Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvslóðarar heiðraðir

Talvslóðarar heiðraðir

Andrias Ziska, vinstrumegin, Rubek Rubeksen, í miðjuni, og Jóan Pætur Midjord, høgrumegin, vórðu í gjár krýndir heiðurslimir í Havnar Telvingarfelag.

Havnar Telvingarfelag, sum í gjár skipaði fyri stóra, árliga steypakappingardegnum millum føroysk talvfeløg úti í Skúlaheiminum í Marknagili, nýtti eisini høvið til at tilnevna tríggjar av drúgvastu felagslimum sínum til heiðurslimir.

Rubek Rubeksen (f. 1943) byrjaði í Havnar Telvingarfelag í 1963. Rubek var í fleiri ár millum góðu telvararnar í felagnum, og hevur vunnið felagnum mangar sigrar. Hann var eitt skifti formaður í Havnar Telvingarfelag. Í 1973 var hann nummar tvey í føroyameistarakappingini fyri einstaklingar. Rubek var millum teir fyrstu í Føroyum, sum fór uttanlands at telva. Longu í 60-unum var hann í Hollandi, Sveis og Italia, ofta saman við vinmanninum Goldney, sum eisini var limur í Havnar Telvingarfelag. Rubek slóðaði fyri í royndunum at vinna Føroyum altjóða limaskap í heimstalvsamgonguni FIDE. Hetta eydnaðist longu í 1970. Tað var tí í talvi, at Føroyar av fyrstan tíð vórðu umboðaðar í altjóða kapping á jøvnum føti við øll onnur heimsins lond.

Jóan Pætur Midjord (f. 1945) byrjaði í Havnar Telvingarfelag í 1966. Jóan Pætur gjørdist eftir fáum árum ein av bestu telvarum felagsins. Jóan Pætur er tann einasti, sum eftir er av fyrsta OL-landsliði okkara, sum kappaðist í Siegen í 1970. Og Jóan Pætur var hann, sum vann okkum fyrsta sigurin í einum OL-landsdysti yvirhøvur. Hann var við í alt níggju ferðir á føroyska landsliðnum á talvolympiadu. Jóan Pætur hevur vunnið mangt meistaraheitið fyri Havnar Telvingarfelag. Honum eydnaðist ikki at vinna FM-heitið sum einstaklingur, men ofta var hann næstbestur. Jóan Pætur var góður felagsmaður og kappingarmaður við lít. Hann var eitt skifti formaður í Havnar Telvingarfelag. Og ítróttarmaður var hann sum fáur, meistari innan fótbólt, hondbólt, borðtennis og badminton – og í talvi.

Andrias Ziska (f. 1949) telist eisini millum veteranarnar í Havnar Telvingarfelag. Hann kom kanska eitt sindur seinni upp í felagið enn hinir, men uppvaksin er hann í øðrum Talvhúsið enn tí hjá Havnar Telvingarfelag – barndómsheimið í Bøkjarabrekku var fult í góðum telvarum. Brøðurnir Súni og Bjarki vóru eisini millum landsins bestu telvarar. Andrias telvaði lestrarárini í Danmark fyrst í 70-unum í Københavns Skakforening – felagið hjá Bent Larsen – men heimkomin miðskeiðis í 70-unum gjørdist hann hollur stuðul og rættur felagsmaður í Havnar Telvingarfelag. Andrias fekk sum hin fyrsti í lag veruliga ungdómstelving og skipaða undirvísing fyri børnum síðst í 70-unum. Hesin táttur hevur havt ovurstóran týdning fyri felagið. Andrias hevur eins og hinir vunnið felagnum mangan sigurin, og í 1983 eydnaðist honum at vinna FM-heitið sum einstaklingur. Andrias er pápi Helga Dam Ziska, sum er stórmeistari í talvi.

Sí eisini

Talvkapping á netinum (GP 1)

Leygardagin 18. oktober kl. 19 verður talvkapping á netinum. Øll eru vælkomin at royna seg …