Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / NM-frásøgn: Dagur 2

NM-frásøgn: Dagur 2

Annar dagur royndist eisini væl hjá føroysku telvarunum, sum veruliga hava bitið frá sær, í NM kappingini í skúlatelving. Føroyingarnir eru væl lægri styrkismettir enn mótstøðumenninir, men tað sær ikki út til at ávirka okkara telvarar stórvegis.

Tvær innanhýsis uppgerðir vóru í 3. umfari. Í bólki C møttust Jón og Benjamin, og í bólki B møttust Leif og Flóvin. Talvið var ikki meira enn byrjað, tá Jón og Benjamin samdust um javnleik. Leif og Flóvin valdu báðir at stríðast fyri tí heila stiginum. Leif kom betur frá byrjan og kláraði at trýsta Flóvin somikið, at hann mátti geva honum ein mann. Tað sá út til, at tað fór at blíva eitt stutt talv, men Flóvin vildi tað øðrvísi. Hóast truplar umstøður, so strýddist hann væl og royndi at fáa eitt mótálop í gongd. Leif telvaði eitt sindur ov varisliga, og lovaði Flóvini eitt sindur við aftur í talvið, men eftir eina løtu, so gjørdi hann av við hann.

Vit fingu eitt stig afturat í 3. umfari. Janus telvaði við svarta fólkinum móti norsku kvinnuni Sara Næss. At telva móti tveimum frúgvum er ikki lætt. Um tað hevur ávirkað róliga klaksvíksmannin, dugi eg ikki at meta um, men hann kom heldur illa frá byrjan. Janus fór í stuttu borg, meðan mótstøðukvinnan fór í longu borg. Tá farið verður í hvør sína borg, skal berast skjótt av. Tann, sum er fyrst at leypa á borgina hjá mótstøðumanninum, stendur ofta eftir sum vinnari. Norska kvinnan var skjótari at leypa á, men Janus vardi væl, og áðrenn nakrar visti av, fór hann í eitt knúsandi mótálop, sum ikki kundi verjast.

Hinir føroyingarnir royndu tað besta, sum teir hava lært, men mótstøðan var ov hørð, til at nakað skuldi spyrjast burturúr. Tættast við var Luitjen, sum vann bæði talvini fyrsta dagin. Eins og í talvinum hjá Janusi, so fóru teir í hvør sína borg. Ta einu tíðina sá gott út hjá Luitjen, men hann fann ikki røttu ætlanina í avgerandi løtuni, og tapti til endast talvið.

 

Seinna umfar er ofta meira spennandi. Telvararnir, sum hava havt eitt langt talv fyrr um dagin, eru vorðnir móðir. Feilirnir gerast fleiri í tali sum tíðin gongur. 4. umfar var einki undantak. Fyrst lidnir av føroyingunum vóru Brestir, Rókur og Elias. Teir taptu tíverri allir.

Benjamin og Jón fingu báðir spennandi støður. Jón yvirsá eitt offur, sum gjørdi, at tá avtornaði hevði hann ein heilan rók minni. Benjamin roknaði seg fram til eitt rókaendatalv við tveimum finnum meira, sum hann helt var vunnið. Men tað var lættari sagt enn gjørt. Hann royndi sítt besta, men tað endaði við einum javnleiki, sum hóast alt var flott, tí mótstøðumaðurin hevði góð 400 ratingsstig fleiri enn Benjamin.

Nú vóru 5 talv liðug, og vit høvdu bara fingið ½ stig. Teir, sum sótu eftir, høvdu heldur ikki nakað serligar støður. Vandi var fyri, at hatta skuldi blíva eitt heldur soltið umfar. Luitjen telvaði væl í byrjanartalvinum, men hevði ringt við at finna ta røttu planina. Tað sá út til, at hann ætlaði sær í kongaálop, tá hann byrjaði at ganga frameftir við h-finnuni, men ilt var at síggja, hvussu hann skuldi fáa nakað álop í lag. Luitjen hevur nokk sæð longur fram enn tey flestu, tí tað var júst ein máthóttan, sum gjørdi, at hann vann ein rók og eisini talvið. Luitjen liggur nú nr. 2 við 3 av 4 stigum. Spennandi verður at fylgja við, hvussu kemur at ganga í dag.

Janus stríddist væl móti hægst rataða telvaranum í kappingini. Hann hevði góðar møguleikar til javnleik, men telvaði eitt sindur ov verjukent í avgerandi støðuni. Endin var, at hann tapti talvið. Nú sótu Leif, Eli og Flóvin eftir. Bæði Eli og Flóvin høvdu finnu minni í endatalvinum. Flóvin vardi seg væl og býtti rætt av. Mótstøðumaðurin kláraði ongantíð at gera sær dalt av eyka finnuni. Talvið endaði javnt. Leif stóð betur alt talvið, men móti endanum sá ikki út til, at hann kláraði at fáa meira enn eitt hálvt stig. Leif hevði finnu og riddara móti finnu. Hegnisliga fekk hann finnuna frameftir borðinum. Tað endaði við, at mótstøðumaðurin ikki kláraði at dekka fyri, at hann fekk frúgv upp.

Talvið hjá Eli var nokk tað, sum svingaði mest aftur og fram. Teir komu í eitt riddara endatalv, har Eli hevði finnu minni, men mótstøðumaðurin hevði næstan onga tíð eftir. Eli klárði at lumpa fyrst ein finnu, og so ein finnu afturat, frá honum. Men tað tók tíð, og mótstøðumaðurin hevði nú fingið sína finnu langt frameftir borðinum. Um eg roknaði tað rætt út, so hevði mótstøðumaðurin møguleika at vinna talvið heilt móti endanum. Men tíbetur fyri Eli og okkum, so sá hann ikki avgerandi leikin í tíðarneyðini. Eitt umráðandi stig, sum sambært Eli, ongantíð var í vanda 🙂

 

Samumtikið ein sera góður dagur, har vit fingu 7 stig afturat, og eru nú komnir upp á 14 stig. Kanska vit vóru eitt sindur heldigir í onkrum talvi, men tað bilar einki, tí heldið fylgir teimum góðu.

Tvey tey síðstu umførini verða telvaði í dag. Kl. 10.00 byrjaði 5. umfar, og síðsta umfar byrjar kl. 16.00. Spennandi verður at fylgja við gongdini hjá føroyingunum. Fylgjast kann við beinleiðis her: https://chess24.com/en/watch/live-tournaments/nordic-youth-championship-2019/5/1/14

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …