir oman á – dystir í EM-stevnunum, í gomlu 8-landskappingunum og í smálandakappingunum – verður talið 529.

 

Tá eru ikki íroknaðir dystirnir, sum Føroyar høvdu í brævolympiskum kappingum frá 1946 til 1956. Tað er ein forvitnislig søga fyri seg, sum vit lata liggja á hesum sinni.

 

Men rokna vit frá 1970 eru høvuðstølini hesi:

 

Landsdystir: 529

OL-dystir: 364

Tal á mótstøðulondum: 133

 

Vit eru við á talvolympiadu fyri 27. ferð. Besta úrslitið fingu vit á seinastu leikunum í Budapest í 2024. Tá endaðu Føroyar nummar 52 av 188 londum.

 

 

Gøtumenn fáa eitt hugskot

 

Tankin um at samskipa telvingina í Føroyum í eitt meginfelag, man ivaleyst hava verið frammi av og á gjøgnum árini, sum talvfeløg vórðu stovnað. Fyrsta, sum er til skjals um hetta, er bræv, sum Gøtu Talvfelag sendir Havnar Telvingarfelag á heysti í 1963. Brævið er sent formanni Havnar Telvingarfelags, Tórarinn Evensen, 29. september 1963. Í brævinum stendur soleiðis:

 

Á fundi í felag okkara 29/9 í ár kom spurningurin um at stovna eitt landstalvfelag (meginfelag) fram. Skotið varð upp, at slíkt felag kom at bera navnið Føroya Talvfelag ella annað hóskandi navn. Viðtikið varð at seta spurningin fram fyri tykkara felag og heita á tykkum um at ganga undan í málinum við stovnanini av tílíkum felag. Við vón um, at tit taka væl undir við hesum uppskoti, frætta vit fegnir aftur frá tykkum.

 

Við heilsan

Norðragøtu Talvfelag

Ásmundur Thomsen, formaður.

 

 

Havnar Telvingarfelag tekur av álvara málið upp á aðalfundi í februar í 1965. 20. februar fer soljóðandi skriv út til øll talvfeløg í landinum og allar bygdir, har menn regluliga koma saman at telva:

 

Á ársaðalfundi Havnar Telvingarfelags tann 3. februar í ár var tosað um at fáa stovnað eitt meginfelag fyri øll talvfeløg í Føroyum. Hesin tankin hevur ofta verið havdur á lofti, tá telvarar ymsastaðni úr Føroyum eru komnir saman til stevnur og kappingar, men er tíverri ikki vorðin veruleiki enn. Tað er eyðsæð, at telvingin í Føroyum kemur ikki til sín rætt, um hon fer at halda fram sum higartil, við at øll feløgini draga meira ella minni sjálvdrátt. Tað er umráðandi at fáa eitt talvsamband, ið skal fyrst og fremst skipa fyri føroyameistaraskapskapping og harumframt verja og umboða øll áhugamál hjá teim ymsu feløgunum.

 

Saman við hesum brævi varð eisini uppskot til felagslóg í níggju greinum, sum stigtakarnir í Havnar Telvingarfelag høvdu smíðað. Til stuttleikar verða her endurgivnar tær báðar fyrstu greinirnar í uppskotinum:

 

Grein 1.

Føroya Talvsamband er meginfelag fyri øll talvfeløg í Føroyum og hevur til endamáls at fremja og vekja ans fyri telving í Føroyum og sum limur í ICCF at umboða føroyskar telvarar úteftir.

 

Grein 2

Til at fremja hetta endamál felagsins skal verða skipað fyri:

  1. kapping um føroyameistaraskapin,
  2. kappingum millum einstaklingar og feløg eins og brævkappingum og kappingum í loysing av talvtreytum,
  3. luttøku í ICCF-brævtelvingum,
  4. útgávu av talvblaðnum “Skák og Mát”, ið allir skulu halda, sum eru limir í Talvsambandinum.

Brævið og uppskotið til felagslóg varð sent feløgum og telvarum í Klaksvík, Fuglafirði, Leirvík, Gøtu, Eiði, Kollafirði, Vestmanna, Sørvági, Miðvági, Tvøroyri, Vági og Sumba. Brævið endar soleiðis:

 

Um nakar veit um onnur talvfeløg í Føroyum enn tey omanfyri nevndu, gerið so væl at lata okkum frætta, og vit skulu so senda teimum eintak av lógaruppskotinum eisini. Vit rokna við, at øll feløgini geva hesum dygga undirtøku, og tað er okkara vón, at tit lata skjótt hoyra frá tykkum, so skjøtil kann verða settur á Føroya Talvsamband.

