Føroyar telva móti Skotlandi í dag í øðrum umfari í evropameistarakappingini fyri landslið suðuri á Kreta. Skotland er eitt av liðunum, sum er styrkismett aftari enn Føroyar í røðini.
Eins og í EM í Reykjavík fyri tveimum árum síðani er talan um eitt B-lið hjá Skotlandi. Eingin av skotsku stórmeistarunum eru við á Kreta, hvørki Rowson, Turner, Motwani, Shaw, McNab ella nakar annar. Kortini er bara ein av skotsku stórmeistarunum, sum hevur hægri styrkital enn Helgi Dam Ziska. Føroyar vunnu á Skotlandi í seinastu EM-kappingini, og ætlanin er at endurtaka sigurin í dag. Les meira »