Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / NM-frásøgn: Dagur 3

NM-frásøgn: Dagur 3

Norðurlandameistaraskapið í talvi fyri skúlaungdóm er av á hesum sinni. Samanumtikið kláraðu allir føroyingarnir seg væl, men tað var Luitjen Akselsson Apol, sum skaraði framúr, við at enda á einum flottum 2. plássi í sínum bólki.

Spenningurin var stórur, undan síðsta talvdegi í Íslandi. Allir telvararnir hugsa sjálvandi um sítt egna talv, men størsti spenningur var um úrslitini hjá Luitjeni. Hann hevði skavað 3 stig av 4 møguligum, og lá á 2. plássi. Um alt gekk eftir vild, so kundi hann blíva Norðurlandameistari í sínum bólki. Skjótt sást, at hann stóð væl í fyrra talvinum. Hann kendi byrjanina betur enn mótstøðumaðurin, og fekk eitt sera lovandi kongaálop. Undir vanligum umstøðum, so var ikki nógv at ivast í, støðan var vunnin. Men nervarnir byrjaðu spakuliga at gera seg galdandi. Luitjen hevði ringt við at sita við borðið og hugsavna seg. Tað er skjótt hvønn vegin í talvi. Bara tú tekur eina skeiva avgerð, so hevur tú tapt eitt annars vunnið talv. Men Luitjen kláraði tíbetur at halda høvdið kalt og vinna talvið.

Hin telvarin í bólki D fekk eisini eitt gott úrslit. Elias telvaði móti sterkari mótstøðu. Mótstøðumaðurin hevði meira enn 800 ratingsstig meira enn Elias. Men Elias valdi at stríðast og fara eftir møguleikanum, sum altíð er har. Hann var væl við leingi, men misti so eina finnu og stóð til at tapa. Men hann kempaði víðari. Hann fekk viknað um kongastøðuna hjá mótpartinum, sum gjørdi, at hann slapp at skáka við frúnni. Eftir nógvar leikir og nógv skák, sá Elias eitt sera flott offur, sum tíverri “bara” gav javnleik.

Í yngsta bólkinum var innanhýsis uppgerð. Brestir kom betur frá byrjan og kláraði at lumpa ein heilan mann frá Róki. Vanliga er eitt talv vunnið, um ein fær ein mann fyri einki, men í yngsta bólkinum kann mangt og hvat henda. Móti endanum av talvinum, sá Brestir, at hann hevði møguleika at máta Rók. Trupulleikin var bara, at ætlanin tók 3. leikir, og Brestir gloymdi, at Rókur slapp eisini at flyta. Ein maður stóð í deyða, og so endaði javnt.

Flottasta talvið av øllum føroyingunum í kappingini, telvaði Janus í 5. umfari. Í 4. umfari tapti hann, tí hann var ov bangin, í góðari støðu móti sterkasta telvara í kappingini. Hetta rættaði hann uppá í 5. umfari. Í javnari støðu, vísti Janus stórt dirvi og ofraði ein riddara fyri 3 finnur. Hann sá, at hann fekk gott álop, men ringt var at fáa eygað á nakað, sum vann lættliga. Janus herjaði á mótstøðumannin, sum ikki kláraði at standa ímóti og mátti leggja kongin.

Jón, Flóvin og Eli taptu móti sterkari mótstøðu, meðan Leif fekk javnleik. Hann royndi at trýsta mótstøðumannin, men hann vardi seg væl til ein javnleik.

 

Fyrireikingarnar til 6. umfar vóru spennandi. Luitjen visti ikki heilt, um hann skuldi fara eftir at vinna kappingina, men samstundis hava møguleika at missa alt. Ella um hann skuldi bjóða javnt og tryggja sær 2. pláss. Tá útrokningarnar vístu, at hann sjálvt við einum sigri ikki hevði havt nokk við at vinna kappingina, so var lætt at taka avgerð. Hann bjóðaði javnt tíðliga í talvinum og fekk 2. plássið í bólkinum.

Tvey onnur stig komu í síðsta umfari. Benjamin kom sera illa frá byrjan og stóð klárt til at tapa. Men enn einaferð fingu vit at síggja, at ein má trúgva upp á tað, sum næstan er ómøguligt. Mótstøðumaðurin helt, at hann fór at fáa frúgv upp, men Benjamin var snildari og lumpaði mótstøðumannin, so at endin var, at tað var Benjamin, sum bleiv fyrr at fáa frúgv upp. Flóvin yvirraskaði aftur, við at vinna móti einum telvara, sum hevði um 300 ratingsstig meira enn hann. Flóvin hevur veruliga víst í hesi kappingini, at við at venja og halda á, so fær mann úrslit fyrr ella seinni.

Hinir føroyingarnir taptu, men onkrar støður vóru, sum vit kundu havt fingið meira burturúr. Serliga Janus og Eli stóðu væl, kanska so væl, at teir burdu havt vunnið. Síðsta umfar gav sostatt 2½ stig og dagurin 6½.

 

Samanlagt fingu føroyingarnir 20½ stig í kappingini. Tað er eitt tað besta úrslitið nakrantíð hjá føroyskum talvungdómi. So at siga allir telvararnir telvaðu betur, enn hvat styrkitalið væntaði av teimum. Tilsamans fara telvararnir 217,8 ELO-ratingsstig upp á FIDE listanum. Tað vil siga, at teir hava næstan fingið 6 stig meira, enn hvat styrkitalið væntaði av teimum. Alt er ikki bara rating. Mann skal eisini minnast til, at telvarnir læra sera nógv, av at luttaka í eini sovorðnari kapping. Tað er, tá mann bjóðar teimum góðu av, at mann lærir nakað. Mín vón er, at telvararnir hanga í og læra, men eg vóni eisini, at vit skjótt kunnu samanlíknast við hini norðurlondini. Eg vóni, at vit fáa fleiri telvarar sum Luitjen.

Luitjen skaraði framúr í kappingini. Hann er nú nr. 2 í sínum aldursbólki í Norðurlondum. Luitjen hevur tað ikki frá fremmanum. Mamman eitur Apol til eftirnavn, sum sigur nokk í sjálvum sær. Pápin telvar eisini, men tað er á einum øðrum talvborði. Hvussu tað liggur fyri hjá honum, tori eg illa at skriva nakað um her. Men líka mikið hvat og hvussu, so leggur hann ikki kongin, sjálvt um hann missir eitt fólk fyri og annað eftir. Men tað eru ikki evnini, sum gera, at Luitjen fær so góð úrslit. Vit eiga aðrar telvarar, sum hava somu evnir, sum hann. Tað, sum ger hann so góð er, at hann hevur funnið útav, at um mann vil blíva betur enn hinir, so er tað bara ein máti, tað kann gerast uppá. Mann má venja meira enn hinir. Ein klókur maður segði tað so væl einferð. Hann segði nakað soleiðis: “Fyri at blíva góður til nakað, so skulu bara 3 ting til. Venjing, venjing og venjing.”

 

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …