Heim / Tíðindi (síða 55)

Tíðindi

Kappingin harðnar

Sandavágs Talvfelag er framvegis á odda í fremstu deildini í landskappingini, men havnarmenn ota seg nú fram á oddaliðið úr Vágum.

Munurin millum tey bæði fremstu liðini styttist við tveimum stigum eftir dystirnar í sjeynda umfari í dag. Les meira »

NM-frásøgn: Dagur 3

Norðurlandameistaraskapið í talvi fyri skúlaungdóm er av á hesum sinni. Samanumtikið kláraðu allir føroyingarnir seg væl, men tað var Luitjen Akselsson Apol, sum skaraði framúr, við at enda á einum flottum 2. plássi í sínum bólki.

Les meira »

NM-frásøgn: Dagur 2

Annar dagur royndist eisini væl hjá føroysku telvarunum, sum veruliga hava bitið frá sær, í NM kappingini í skúlatelving. Føroyingarnir eru væl lægri styrkismettir enn mótstøðumenninir, men tað sær ikki út til at ávirka okkara telvarar stórvegis. Les meira »

NM frásøgn: Dagur 1

Í dag eru tvey tey fyrstu umførini í NM-kappingini fyri skúlaungdóm telvaði. Føroysku telvararnir hava fingið eina sera góða byrjan. Í alt hava teir klárað at skava 7 stig saman.

Eins og vanligt er, so fingu føroysku telvararnir harða mótstøðu í 1. umfari. Hetta kemst av, at telvararnir í ovaru hálvu møta teimum í niðaru hálvu. Í ár er tað bara Luitjen, av føroysku telvarunum, sum er omanfyri miðjuna. Luitjen gjørdi eisini sína skyldu og vann sítt talv móti Eliasi. Men hann mátti stríðast, tí stóran part av talvinum hevði Elias fyrimun. Les meira »

NM í talvi fyri unglingar í Íslandi

Norðurlandameistaraheitið í skúlatelving verður telvað í vikuskiftinum. Íslendingar eru vertir, og verður telvað á Borgarnesi. Kappingin er skipað í 5 aldursbólkar, og hava Norðurlondini tvey umboð í hvørjum bólki.
Føroyski hópurin fór til Íslands tíðliga hósmorgunin, tí longu kl 10 fríggjadagin 15. februar byrjar fyrsta umfar. Ferðalagið telur 20 fólk, umframt at Rógvi Egilstoft Nielsen er við sum venjari. Telvað verða 6 umfør, og endar kappingin sunnudagin 17. februar.

Les meira »

Sandavágsmenn økja

Sandavágs Talvfelag hevur beina kós móti FM-heitinum í talvi. Í dag øktu teir leiðsluna við einum stigi, og eru nú hálvtfjórða stig frammanfyri Havnar Telvingarfelag. Tað byrjar so smátt at lukta av FM-gulli hjá vágamonnum.

Les meira »

Seinni hálvleikur byrjar

Í dag verður sjøtil settur á seinnu leikhálvu í landskappingini í talvi. Dystirnir í sætta umfari í øllum deildum eru í dag. Les meira »

Tvíumfarið verður telvað í Klaksvík

Tvíumfarið leygardagin 19.01.2019 verður telvað í Skúlatrøð (Ósáskúlin) í Klaksvík. Byrjað verður kl. 10.00. Seinna umfar byrjar kl. 16.00.