 

Við heilsu

  1. Havnar Telvingarfelag

 

Jákup Thomsen (formaður)

Tórarinn Evensen (skrivari)

 

 

Her er kanska vert at gáa eftir, at í uppskotinum til felagslóg, sum Jákup Thomsen, formaður í Havnar Telvingarfelag, sendir føroysku talvfeløgunum í 1965, verður einki nevnt um limaskap í altjóða talvsambandinum FIDE.  

 

Miðað verður fyrst og fremst eftir at stovna eitt føroyskt Talvsamband. Skotið verður eisini upp at fara upp í aftur kappingarnar hjá felagsskapinum fyri altjóða brævtelving, ICCF. Føroyar fingu í 1946 limaskap í ICCA, sum tað tá kallaðist, men eftir undankappingina til hina triðju olympisku finaluna í brævtelving miðskeiðis í 50-árunum, datt brævtelvingin niðurfyri í Føroyum. 

 

Men føroyskur FIDE-limaskapur verður ikki nevndur í 1965 í uppskotinum til felagslóg fyri eitt føroyskt Talvsamband.

 

Hetta samsvarar kanska við útsøgn Rubek Rubeksens í gein frá 1993 um, at Jákup Thomsen, ið gjørdist fyrsti formaður Talvsambandsins, var av fyrstan tíð ikki so heitur fyri altjóða limaskapi.

 

Í brævaskifti millum Francis P. Goldney, talvhugaði fyrrverandi bretski herovastin, ið búsettist í Føroyum eftir seinna heimsbardaga, og B. H. Wood, ið fekk so stóran leiklut í føroyskari talvsøgu, sæst, at Goldney gevur ilt av sær um, at formaður Talvsambandsins ikki vil vita av føroyskari luttøku í undankappingini til EM-endaspælið í 1971.

 

Í danska talvblaðnum í apríl 1971 sæst, at Føroyar eru komnar í bólk saman við Onglandi, Hollandi og Írlandi, men tá kappingin byrjar á heysti sama ár, eru Føroyar ikki við kortini. 

 

 

Rubek til Lugano

 

Áheitanin í 1965 um at fáa føroyingar at ganga saman um eitt meginfelag fyri telving í Føroyum vann onkursvegna ikki frama kortini. Málið sovnaði aftur, og nøkur ár gingu, áðrenn nakað aftur hendi.

 

Næsti leikurin í hesum talvinum verður gjørdur í 1968. Tá fer ein felagslimur í Havnar Telvingarfelag, Rubek Rubeksen, av sínum eintingum eina ferð til Lugano har suðuri í Sveits, sum hetta heystið hýsir olympisku talvleikunum.

 

Í einum riti, sum Havnar Telvingarfelag læt prenta í samband við FM-einstaklingakappingina í 1993, hevur Rubek Rubeksen skrivað áhugaverda grein um tilgongdina til føroyskan FIDE-limaskap.

 

Í greinini nevnir Rubek nakrar lyklapersónar. Ein er John Nolsøe (1935-2016). Hann var ein av bestu telvarum í Føroyum í 60-árunum. John gekk sínar egnu leiðir. Einaferð var hann so misnøgdur við Havnar Telvingarfelag, at hann stovnaði annað felag, “Riddarin”, men tað gjørdist eitt stutt ævintýr.

 

Ein annar er Jákup Thomsen (1940-2013). Hann var formaður í Havnar Telvingarfelag í drúgt áramál, eisini stjórnaði hann Talvsambandi Føroya sum formaður fyrstu fimm árini (1970-1975). Ein triði er Tórarinn Evensen (1907-1987). Hann eigur stóran leiklut í søgu Havnar Telvingarfelags, og var millum annað oddamaður fyri fyrstu altjóða útrásini, tá farið var at telva altjóða dystir í brævtelving móti øðrum londum í 40- og 50-árunum.

 

Og hin fjórði er Francis P. Goldney (1897-1987). Bretski herovastin, ið bleiv búgvandi í Føroyum eftir kríggið, av ídnastu telvarum, og gekk undan at fáa góðar fremmandar telvarar til Føroyar.

