Tólv lið kappaðust í steypakappingini í gjár. Summi feløg høvdu fleiri enn eitt lið, Havnin og Klaksvík høvdu trý hvør, og Sandavágur tvey. Øll feløg vóru ikki við, eitt nú Rókur, Gøta og Suðuroyggin. Øll liðini telvaðu hvør móti øðrum, í alt ellivu umfør.
Telvað var á seks borðum og ikki fýra, sum í liðkappingini. Leiktíðin var eisini munandi styttri, bara tíggju minuttir í part. Talan var tí mest av øllum um snartelving.
Sandavágur við tí glóðheita, nýklakta føroyameistaranum Høgna Egilstoft Nielsen á odda á fyrsta borði vunnu í harðari kapping við havnarmenn. Høgni vann hvørt talvið í øllum ellivu umførunum – eisini prestisjuudystin móti Helga Dam Ziska, sum annars vann talvið teirra millum í liðkappingini herfyri.
Fyrsta lið hjá Havnini vann allar ellivu dystirnar, toppdysturin móti Sandavági var vunnin 4-2, men í Føroyum telja borðstigini í liðkappingum í talvi og ikki dystarstigini, sum vit kenna tað frá talv-OL. Sigurin vísir, at Sandavágs Talvfelag nú hevur javnt góðar telvarar aftrat sínum bestu fýra, sum plagdu at vera álitið. Rógvi Egilstoft hevur ikki verið við í vetur, í gjár hevði Silas Eyðsteinsson forfall, og Jón í Horni Nielsen fekk heldur ikki verið við í øllum dystunum. Kortini vunnu teir.
Hjá Havnini var støðan nakað tann sama. Onkrir av teimum fremstu fingu ikki verið við allan dagin, Martin Poulsen er burturstaddur, og Elias Petersen og Petur G. Magnussen, ið stóðu seg so væl í Landsliðsbólkinum á páskum, telvaðu við HT 3, sum bara unglingar mannaðu.
Steypakappingin 2025
1 Sandavágur (1) 53 stig
2 Havnin (1) 52
3 Klaksvík (1) 50½
4 Klaksvík (2) 37½
5 Kollafjørður 35
6 Havnin (3) 34
7 Havnin (2) 27½
8 Klaksvík (3) 26
9 Sandavágur (2) 24½
10 Toftir 23½
11 Skálafjørður 20
12 Vestmanna 12½
Sandavágur (1)
Høgni Egilstoft Nielsen 11/11
Jón í Horni Nielsen 5/7
Torkil Nielsen 8½/11
Bernhard Augustinussen 8½/11
Jón Atlason 8½/11
Ingi Wiberg 4½/6
Jónfinn Thomsen 7/9
Havnin (1)
Helgi Dam Ziska 4/5
Luitjen Akselsson Apol 9/11
Carl Eli Samuelsen 4½/7
Sjúrður Thorsteinsson 10/11
Herluf Hansen 7½/10
Margar Berg 7½/10
Suni Merkistein 5½/8
Andrias Ziska 4/4
Klaksvík (1)
Ólavur Simonsen 8/11
Finnbjørn Vang 8/11
Ingolf Gaard 6½/11
Rani Baldursson 10½/11
Terji Petersen 9½/11
Einar Gregersen 8/11
Høgni ársins telvari
Á døgurðasamkomu eftir kappingina í gjárkvøldið var eisini atkvøtt um ársins telvara í Føroyum og ársins stjørnuskot.
Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag var kosin ársins telvari. Høgni er føroyameistari, og á talvolympiaduni í fjør heyst eydnaðist honum at vinna sær heitið sum altjóða meistari (IM).
Heiðurin sum ársins stjørnuskot fell tí blaðunga Balduri B. Jørgensen úr Havnar Telvingarfelag í lut. Baldur vann á páskum FM-heitið í unglingadeildini.