Heim / Tíðindi (síða 20)

Tíðindi

Brøður í FM-stríði

Rógvi Egilstoft (vm) og Høgni Egilstoft Nielsen (hm) úr Sandavágs Talvfelag eru stórfavorittar at vinna FM-heitið í talvi fyri einstaklingar á páskum. Kappingin byrjaði í dag.
 
 
Árliga FM-kappingin í talvi fyri einstaklingar byrjaði í dag klokkan 14 á Giljanesi. Sandavágs Talvfelag skipar fyri í ár.  Kappast verður í fýra bólkum; Landsliðsbólkinum, almenna bólkinum, unglingabólkinum og veteranbólkinum.
 
Í alt 45 telvarar eru við. Í fjør vóru 67 telvarar í stóru 100 ára jubileums FM-kappingini hjá Havnar Telvingarfelag.
 
Átta kappast í FM-bólkinum. Í almenna bólkinum eru 17 telvarar, í unglingabólkinum 16 og í veteranbólkinum eru fýra telvarar.
 
Brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft eru favorittar at vinna FM í ár.
 
 
Landsliðsbólkurin 2024
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2379
Rógvi Egilstoft, ST 2279
Luitjen Akselsson Apol, HT 2239
Hans Kristian Simonsen, KT 2177
Torkil Nielsen, ST 2057
Terji Petersen, KTF 2040
Einar Gregersen, KTF 1897
Ingi Wiberg, ST 1883
 
 
Hvar eru havnarmenn?
 
Stórmeistarin Helgi Dam Ziska verjir ikki FM-heitið, sum hann ognaði sær í fjør. 
 
Helgi er ikki longur fastur fúsur í FM-einstaklingakappingunum. Men tær ferðirnar, at hann er við, hevur hann vunnið. Undantakið var í 2009. Tá vann Martin Poulsen.
 
Martin Poulsen er heldur ikki við í ár. Ei heldur Carl Eli Samuelsen, Sjúrður Thorsteinsson ella Olaf Berg. Havnarmenn vunnu fyri stuttum liðkappingina í stórum stíli, men eru illa umboðaðir í einstaklingakappingini. Luitjen Akselsson Apol er hin einasti úr Havnar Telvingarfelag í Landsliðsbólkinum í ár. 
 
 
Tríggir vinnarar
 
Seinastu tíggju árini hava somu tríggir telvarar vunnið FM eftir tørni. Helgi, Høgni og Rógvi. Einasta ferðin hesi tíggju árini, at allir tríggir hava verið við, var í fjør.  Helgi hevur bara luttikið fýra ferðir hesi tíggju árini.
 
Helgi Dam Ziska hevur vunnið FM-heitið seks ferðir, Høgni Egilstoft Nielsen fýra ferðir og Rógvi Egilstoft tríggjar ferðir.
 
 
Føroyameistarar 2014-2023
2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Helgi Dam Ziska, HT
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2021 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2022 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2023 Helgi Dam Ziska, HT
 
 
Misjøvn luttøka
 
Luttøkan til árligu FM-einstaklingakappingina í talvi tykist yvirhøvur at hava verið heldur fallandi. 
 
Roynt hevur verið at stytta kappingina niður í sjey umfør fyri at vita, um tað kann lokka fleiri telvarar við. Í 80-unum kom viðhvørt fyri, at telvað vóru ellivu umfør í meistarabólkinum.
 
Størsta FM-luttøkan var í 2003. Tá hátíðarhelt Havnar Telvingarfelag sítt 80 ára jubileum í samkomuhøllini úti á Læraraskúlanum. Góðir útlendskir telvarar styrktu meistarabólkin. Besti føroyingurin bleiv so føroyameistari. Ein ungur Martin Poulsen vann tá sítt fyrsta FM-heitið.
 
Topp 5 (FM-luttøka)
2003  (í Havn) 95 luttakarar
2004  (á Toftum) 79
1985  (í Vestmanna) 76
1981  (í Hvalvík) 74
2001  (í Vestmnanna) 72
1982  (á Toftum) 72
 
Telvað verður hvønn dag til langa fríggjadag 29. mars. Tá er sjeynda og síðsta umfar. Byrjað verður klokkan 14, yrkadagar tó klokkan 17.
 
Til ber at fylgja við leik fyri leik á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

Aðalfundur verður 15. apríl 2024

 

 

Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mánadagin tann 15. apríl 2024 kl. 19:00 í Skúlanum á Giljanesi.

Uppskot til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera skrivlig og skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin, t.v.s. 01. apríl 2024. Les meira »

Gøtu Talvfelag í framlopi

Nú bragdar aftur í Gøtu Talvfelag. Í gjárkvøldið vann felagið FM-heitið í unglingadeildini. Hetta er annar FM-sigurin hjá Gøtu Talvfelag í deildini – einasta FM-heitið higartil var í 1978.

Lív tykist vera komin í aftur telvingina í Gøtu eftir nøkur soltin ár. Sama kann helst sigast um onnur feløg eisini, tí ikki færri enn níggju lið hava kappast í unglingadeildini í vetur, og kappingin hevur verið bæði jøvn og spennandi. Fyri fáum árum síðani var eingin unglingadeild í talvi, men nú grør aftur nógvastaðni.

Les meira »

Innbjóðing til GP finaluna 2024

Leygardagin 16. mars verður Grand Prix finalan telvað í skúlanum í Kollafirði. Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum, eisini teimum, sum ikki – ella bara partvís – hava luttikið í GP kappingum hetta kappingarárið.

Les meira »

Innbjóðing: BGP9 í Havn

Komandi sunnudag, 17. mars, verður kviktalvkapping fyri børn í Finsen í Havn. Talan er um 9. kapping út av 10, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin í Havn byrjar kl. 13:00. 6 umfør verða í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek. Les meira »

Havnin FM-vinnari í talvi

Havnarmenn gjørdu bart og vunnu stórsigur á vágamonnum í seinasta umfari í landskappingini í dag.  
 
Við 3½ – ½ sigri í finaludysti móti Sandavágs Talvfelag varð 26 FM-heitið hjá Havnar Telvingarfelag ruddiliga staðfest. 
 
Í botnstríðnum var sama úrslit; havnarmenn lívbjargaðu sær og sendu vágamenn úr deildini.

Les meira »

Havnin ella Sandavágur

Í morgin leygardagin fellur avgerðin í landskappingini í talvi. Havnarmenn standa til at taka FM-heitið frá vágamonnum, men við einum rimmar spurti kann Sandavágs Talvfelag endurvinna FM-heitið.
 
Oddaliðini bresta saman í seinasta umfari. Eitt stig er nóg mikið hjá Havnar Telvingarfelag. Sandavágs Talvfelag skal afturímóti vinna toppdystin í minsta lagi 3½-½ fyri at endurvinna FM.
 
Spenningurin er ikki minni í botnstríðnum. Stutt er millum B-liðini hjá teimum trimum feløgunum, sum eru umboðað í 1. deild – Sandavágs Talvfelag, Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag

Les meira »

Innbjóðing: BGP8 í Vestmanna

Komandi sunnudag, 10. mars, verður kviktalvkapping fyri børn í Miðnám í Vestmanna. Talan er um 8. kapping út av 10, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin í Vestmanna byrjar kl. 13:00. 6 umfør verða í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek. Les meira »