 

Rubek Rubeksen (1943) tykist vera hann, sum fram um aðrar strongdi á at fáa Føroyar upp í altjóða Talvsambandið FIDE og sostatt sleppa at kappast á jøvnum føti við onnur lond á altjóða stigi. 

 

Rubek Rubeksen, sum Havnar Telvingarfelag í 2025 samtykti at gera til heiðurslim – sigur soleiðis frá í grein síni í 1993:

 

 

Eg hugsi, at mangir munnu hava mett um møguleikan fyri at fáa á stovn landsfelag; men í flestu førum man einki hava komið burturúr uttan bert tos.

 

Hann, sum í veruleikanum fekk meg í gongd, var John Nolsøe. Hann hugsaði mangt, sum gekk onkrum – so havi eg ikki sagt mongum – ov nær, og hann legði ikki í at dylja tað. Úrslitið var, at mangir hildu hann vera seran og torførur at hava við at gera. John og eg vóru tó samsintir í mongum, sum hevði við broytingar at gera. Hvat ið átti at verða gjørt, og hvat ið átti at vera øðrvísi. Eg helt við honum, men oftast mundi hann tosa til fánýtis, og so við og við tók hann seg meira og meira úr felagnum (Havnar Telvingarfelag), og endin var, at hann hvarv, tíverri.

 

Eg helt fram við “meylinum” og hevði tað á orði á fleiri aðalfundum. Fór eisini at tosa um at koma inn í altjóða telving. Eg haldi, at flestir hildu meg byggja stórar borgir í leysum lofti, og eitt, sum mangan hevur undrað meg, er, at sjálvur Jákup Thomsen var hart ímóti at royna (tá). Hetta mundi vera ógjørligt tóktist hann at halda. Sum vit vita, tók hann aðra støðu seinni, tíbetur.

 

Gamli vinur mín, Francis Goldney, og eg tosaðu aftur og fram um hetta mál, og hvat ið var at gera. Kanska var ikki so løgið, at flestallir hildu, at ógjørligt var at koma upp í altjóða felagsskap – í dag eru vit uppi í fleiri tílíkum felagsskøpum, so var ikki tá. Annað er, at Tórarinn Evensen segði onkuntíð, at danir høvdu altíð spent bein fyri okkum ella roynt tað.

 

Goldney, ið kendi Guð og hvønn mann – í hvussu er hvønn mann – og eg gjørdu í 1968 av at fara uttanlands at telva (vit fóru til Lugano í Sveis) og í sama sambandi at tosa við stjórn altjóðatalvsambandsins (FIDE) um møguleikar og treytir.

 

Hetta avráddu vit tveireinir, so ikki er rætt, sum onkur hevur sagt, at her heima vistu teir, hvat vit høvdust at. Veruleikin er, at hetta var gjørt í heimildarloysi! Eg helt tó, at ikki kundi skaða at tosa við teir í FIDE, og hetta átti at vera samrøða, ið ikki var bindandi fyri nakran.

 

Vinmaður Goldneys, Litmanowicz, blaðstjóri á pólska talvblaðnum og umboðsmaður pólska talvsambandsins, fekk í lag at eg fekk sæti á ársaðalfundi FIDE sum eygleiðari (observatørstatus). Har hitti eg fyrst danska umboðið Ole Schøller Larsen og spurdi hann, bart út, um danir fóru at seta seg ímóti føroyskum limaskapi. Tað stuttliga er, at eg var so bráður, at eg hevði gloymt at nevna meg. Tað fyrsta, hann segði, var tá eisini: “Sig mig, hvem er De?”.

 

Hann vildi vita, hví vit ikki vildu vera við í Dansk Skak Union (DSU), tá ið teir høvdu grønlendingarnar við. Tá ið eg hevði gjørt honum greitt, at vit høvdu onga nyttu av tílíkum felagsskapi og ikki grønlendingar heldur og vit harumframt ynsktu at gerast sjálvstøðugir limir, segði hann, at hann skuldi sjálvur viðmæla, at vit fingu imaskap, tó kundi hann ikki svara beinanvegin fyri DSU uttan at hava tosað við teir fyrst.

 

Hesaferð vóru danir sostatt heldur hjálp enn meinbogi.

 

Tá eg fekk orð á forseta FIDE, ið tá var sviin Folke Rogard, vildi hann fyrst vita, um vit skuldu “speak english, deutsch oder francais”. Har var látur uttan um okkum, tá ið eg helt, at lættast hjá okkum var at tala “svenska”.

