Seinastu Tíðindini
Føroyar til EM í talvi

Høgni Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen á ovaru borðunum hjá Føroyum í dysti móti Sveis í EM-stevnuni í 2023.
Føroyar til EM í talvi
Sunnudagin verða fyrstu leikirnir fluttir í stóru EM-stevnuni í talvi fyri landslið.
Telvað verður suðuri við Svarta Havið í georgiska høvuðsstaðnum Batumi. 39 lond verða við.
Føroyar eru styrkismettar nummar 36. Miðalstyrkitalið hjá føroyska liðnum er 2323. Tey trý londini, sum eru styrkismett niðari, eru Kosovo (2310), Skotland (2214) og Írland (2164). Týskland, Holland og Ungarn eru styrkismett ovast.
Føroyska landsliðið manna hesir fýra:
1. IM Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2389
2. Luitjen Akselsson Apol, HT 2318
3. Rógvi Egilstoft, ST 2309
4. Martin Poulsen, HT 2276
Kappingin byrjar sunnudagin 5 oktober. Níggju umfør eru, telvað verður til týsdagin 14 oktober. Einasti frídagurin er leygardagin 11 oktober.
Helgi ikki við
Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, verður ikki við. Helgi var heldur ikki við í seinastu EM-stevnuni fyri tveimum árum síðani. Knúturin var tá ein træta um samsýning, men tann knúturin varð seinni loystur millum Talvsambandið og stórmeistaran, og Helgi var við á landsliðnum á talvolympiaduni í Ungarn í fjør.
Hesaferð er eingin ósemja. Føroyska talvlandsliðið hevur tvær kappingar í heyst, umframt EM nú í oktober, er onnur kapping í november. Tá hýsir Kýprós kappingini fyri smátjóðir í Evropa, og tá verður stórmeistarin við á føroyska landsliðnum. Ein samanrenning av arbeiðsviðurskiftum, familjulívi og ólagaligari ferðing til Batumi, tá talvolympiada var har í 2018, fingu Helga at setast aftur hesaferð.
Fjórða EM
Mótstøðan er ógvuliga hørð í EM. Harðari enn í OL. EM-stevnan fyri talvlandslið er sum eitt stórt endaspæl. Í EM eru næstan bara sterkari lond at kappast við. Tey, sum vit møta í smálandakappingini, eru ikki við í EM. Tí er tað missur, ið merkist, tá okkara besti telvari ikki er við.
Hetta verður fjórða ferðin, at Føroyar eru við í EM. Kappingin er annaðhvørt ár. Í 2023 var kappingin í Montenegro. Tá endaðu Føroyar nummar 37 av 38 londum. Føroyar vóru styrkismettar nummar 36. Vit fingu tá Skotland afturum okkum.
Bestu úrslitini vóru:
Føroyar – Skotland 3½ – ½
Føroyar – Finnland 2 – 2
Føroyar – Kosovo 2- 2.
Úrtøkan hjá føroysku telvarunum í seinasta EM var:
1. borð: Høgni Egilstoft Nielsen 3½/9
2. borð: Martin Poulsen 3/9
3. borð: Rógvi Egilstoft 3½/9
4. borð: John Rødgaard 4/9
Kreta og Reykjavík
Føroyar vóru ikki við í EM í 2021 og ei heldur í 2019.
Í 2017 var telvað á Kreta. Tá gjørdust Føroyar nummar 36 av 40 liðum. Føroyska liðið var styrkismett nummar 35.
Í EM 2017 á Kreta var úrtøkan hjá føroysku telvarunum henda:
1. borð: GM Helgi Dam Ziska 4½/7
2. borð: Høgni Egilstoft Nielsen 3½/9
3. borð: Rógvi Egilstoft 4½/8
4. borð: IM John Rødgaard ½/6
5. borð: IM John Arni Nilssen 1½/6.
Fyrsta EM-ævintýrið var í Reykjavík í 2015 – í Laugardalshøllini, har Fischer og Spasski í 1972 telvaðu um HM-heitið.
Føroyar endaðu nummar 34 av 36. Úrslitið var í samsvari við styrkismetingina. Besta dystarúrslitið var 2 – 2 javnleikurin móti Danmark. Helgi vann prestisjudystin á 1. borði móti Sune Berg Hansen.
Føroyska einstaklingsúrtøkan í EM 2015 í Reykjavík var henda:
1. borð: IM Helgi Dam Ziska 4½/8
2. borð: IM John Rødgaard 1½/7
3. borð: Høgni Egilstoft Nielsen 2/7
4. borð: Rógvi Egilstoft 4/8
5. borð: IM John Arni Nilssen 1/6
Landskappingin byrjar í næstum
Nú talvlandsliðið er í eldinum í alt heyst, er verri at leggja heimligu landskappingina. Uppskot um leikskrá er í løtuni til hoyringar hjá feløgunum.
Gongst sum ætlað, verður byrjað um miðjan oktober. Skráin kemur væntandi út ein av fyrstu døgunum. Helst verða færri leikdagar hesumegin ársskiftið enn eftir nýggjár. Leikumførini eru sum vant tíggju í alt.
Annars er at siga, at landsliðið til smálandakappingina í Kýprós í november er eisini sett. Talvsambandið hevur hesaferð avrátt, at tveir ungir telvarar skulu sleppa við. Í alt verða fimm telvarar á liðnum.
Hesir fara at umboða Føroyar á Kýprós seinni í heyst:
1. GM Helgi Dam Ziska
2. IM Høgni Egilstoft Nielsen
3. Luitjen Akselsson Apol
4. Jón í Horni Nielsen
5. Elias Petersen
Tilmelding til liðkappingina 2025/2026
Hervið verða feløgini biðin um at tekna lið til liðkappingina 2025/2026.
FIDE dómaraskeið
Í døgunum 4. til 7. september 2025 varð skipað fyri FIDE Arbiters’ Seminar (dómaraskeið) í Keypmannahavn, danska talvsambandið, skipaði fyri.
Høgni frálíkt úrslit
Føroyameistarin í talvi, Høgni Egilstoft Nielsen, vann nú um dagarnar stórmeistarabólkin í sterku donsku kappingini Copenhagen Chess Challenge.
Føroyingurin tók øll á bóli við frálíka úrslitinum. Høgni var styrkismettur nummar seks av teimum tíggju telvarunum í stórmeistarabólkinum. Kortini var hann mentur at fara ósigraður gjøgnum tey níggju umførini og vinna kappingina.
Høgni, sum á talvolympiaduni í Budapest í fjør, ognaði sær heitið sum altjóða talvmeistari, var hesaferð bara eitt stig frá sínum fyrsta stórmeistaranormi.
Við í kappingini vóru tríggir stórmeistarar og fimm altjóða meistarar. Tríggir hava verið danskir meistarar; Carsten Høi, Bjørn Møller Ochsner og Martin Haubro, og Johnny Hector hevur verið svenskur meistari, seinast í 2022.
Hetta er besta úrslit hjá 28 ára gamla Høgna Egilstoft Nielsen í einstaklingakapping. Styrkital hansara táttar nú í 2400. Høgni og bróðirin Rógvi telvaðu í vár í kapping í Spania, men gjørdu ikki hol í sjógvin ta ferðina.
Góða úrslitið í Danmark vekir ans, og styrkir illgrunan um, at Høgni hevur evnini til av álvara at røkka longur fram á leið.

