Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 19)

Seinastu Tíðindini

Søguliga sterkt FM

Havnar Telvingarfelag, sum hin 18. apríl í ár fyllir 100, skipar um páskirnar fyri árligu føroyameistarakappingini í talvi fyri einstaklingar.
 
Og nú so stórur dagur nærkast, er tað hugaligt hjá elsta talvfelagnum í landinum at sanna, at flest allir av okkara fremstu telvarum fara at hátíðarhalda hetta søguliga hvarvið í føroyskari telving við at manna hin sterkasta FM-bólkin nakrantíð. Undantikin eru tey hendinga árini, tá ið útlendingar eru bodnir við í eina opna FM-kapping.

Les meira »

FM nærkast

Árliga føroyameistarakappingin í talvi fyri einstaklingar stundar til. Kappingin byrjar annan leygardag 1. apríl.
 
Eitt, ið ger kappingina serstaka í ár, er, at Havnar Telvingarfelag hin 18. apríl fyllir 100 ár. Tí er langt síðan avrátt, at elsta talvfelag í landinum hýsir kappingini.  
 
Telvað verður í auluni í Finsen – í gamla kommunuskúlanum. Umførini eru sjey, og telvað verður dag um dag til langa fríggjadag 7. apríl. Telvað verður í fýra bólkum; landsliðsbólkinum, 1. bólki, almennum bólki og unglingabólki. Haraftrat verður eisini serstøk veterankapping skírisdag og langa fríggjadag.

Les meira »

Innbjóðing: VT Barna Open 26.03

Sunnudagin 26. mars verður kvik-talvkapping fyri børn á Miðnámi í Vestmanna. Hettar er seinasta barnakapping av hesum slag hettar kappingarárið. Kappingin byrjar kl. 14 og 5 umfør verða telvað við tíðini 10 minuttir + 5 sekund per leik. Les meira »

Innbjóðing til Samskip Kvik – GP finalan

 

Leygardagin 25. mars verður Grand Prix finalan telvað í skúlanum við Løkin í Runavík. Kongshavnar Talvfelag er vertur, og ber endaliga kappingin navnið Samskip Kvik. Samskip sponsorerar kappingina, og tí eru vinningarnir í GP finaluni serliga tiltrekkjandi í ár. Les meira »

Vágamenn vunnu dramatiska FM-finalu

Tað var spenningur og drama við lít, tá ið vágamenn og havnarmenn í dag telvaðu um meistaraheitið, fyrst í regluligum dysti, og síðani í umdysti, skipaður sum kviktalv við munandi minni leiktíð. 
 
Fyrst vunnu havnarmenn 3-1. Tað gav teimum umdystin. Nú vóru teir rímiligt favorittar eftir frálíka sigurin á ósigraða oddaliðnum, men í  umdystinum tók alt eina bráða vend. Vágamenn vóru neyvari og kringari og kaldari, tá ið á stóð.

Les meira »

Sandavágur vann FM fyri lið

Eftir at hava vunnið allar dystirnar í liðkappingini, taptu sandavágsmenn 10. og seinasta umfar 1-3 fyri HT.
Henda gjørdi, at bæði liðini endaðu jøvn, og tískil mátti umdystur til, fyri at finna vinnararnar.
Umdystin vann ST 3-1. Í umdystinum vórðu telvaði kviktalv (10 min. hvør + 5 sek. pr. leik).
Meira um hetta seinni.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá endaumfarinum, ið varð telvað á Skúlatrøð í Klaksvík.

FM í liðkappingini verður avgjørt við umdysti.

Umdysturin verður leiktur soleiðis:
1. Liðini telva 1 kviktalv. Lutakastið gav HT hvítt á 1. borði. Um tað framvegis stendur á jøvnum:
2. Liðini telva 1 snartalv. Nýtt lutakast um farvurnar. Um tað framvegis stendur á jøvnum:
3. 1. borðini (Rógvi og Helgi) telva 2 snartalv. Nýtt lutakast um farvurnar. Um tað framvegis stendur á jøvnum:
4. 1 armageddon talv (annar telvarin skal vinna talvið). Nýtt lutakast um farvurnar.
og her við viðmerkjarum:

Sandavágur ella Havnin?

Leygarmorgunin 18. mars endar landskappingin í talvi við stórum felagsumfari á Skúlatrøð í Klaksvík.
 
Mesti spenningurin er í 1. deild. Sandavágs Talvfelag hevur verið einaráðandi í vetur og vunnið allar níggju dystirnar. Men kortini er eingin avgerð fallin enn. Føroyameistarnir úr Havnar Telvingarfelag eru tvey stig aftanfyri. 

Les meira »

Beinleiðis frá seinasta umfarinum í liðkappingini

Klaksvíkar Talvfelag er vertur fyri 10. og seinasta umfarinum í liðkappingini 2022/23, ið verður telvað á Skúlatrøð í Klaksvík, í morgin kl. 10.

112 telvarar telva í 4. deildum, deilt yvir 28 lið. Í 1. deild eru 6 lið, í 2. deild eisini 6 lið, somuleiðis 6 lið í 3. deild og 10 lið eru í 4. deild. Les meira »