 

Har var leyst og liðugt, vit kundu gerast limir nærsagt beinanvegin (fyribils limir í fyrstu atløgu, til tað var formliga viðtikið), og vit kundu luttaka beinanvegin eisini. So fór hann at spyrja, hvussu vorðið var í Føroyum, hvussu nógvir vit vóru, hvussu nógv feløg og um talvsambandið.

 

Hetta segði eg honum. Eisini, at einki talvsamband var. Ja, tað var ein treyt fyri at koma uppí, segði hann og legði afturat, at tað kundi ikki taka langa tíð at stovna tílíkt talvsamband.

 

Fegin um góðu móttøkuna og góðu útlitini fyri endiliga at koma upp í altjóða talvsamvinnu fór eg frá honum og oman at hyggja at hølunum, har olympisku talvkappingarnar skuldu byrja dagin eftir (hetta var í Lugano í 1968).

 

Bilsin var eg, tá tá ið eg á einari talvu sá Isole Feroe (Lugano liggur í italskmálsliga Suður-Sveis). Skjótt frættist, at higar vóru føroyingar komnir; og teir tóku sum givið, at vit ætlaðu at taka lut (sum fyribilslimir, ið vanliga fáa serloyvi at vera við). Har kundu vit so verið við fyri fyrstu ferð, høvdu vit verið eitt sindur djarvari heimanfyri. Nú gjørdist ferðin í Siegen í 1970 okkara fyrsta luttøka.

 

Heimafturkomin við hesum gleðiboðum gekk ikki so illa at fáa nakað at henda herheima. Nú kom ferð á.

 

Okkurt man eisini vera hugsað um hesi mál á bygd. Minnist meg rætt, komu trý (!) vágafeløg til okkara og bóðu okkum standa á odda fyri royndunum at stovnseta landsfelagið. (Jóhan á Ørg, hvar fóru seyrvingar? Teir síggjast ikki í dag. Sama er við miðvingum.)

 

Tað, sum seinni er hent, er óneyðugt at gera nógv burturúr.

 

Talvsamband Føroya var stovnað, og Jákup Thomsen var tá settur í starvið sum fyrsti forseti TSF´s.

 

At enda vil eg einans leggja tað afturat, at himpraðist Jákup leingi áðrenn hann tók undir við hugsanini um talvsamband og altjóða luttøku okkara, hevur hann heilhugaður og við stórum dugnasemi prógvað, at í byrjanartíðini kundu vit ongan betri fingið at røkta hetta starvið. Eingin annar hevði í tann mun sum hann kunna savna feløg og einstaklingar í ta eind, sum tílíkt talvsamband eigur at vera. Har tóktist at vera ein sterkur vilji hjá honum og flestum øðrum til at samansjóða allar. Kanska er hesin felagsandin nakað lakari í dag, ella hvat?

 

Rubek Rubeksen (“Í framlopi”) 1993

 

 

 

Í fundarfrágreiðing síni frá FIDE-aðalfundinum í Lugano í danska talvblaðnum í januar 1969 nevnir formaðurin í danska talvsambandinum, Ole Schøller Larsen, eisini hjáveru Rubeks:

 

Thorshavn Skakklub havde iøvrigt en observatør ved kongressen for at undersøge mulighederne for at Færøerne kunne blive optaget som en selvstændig nation. Dette er ikke udelukket, da de amerikanske protektorater Puerto Rico og Virgin Islands (Jomfruøerne) er medlemmer, og man derfor vil få vanskeligt ved at nægte Færøerne optagelse. Jeg meddelte formanden (Rubek Rubeksen), at vi ikke ville modsætte os Færøernes optagelse, men at vi naturligvis hellere så klubben indmeldt i DSU (Dansk Skakunion). Dette mente Rubeksen ikke var muligt.

 

 

Danskt fyrivarni

 

Hendan, millum reglurnar at hóma, ikki sørt ullinta støða, danir hava í spurninginum um sjálvstøðugan føroyskan limaskap, var ikki heilt nýggj. Føroyingar komu sum nevnt tíðliga uppí altjóða felagsskapin fyri brævtelving, ICCF, sum øll tey fyrstu mongu árini var óheftur av FIDE.

 

Hesin felagsskapur varð stovnaður í1946, og takkað veri B. H. Wood vóru føroyingar beinanvegin bodnir uppí millumtjóða brævtelving og fingu limaskap í ICCF. At hetta ikki hóvaði øllum dønum ber brævaskiftið millum kappingarstjóran í ICCF, svian Erik Larsson, og formannin í Havnar Telvingarfelag, Tórarinn Evensen, vitnisburð um. Í brævi, 6. juni 1957, skrivar ICCF-formaðurin soleiðis:

 

Tack for kort 31/5. Spörsmålet angående Färöernas egen representation i ICCF har inte tagits upp av ICCF ledningen utan på sin tid (på Amsterdam mötet bl. a.) av Danmarks dåvarande delegat Mogens Christensen. Då Mogens Christensen numera är avsatt så var hans åsikt i frågan kanske inte lika med den officiella på danskt håll. Det har jo ofta kommit anmarkningar att Färöarna har eget lag. Man säger att det vara det samma som om Gotland hade eget lag. Då Färöarna lange varit en självständig medlem av ICCF skulle jag for min personliga del helst vilja se att så även blir i fortsättningen. Om ni ej är anslutna till Dansk Skakunion på något sätt ej heller i närschack så bör det vara klart att ICCF bor ha rätt att själv avgöra frågan. ICCFs grundprincip är att ingen skall hindras från deltagende i våra turneringar.

 

Hälsningar

Erik Larsson

 

 

Í Lugano hevði formaðurin í danska talvsambandinum Ole Schøller Larsen spurt Rubek, hví ongin danskur telvari var boðin við í kappingarnar, sum vóru í Havn í 1963 og 1967, tá Ólafsson, Wood og aðrir útlendingar luttóku. Rubek spurdi afturímóti, hví føroyskir telvarar ikki høvdu verið bodnir at telva í donskum kappingum. Árið eftir kom tann fyrsta innbjóðingin til føroyingar um at senda eitt umboð í almennu kappingina um danmarkarmeistaraheitið fyri unglingar! 

 

Umframt føroyska umboðið í hesari kapping, sum var í Næstved á sumri í 1969, var eisini Jákup Thomsen, formaður í Havnar Telvingarfelag, við á ferðini. Hann hitti í Næstved formannin í danska talvsambandinum, og aftur mól upp spurningurin um føroyska innliman í FIDE. Jákup fekk tá varhugan av, at danir ongar ætlanir høvdu um at seta seg ímóti føroyskum limaskapi í FIDE. Jákup Thomsen hevur í talvsending í útvarpinum sagt so um prátið, hann hevði við DSU-formannin í Næstved í 1969:

 

…tá helt eg, teir skiltu, at skuldu vit yvirhøvur gera okkum tankar um at koma við í altjóða telving, so bar ikki til at koma sum ein partur av tí danska talvsambandinum…

 

Eggjaðir av teim signalum, ið samrøðan í Næstved var ábending um, og tí, sum FIDEforsetin hevði sagt Rubeki í Lugano, hildu menn, at stundin nú var komin at fara undir neyðturviligu fyrireikingarnar til at seta á stovn hitt føroyska talvsambandið.

 

 

Skjøtil verður settur

 

Eftir nýggjár í 1970 møttust í Havn umboð frá talvfeløgunum í Gøtu, Kollafirði, Vestmanna og Tórshavn. Á hesum fundi varð samtykt at stovna landsfelag og at boða til stovnandi aðalfundar í Tórshavn 14. februar. 

 

Á tí fyrsta nevndarfundinum 1. mars skipaði nevndin seg við Jákupi Thomsen sum formanni, Samson Højgaard, varaformanni, Hanus Joensen, kassameistara og Hans Petersen sum skrivara. Fundurin samtykti:

 

1) at søkja til Landsstýrið um ókeypis ferð við strandferðsluni til talvkappingar.

2) at søkja um limaskap í FIDE.

3) at boða frá luttøku til talvolympiaduna í Siegen, Vesturtýsklandi, sama ár.

 

Táverandi forsetin í FIDE, Folke Rogard, úr Svøríki, gav Føroyum loyvi til at luttaka á talvolympiaduni, men viðvíkjandi limaskapinum í FIDE vildi hann fyrst hava nágreiniligari vitan, um møguligt samband millum Talvsamband Føroya og Dansk Skakunion. Annars skuldi limaskapurin koma til viðgerðar á aðalfundinum hjá FIDE seinni á árinum.

