Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / FM í snar- og kviktelving

FM í snar- og kviktelving

Hetta vikuskiftið verður telvað um FM-heitið í snar- og kviktalvi. Ikki fyri 2022, men 2021. Korona hevur lagt meinbogar í vegin, soleiðis at kappingin var ongantíð hildin í fjør. Seinni í ár verður so kappingin fyri 2022 hildin.

Í dag verður telvað um meistaraheitið í snartalvi, í morgin er kviktelvingin fyri. Reglurnar áseta, at til snarkappingina eru tríggir minuttir umframt tvey sekund fyri hvønn leikin í part til talvið. Til kvikkappingina eru tíggju minuttir umframt fimm sekund fyri hvønn leikin í part til talvið. Ellivu umfør eru í alt hvønn av døgunum. 
 
Telvað verður á Finsen í Havn. Byrjað verður klokkan 13. báðar dagarnar. Peningavirðislønir verða latnar teimum fremstu.
 
 
Allur toppurin við
 
Luttøkan er góð. 49 telvarar fara at kappast seinnapartin. 
 
Toppurin møtist. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska er við, sama er føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen og bróðirin Rógvi – hesir mynda topp 3 í føroyskari telving. Aðrir, ið nevnast kunnu, eru Martin Poulsen og Luitjen Akselsson Apol.
 
Seinasta FM-kappingin í snar- og kviktelving var á Toftum í 2020. Tá spældi soleiðis av – tíggju teir fremstu vóru hesir: 
 
 
FM í snartalvi 2020
 
1 Helgi Dam Ziska, HT            11 stig
2 Høgni Egilstoft Nielsen, ST 10
3 Olaf Berg, HT                        8
4 Martin Poulsen, HT             6½
5 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 6½
6 Luitjen A. Apol, HT              6½
7 Sjúrður Thorsteinsson, HT 6½
8 Finnbjørn Vang, KTF           6
9 Carl Eli N. Samuelsen, HT  6
10 Andrias Danielsen, TT      6
 
 
 
FM í kviktelving 2020
 
1 Helgi Dam Ziska, HT            8 stig
2 Høgni Egilstoft Nielsen, ST 7½
3 Olaf Berg, HT                          6
4 Hans Kristian Simonsen, KT 6
5 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST   6
6 Martin Poulsen, HT              6
7 Flóvin M. Tummasarson, KTF  6
8 Margar Berg, HT                  5½
9 Eyðun Nolsøe, KTF              5
10 Heðin Gregersen, KTF      5
 
Tríggir teir bestu í 2020: F.v.: Borgarstjórin Jóhannus Danielsen, sum handaði steyp, Høgni Egilstoft Nielsen, Helgi Dam Ziska og Olaf Berg.
 

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.