Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Avgerandi oddabrak mikumorgunin

Avgerandi oddabrak mikumorgunin

Føroyar vunnu stórsigur 4 – 0 á San Marino í fimta umfari í smálandakappingini í talvi fyri landslið suðuri á Kýprós týsdagin. Allir vunnu – Helgi, Luitjen, Jón og Elias. Høgni hevði frí.

Føroyar eru nú næstfremstar av teimum tíggju liðunum. Kýprós er eitt stig fremri. Og í sætta umfari mikumorgunin bresta oddaliðini Kýprós og Føroyar saman.

Føroyar gjørdu bart móti San Marino í fimta umfari. Allir vunnu. Helgi Dam Ziska, Luitjen Akselsson Apol, Jón í Horni Nielsen og Elias Petersen (fremst í myndini). 

Føroyar – San Marino 4 – 0

1. GM Helgi Dam Ziska (2543) – Danilo Volpinari (1955) 1 – 0

2. Luitjen A. Apol (2288) – Ezio Righi (1884) 1 – 0

3. Jón í Horni Nielsen (2084) – Mirko Leardini (1833) 1 – 0

4. Elias Petersen (2004) – Giancarlo Berardi (1783) 1 – 0

Tað tók sína tíð, áðrenn allir vóru lidnir, men tíbetur lukkaðist at fáa fyrsta 4-0 sigurin til høldar.

Sigurðsrøðin hjá Kýprós stendur við. Í fimta umfari koppaðu teir Liktinstein, sum var fyri sínum fyrsta ósigri. Annar lykladystur var millum Monako og Luksemburg, og her vann Luksemburg tepurt.

Vertstjóðin Kýprós er framvegis á odda, men Føroyar og Andorra eru beint í hølunum á teimum. Vit eru í løtuni stavnin undan Andorra við hálvum stigi meira í borðstigum. Kappingin er ógvuliga hørð millum fremstu fimm liðini.

5. umfar (týsdagin 18. november)

Føroyar – San Marino 4 – 0

Kýprós – Liktinstein 3 – 1

Monako – Luksemburg 1½ – 2½

Malta – Andorra 1½ – 2½

Guernsey – Jersey 2 – 2

Støðan eftir fimm umfør

1. Kýprós  9 dystarstig (15½ borðstig)

2. Føroyar 8 (15)

3. Andorra 8 (14½)

4. Luksemburg 7 (14)

5. Liktinstein 7 (10½)

6. Monako 5 (10)

7. Malta 2 (8)

8. Jersey 2 (6)

9. San Marino 1 (3½)

10. Guernsey 1 (3)

Toppdystur móti Kýprós

Mikudagurin verður ógvuliga avgerandi. Tvey umfør skulu telvast. Føroyar hava oddaliðið Kýprós í morgundystinum. Seinnapartin møta vit Liktinstein, sum eisini hevur staðið seg væl.

Føroyar manna seg við Helga Dam Ziska, Høgna Egilstoft Nielsen, Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsen móti ósigraða Kýprós. Vit hava hægri styrkitøl á øllum borðum, og áttu tí at kunnað vunnið dystin. Men heimaliðið er flúgvandi, og hevur tikið øll á bóli.

Drúgvur mikudagur

6. umfar (19. november kl. 07:30)

Kýprós – Føroyar

Andorra – Monako

Liktinstein – Luksemburg

Jersey – Malta

San Marino – Guernsey

7. umfar (19. november kl. 13:30)

Føroyar – Liktinstein

Luksemburg – Andorra

Guernsey – Kýprós

Malta – San Marino

Monako – Jersey

Til ber at fylgja við leik fyri leik úr Larnaca. Heimasíðan Lichess.org stroymir allar dystirnar. Kappingin nevnist 9th ESNA Chess Championship 2025.

Sí eisini

Søgulig steypakapping

Suðuroyar Talvfelag, ið fyrr í ár vunnu uppflyting til 3.deild, tóku enn eitt megnartak fyri …