 

Á FIDE-aðalfundinum í Siegen fekk Talvsamband Føroya viðurkenning sum sjálvstøðugur limur. Stóra tøkk eiga uppiborið áðurnevndi Folke Rogard og ikki minni Dansk Skak Union við ágrýtna formanni sínum Ole Schøller Larsen, at so væl gekst, stendur í gerðarbók Talvsambandsins um FIDE-aðalfundin í Siegen. Talvsamband Føroya var nú vorðin veruleiki, og fyri føroyska telving – og kanska føroyskan ítrótt sum heild – var hetta einki minni enn ein kollvelting.

 

Stórsigur á Mauritania

Føroyar gjørdu bart í sætta umfari á talvolympiaduni í Usbekistan mánadagin.
Føroyar telvaðu móti Mauritania og vunnu 3½ – ½. Tað er besta úrslit higartil.
Føroyski sigurin var væntandi. Føroyar eru styrkismettar væl hægri, og okkara telvarar høvdu meiri rating á øllum borðum. 
Mauritania er land vestarlaga í Afrika, og hevur mark við eitt nú Senegal. Har búgva góðar fimm milliónir fólk.
Føroyar eru nú nummar 122 í røðini av teimum 206 londunum í kappingini. Føroyska liðið er styrkismett nummar 107.

Les meira »

Eitt remis móti Ný Sælandi

Tað liggur heldur tvørliga fyri hjá føroyska liðnum at spæla tveir góðar dystir á rað á talvolympiaduni í Usbekistan.

 

Í fimta umfari í dag møttu vit Ný Sælandi. Teir vóru rímiligt greiðir favorittar, men kortini kennist tað sum vónbrot, at vit einans fingu eitt hálvt stig.

 

Hetta var fjórði dysturin landanna millum á talvolympiadu. Í 1970 vóru vit sørir og taptu á øllum borðum, men í 1984 gjørdu okkara menn hol í sjógvin og vunnu 2½ – 1½. Luitjen Apol (eldri) og Torkil Nielsen vunnu á øðrum og triðja borði, og tá ið nýggi styrkurin á 1. borði, John Rødgaard, telvaði javnt, var óvæntaði føroyski sigurin vísur. 

 

Triði dysturin var í Istanbul í 2012. Tá vann Ný Sæland 2½ – 1½. Fyri Føroyar vann Jóan Hendrik Andreasen, og Helgi Dam Ziska telvaði javnt. John Arni Nilssen og Rógvi Egilstoft Nielsen taptu.

 

Í gjár vunnu vit 3-1 á Surinam, men í dag lógu vit so aftur eftirá. 

 

Føroyar eru nummar 143 av 206 londum eftir fimta umfar.

 

 

Føroyar – Ný Sæland ½ – 3½

Luitjen Akselsson Apol (2305) – IM Felix Xie (2423) 0 – 1

IM John Rødgaard (2250) IM Sravan Renjith (2318) 0 – 1

Jón í Horni Nielsen (2078) – Daniel Gong (2248) ½ – ½

Rókur Davidsen (1988) – Daqi Mao (2277) 0 – 1

 

 

John Rødgaard hevur sent hesa frásøgn frá dystinum:

 

Í dag møttu vit Ný Sælandi. Har er rættiligur bráðvøkstur innan telvingina, skilja vit á lagnum.

 

Luitjen offraði við hvíta fólkinum tíðliga eina finnu fyri at fáa fríari spæl. Tað eydnaðist fyri so vítt, tí trýstið á mótstøðumannin var eitt skifti so nógv, at hann læt Luitjeni finnuna aftur. Teir endaðu so í einum frúgvaendatalvi. Har var ævigt skák í støðuni – helt eg. Men brádliga offraði Xie tvær finnur fyri at fáa rakstur á sínar tvær frífinnur. Luitjen telvaði beint eftir bókini í 23 leikir í eitt koyr, eitt skifti hevði hann fyrimunin, men frúgvaendatalv er nakað av tí torførasta at fáast við. Eitt mistak, og so ert tú fokin – og tað var tíverri tað, sum hendi.

