Ferðafrásøgn frá kappingini Uppsala Young Champions 2018, ið var telvað í Svøríki døgunum 26. – 30. oktober, og har tveir av okkara sterkastu ungu telvarum, Leif Reinert Fjallheim og Luitjen Akselsson Apol, luttóku.
Tíðindi
Sandavágsmenn á odda
Landskappingin í talvi fyri lið er byrjað. Telvað hevur verið báðar seinastu sunnudagarnar, og eftir tvey umfør eru vágamenn fremstir. Líkt er til, at fremstu trý feløgini í 1. deild fara at vera tey somu sum farna kappingarár.
Sandavágs Talvfelag, Klaksvíkar Talvfelag og Havnar Telvingarfelag hava vunnið sínar dystir higartil. Les meira »
ST-Kvik 2018
Í vikuskiftinum verður hol sett á Grandprix kappingina og í hesum sambandi bjóðar Sandavágs Talvfelag til kvik kapping.
GP2 verður á skúlanum á Giljanesi leygardagin 10. November kl. 11 Les meira »
Úttøkukapping til NM fyri børn og ung
Úttøkukapping til Norðurlanda Meistaraskapið í talvi fyri børn og ung verður leygardagin 24. nov kl. 13.00 í Gula skúla í Havn. Tað er á Landavegi 30, beint við gamla bryggjaríið hjá Restorff.
Kappast verður í fimm aldursbólkum, og øll eru hjartaliga vælkomin at vera við. Tvey tey fremstu í hvørjum bólki vinna sær rættin at umboða Føroyar í NM, sum verður í Íslandi í februar 2019.
Kappingarskrá fyri 3. deild, 2018-19
Styrkilistar 2018/19
Kappingarskráir fyri 1. og 2. deild
Skráirnar fyri 1. og 2. deild, har fyrsta umfar verður nú sunnudagin, eru nú klárar. Enn er ikki avgjørt, hvussu nógv lið verða í 3. deild, og tískil er hendan skráin ikki klár enn, men verður tað ein av fyrstu døgunum. Fyrsta umfar í 3. deild verður 4. novembur.
Kappingarskrá fyri 2. deild, 2018-19
Kappingarskrá fyri 1. deild, 2018-19
Tilmelding til liðkappingina 2018/2019
Hervið verða feløgini biðin um at tekna lið til liðkappingina 2018/2019. Les meira »
Talvsamband Føroya Faroechess