Høgni Egilstoft Nielsen. Føroyameistarin var um reppið at tryggja sær fyrsta stórmeistaranormin.
Copenhagen Chess Challenge 2025
1. IM Høgni Egilstoft Nielsen (Føroyar) 2372 – 6 stig
2-4. GM Bjørn Møller Ochsner (Danmark) 2478 – 5½ stig
2-4. IM Filip Boe Olsen (Danmark) 2467 – 5½ stig
2-4. FM Bhagat Kush (India) 2369 – 5½ stig
5. IM Nicoali Kistrup (Danmark) 2367 – 5 stig
6. GM Jonny Hector (Svøríki) 2427 – 4½ stig
7. IM Magnus Ermitsch (Týskland) 2406 – 4 stig
8-9. GM Carsten Høi (Danmark) 2288 – 3½ stig
8-9. FM Vitus Bondo Medhus (Danmark) 2326 – 3½ stig
10. IM Martin Haubro (Danmark) 2388 – 2 stig
August-yvirlitið
Altjóða talvsambandið FIDE kunngjørdi í dag nýggjasta styrkilistan. Føroyar eru nummar 73 í røðini av teimum 201 limalondunum, ið talvsamgongan hevur skrásett. Yvirlitið er grundað á miðalstyrkitalið hjá fremstu tíggju telvarunum hjá hvørjum landi sær.
Tann føroyski topp-10 listin fyri august er hesin:
1. GM Helgi Dam Ziska 2543
2. IM Høgni Egilstoft Nielsen 2389
3. IM John Arni Nilssen 2332
4. Luitjen Akselsson Apol 2318
5. Rógvi Egilstoft 2309
6. Martin Poulsen 2276
7. IM John Rødgaard 2260
8. Ólavur Simonsen 2199
9. Jóan Hendrik Andreasen 2194
10. Flóvin Tór Næs 2177
Javnt í ólavsøkutalvdysti

Havnarmenn og klaksvíkingar avmyndaðir saman eftir talvdystin á ólavsøku í gjár.
Árligi talvdysturin ólavsøkuaftan millum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag endaði javnur 5 – 5.
Hetta er fyrsta ferðin, síðan hesin tátturin var tikin uppaftur í 2021, at dysturin er endaður javnur.
Havnarmenn vóru við yvirlutan á teimum ovaru borðunum, klaksvíkingar høvdu munin á aftaru borðunum.
Telvað var á tíggju borðum í hølum Havnar Telvingarfelags í Finsen. Dysturin tók knappan tíma, talan var tí um kviktelving.
Ólavsøkutelving
Talvlega
Fyrsta vikuskiftið í mai varð skipað fyri talvlegu í skótahúsinum í Kollafirði, har 35 børn luttóku. Tiltakið byrjaði við talvundirvísing í trimum bólkum. Undirvísarar vóru Luitjen A. Apol, Haldur Suni Johansen og Árant Djurhuus.
Talvhugni fyri gentur
Sunnudagin 15. juni skipaði Talvsamband Føroya, saman við talváhugaðum foreldrum, fyri talvhugna fyri gentum. Skótahúsið í Kollafirði var karmur um tiltakið, og 15 gentur í aldrinum 5-11 ár luttóku.
Sigurð er ársins eldsál í talvi

Talvsamband Føroya Faroechess