 

Mítt talv er dømi um, hvussu nógv fyritreytirnar í talvi eru broyttar av tøkniligu alheimsgerðini. Vit kannaðu talvið saman aftaná. Mótstøðumaður mín fortelur, at hann hevði sæð tvey snartalv, sum eg hevði telvað á netinum fyri eini sjey árum síðani. Tá gjørdi eg eitt mistak í byrjanarspælinum. Tí telvaði hann, sum hann gjørdi. Sama frábrigdi sum í hesum góða snartalvi hjá mær fyri fleiri árum síðani. Í dag telvaði eg kortini betri enn ta ferðina. Men hann hevði fyrireikað eitt finnuoffur. d5 í ellinta leiki, sum Sam Shankland hevur spælt. Eg sá eina talvgrein um júst henda leikin herfyri, ið skuldi vera næstan vinnandi leikur, men eg las ikki greinina til lítar. Fyrstu fjúrtan leikirnar í dag hevði hann tí fyrireikað framman undan, men eg vardi meg væl. Hevði eg bara kunnað veitt konginum fullgott skjól, áðrenn støðan letur seg upp. Tað ráddi um at sleppa at leypa í borg. Men hvat – eg gloymi at gera tann tryggjandi leikin fyrst – at spæla frúnna á b6. So hevði verið sloppið, og tá hevði eg vunnið. Nú fekk eg afturfyri 17. Rif5! beint frammaná! Har lá eg. Hetta er helst orsøkin til, at so nógvir telvarar heldur fara at spæla bridge. Tú fært tú eitt nýtt spæl beinanvegin…

Jón telvaði við hvíta fólkinum ógvuliga rætt móti Gong. Sama gjørdi hann – Gong. Til endans opnaðist støðan eitt sindur. Jón fekk sett trýst á finnuna á f7, sum ikki kundi verjast. Mótstøðumaðurin var tí heppin, at hann kundi bjarga sær javnleikinum við ævigum skáki.

Rókur telvaði móti Mao. Hann valdi eina støðu við svarta fólkinum, tá frúgvin vanliga stendur á e7. Hví hon ikki skal setast á c7, sum Rókur gjørdi, sást í hesum talvi. Mótstøðumaðurin fann eina snilda kombinsasjón, og tó at Rókur stríddist manniliga, var torført at bjarga støðuni. Tað bøtti heldur ikki um, at mótstøðumaðurin telvaði væl.

Vit taptu tí 3½ – ½. Vit høvdu betur uppiborið í dag. 

 

 

John Rødgaard – veteranurin á føroyska talvlandsliðnum.

 

 

John Rødgaard nærkast OL-meti

 

Einki føroyskt landslið á talvolympiadu uttan John Rødgaard.

 

Soleiðis hevur verið, so leingi sum fólk flest duga at minnast. John hevur verið fastur fúsur á føroyska talvlandsliðnum í meira enn fjøruti ár.

 

Í hesum døgum er talvolympiada í Usbekistan. Og John Rødgaard er við fyri tjúgundu ferð.

 

20 ferð!

 

Tað er næstan met.

 

Telvarin, sum oftast hevur verið á talvolympiadu, er Eugenio Torre av Filipsoyggjum. 23 ferðir hevur hann luttikið í OL. Torre er føddur í 1951. Hann var fyrstu ferð við í 1970, sama ár, sum Føroyar luttóku á fyrsta sinni. Seinast at Torre var á filipinska OL-landsliðnum var í 2016. Hann skaraði framúr millum asiatiskar telvarar í drúgt áramál. Í dysti móti Føroyum í 1974 møttust Torre og 21 ára gamli føroyameistarin Luitjen Apol á 1. borði. Torre vann.   

 

Hvør, ið næstoftast hevur verið á talvolympiadu, vita vit ikki. Vit vita, at Lajos Portisch úr Ungarn hevur verið tjúgu ferðir á talv-OL, og Heikki Westerinen úr Finnlandi, hevur 19 OL-stevnur í beltinum. Bill Hook av Jomfrúoyggjunum er eisini rættur OL-veteranur, hann fekk í alt 17 talv-OL.

 

John Rødgaard tangerar tí Lajos Portisch við tjúgu olympiadum í alt. Kanska er Torre hin einasti av øllum, sum hevur verið á fleiri talvolympiadum enn føroyski landsliðsspælarin.

 

John hevur verið meira enn tvífalt so ofta á talvolympiadu enn nakar annar føroyskur telvari. Næstdrúgvastir eru Helgi Dam Ziska og Jóan Pætur Midjord. Teir hava níggju ferðir verið á talvolympiadu.  

 

 

Telvari og fótbóltsspælari

 

Í veruleikanum kundi John verið komin nógv fyrr á føroyska talvlandsliðið. Hann kom til Føroyar í 1976 sum 21 ára gamal. Ørindini vóru at spæla fótbólt í TB. Fótbólt hevði hann bara spælt á seriustigi í Esbjerg. Men tað sum føroyingar ikki vistu, uttan onkur hendinga telvari, var, at hann longu tá var millum fremstu telvarar í Danmark.

