Umframt kappingina er endamálið at draga samanum farna kappingarárið 2021/22 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøðast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu.
Skráin
kl. 11.00 – Steypakapping
kl. 14.00 (uml.) – steðgur og ábit
kl. 14.00 (uml.) – atkvøtt verður um Ársins Telvara, Ársins Stjørnuskot og Ársins Eldsál
kl. 19.00 (uml.) – Talv Gallaveitsla m.a. verður Ársins Telvari, Ársins Stjørnuskot og Ársins Eldsál kosin.
Kappingarreglur
Hvørt lið verður mannað við 6 telvarum. Loyvt er at hava tveir skiftistelvarar á hvørjum liði. Smærri feløg kunnu leggja saman eftir avtalu við TSF. Feløg kunnu luttaka við fleiri liðum.
Í kappingartalvuni verða liðini skipaði sambært úrslitinum frá Steypakappingini 2021, soleiðis, at fremstu liðini møtast síðst í kappingini. Harafturat verða innanhýsis dystir ímillum lið úr sama felag avgreiddir skjótast til ber í kappingarskipanini.
Kappingin fevnir um 13 umfør, ið verða telvaði við 10 min +5 sek/leik umhugsunartíð til hvønn.
Stendur á jøvnum, tá um nr. 1, 2, 3 umræður, er galdandi:
- Innanhýsis dystur
- Dupult-umfar: Snartelving (3 min +2 sek/leik í part til talvið)
- 1. borð hjá liðunum: Dupult snartalv og síðani sudden-death, har hvítur hevur 4 +2 min. og svartur 3 +2 min. og har kravið er sigur til hvítan
Virðislønir
Steyp til vinnarin og medaljur eru til nr. 1, 2 og 3.
Tilmelding
Tilmelding fer fram á tlf. 580062 (TSF) . Tilmeldingarfreistin er 11. Mai 2022. Kostnaðurin er 300 kr. fyri hvønn telvara og onnur áhugaði. Við tilmelding skal eisini boðast frá hvussu nógv eru við til døgurðan.
Í samband við steypakappingina er eisini møguleiki at bíleggja sær dupultkamar við morgunmati fyri serprís á 800 kr
Feløgini rinda upphæddina til TSF við flyting áðrenn kappingina á 6460 155.370.6. Um feløg ynskja at gjalda kontant, skal boðast frá hesum tá ið meldað verður til.
Staður
Steypakapping verður hildin í Runavík, Heiðavegur 6, Hotel Runavík.
Takið lógvatak – og haldið fast – um forkunnuga talvtiltakið !
Við talvkvøðu
TALVSAMBAND FØROYA