Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Vunnu toppdystin

Vunnu toppdystin

Føroyar koppaðu í morgun Kýprós í oddabrakinum í smálandakappingini í talvi fyri landslið suðuri í Larnaca.

Føroyar vunnu dystin 3-1, og eru nú fremst av teimum tíggju liðunum í kappingini. Helgi Dam Ziska og Jón í Horni Nielsen vunnu, og Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol telvaðu javnt.

Føroyar móti Kýprós í Larnaca í morgun. Ovast í myndini sæst Helgi Dam Ziska eygleiða gongdina á hinum borðunum. Hann og Jón í Horni Nielsen, fremstur á myndini, vunnu síni talv, og grundaðu soleiðis frálíka føroyska 3 – 1 sigurin í hesum toppdystinum.

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska telvaði eitt ógvuliga stílreint og lýtaleyst talv við svarta fólkinum á fyrsta borði, og vann sannførandi. Jón vann á fjórða borði við hvíta fólkinum í meira rokaligum talvi, sum kundi farið báðar vegir. Í svárari tíðarneyð uppundir evstamark snávaði kýprin.

Høgni og Luitjen høvdu tamarhald á sínum støðum, teir telvaðu varisliga; javnvágin var ongantíð skakað. 

Eitt frálíkt úrslit og ein ógvuliga týðandi sigur hjá Føroyum, sum nú aftur er á odda í kappingini. Men Andorra er í hølunum á okkum. Í dystarstigum stendur á jøvnum, men vit hava eitt borðstig fleiri enn teir.

Nú seinnapartin er sjeynda umfar á skránni. Føroyar telva móti Liktinstein, sum vann fyrstu fýra dystirnar, men nú hava teir tapt fyri Kýprós í gjár og Luksemburg í morgun.

Føroyska manningin móti Liktinstein verður henda: Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Luitjen Akselsson Apol og Elias Petersen.

Ein lykladystur í sjeynda umfari verður millum Andorra og Luksemburg.

Í morgin er frídagur á Kýprós.  Seinastu tvey umførini í smálandakappingini verða telvað fríggjadagin og leygardagin.

6. umfar, mikudagin 19. november

Kýprós – Føroyar 1 – 3

Alexandros Isaakidis (2249) – GM Helgi Dam Ziska (2543) 0 – 1

Konstantinos Michaelidis (2245) – IM Høgni Egilstoft Nielsen (2385) ½ – ½

Rafail Antoniou (2123) – Luitjen Akselsson Apol (2288) ½ – ½

Konstantinos Konstantinidis (2052) – Jón í Horni Nielsen (2084) 0 – 1

Sí eisini

Innbjóðing til FM-Snar og FM-Kvik

Komandi vikuskiftið verður Talvhúsið á Toftum karmur um FM-Snar og FM-Kvik 2025.