 

John var unglingameistari í Danmark í 1974 sum 18 ára gamal. Árið eftir varð hann danskur meistari í snartalvi. Hann var á liðnum hjá Nordre, sum vann danska meistaraheitið í 1979, 1980 og 1981. Í 81 var hann aftur danskur meistari í snartalvi. Tríggjar ferðir telvaði John í meistarabólkinum um DM-heitið fyri einstaklingar – í 1973, 1979 og 1980.

 

TB vann føroyameistaraheitið bæði í 1976 og aftur í 1977 við John sum týðandi spælara – og eisini venjara. Í 1978 fór hann aftur til Danmarkar, men hjartað lá eftir í Føroyum, og í 1984 var hann aftur í Føroyum og í TB.

Men nú kallaði telvingin á hann. Talvsamband Føroya vildi vita, um hann var fúsur at koma á føroyska landsliðið, sum skuldi fara til Grikkalands á talv-OL. John játtaði.

 

Elddópur við lít

John Rødgaard gjørdi bart í sínum allarfyrsta dysti á føroyska landsliðnum. Føroyar telvaðu móti Fraklandi, sum hevði fyrrverandi heimsmeistaran Boris Spasski á fyrsta borði. Og talvið teirra millum endaði javnt. 

Hetta var annar fyrrverandi heimsmeistarin, sum John Rødgaard telvaði javnt ímóti. Í Evropa Cup dysti fyri Nordre í 1980 telvaði John remis móti hollendinginum Max Euwe, sum var heimsmeistari eitt skifti í 30-árunum.

John krýndi sítt frálíka avrik á olympiaduni í Saloniki í 1984 við fyrsta IM-norminum.

Síðani hevur John verið fastur fúsur á føroyska talvlandsliðnum. Hann hevur verið við á hvørjari olympiadu fyri Føroyar síðani 1984. Føroyar luttóku ikki í Dubai í 1986. Føroyar boykottaðu kappingina saman við øðrum londum, tí fyrireikararnir sýttu Ísrael at vera við.  Í 2020 var eingin olympiada vegna korona.

Tey fyrstu nógvu árini var hann okkara suvereni oddamaður, men nettupp hjávera Rødgaards í føroyskari telving hevur ivaleyst verið ein kveikjan fyri aðrar yngri føroyingar, ið nú fóru at seta sær størri mál í talvi. Tað endaði so við, at vit fingu góðar telvarar undan, ið seinni hava yvirhálað lærumeistaran. Tað er lívsins gongd.

Øll árini, ið John búði í Føroyum, telvaði hann dúgliga í føroysku landskappingini fyri lið, og seinni var hann eisini við í FM-kappingini fyri einstaklingar. 

 

Fleiri enn 300 landsdystir

Tað verður helst seinur dagur, at nakar tekur landsliðsmetið í føroyskari telving, sum John eigur.

Fyri tjúgundu OL-stevnuna hesaferð hevði John spælt í alt 207 OL-landsdystir. Taka vit so alt hitt aftrat – EM, smálandakapping, 8-landakapping og Íslandsdystirnar – fáa vit næstan hundrað dystir omaná. Alt íroknað var John skrásettur fyri 306 landsdystir fyri Føroyar áðrenn OL í Usbekistan.

Til sammetingar kann nevnast, at tá ið danski talvhøvundurin Svend Novrup roknaði donsku hagtølini út í 1979, stóðu Bent Larsen og Jens Enevoldsen við danska metinum fyri í alt 140 dystir.

So kann tað vera lagnunnar speisemi, at ein dani eigur suverena landsliðsmetið í talvi fyri Føroyar. Men veruleikin er, at eingin hevur verið so fúsur at umboða føroyska talvlandsliðið sum John Rødgaard.

John er nú 71 ár. Telvar hann eitt OL aftrat, so tekur hann eisini annað met. Tá er hann elsti føroyski telvarin í OL. Thorstein Vilhelm hevur hetta metið. Hann var 72 ára gamal á olympiaduni á Malta í 1980.

Og nú tað stendur á at fáa okkara sterkastu telvarar, sum eru í bestu árum, at umboða Føroyar á talv-OL, tá kann henda seg, at John Rødgaard einaferð tekur OL-metið hjá Eugenio Torre.