Heim / Tíðindi (síða 70)

Tíðindi

Nýtt 1-3 tap

Føroyska talvlandsliðið tapti annan dagin á rað 3-1 í EM-kappingini í talvi á Kreta.

Ikki óvæntað var Makedonia okkum ein nóg so stórur biti. Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft fingu við svarta fólkinum javnt á 1.- og 3. borði. Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgård taptu við hvíta fólkinum. Hetta var fyrsti ósigurin hjá Høgna í kappingini. Les meira »

Helgi og Høgni remis

Higartil hava Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen á ávikavist 1.- og 2. borði staðið seg best á føroyska landsliðnum í evropameistarakappingini í talvi suðuri á Kreta. Eins og í fyrsta umfari móti Spania vóru tað aftur Helgi og Høgni, sum bjargaðu okkum í dag.  Les meira »

Móti Noregi

Føroyar telva í triðja umfari í evropameistarakappingini í talvi í dag móti Noregi. Helgi Dam Ziska fær kortini ikki høvið at møta heimsmeistaranum Magnus Carlsen, tí hann er ikki við á norska liðnum á Kreta. Les meira »

Javnleikur móti Skotlandi

2-2 móti Skotlandi í dag í EM-kappingini í talvi á Kreta var eitt vónbrot. Føroyingar vóru greiðir favorittar. Á øllum borðum høvdu okkara menn hægri styrkital, men eingin var kortini mentur at vinna. Tað endaði javnt á hvørjum borði.

Les meira »

Favorittar móti Skotlandi

Føroyar telva móti Skotlandi í dag í øðrum umfari í evropameistarakappingini fyri landslið suðuri á Kreta. Skotland er eitt av liðunum, sum er styrkismett aftari enn Føroyar í røðini.

Eins og í EM í Reykjavík fyri tveimum árum síðani er talan um eitt B-lið hjá Skotlandi. Eingin av skotsku stórmeistarunum eru við á Kreta, hvørki Rowson, Turner, Motwani, Shaw, McNab ella nakar annar. Kortini er bara ein av skotsku stórmeistarunum, sum hevur hægri styrkital enn Helgi Dam Ziska. Føroyar vunnu á Skotlandi í seinastu EM-kappingini, og ætlanin er at endurtaka sigurin í dag. Les meira »

Heiðurligt móti Spania

Føroyska talvlandsliðið tapti í dag 3-1 fyri Spania í fyrsta dystinum í evropameistarakappingini fyri landslið á Kreta. Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen telvaðu javnt á ávikavist 1.- og 2. borði, men á 3.- og 4. borði taptu Rógvi Egilstoft Nielsen og John Rødgård.

Les meira »

Føroyar í EM í talvi

Í dag byrjar evropameistarakappingin fyri landslið í talvi. Fjøruti lið kappast suðuri á Kreta. Níggju umfør eru, kappingin endar 6. november. Byrjað verður klokkan eitt í dag.
Føroyar telva í fyrsta umfari móti Spania. Føroyska liðið er styrkismett nummar 35 av teimum fjøruti liðunum. Spania er styrkismett nummar fimtan. Sterkir stórmeistarar manna spanska liðið; miðalstyrkitalið er omanfyri 2600. Føroysku telvararnir standa tí til at tapa øll talvini, men teir ætla kortini at geva spaniólum ein skarpan gang.

Favorittsigrar

Havnin og Sandavágur fingu bestu byrjanina í landskappingini í talvi. Dystirnir í fyrsta umfari vóru í dag.