Trýst her fyri at síggja innslagið.
Og til tey, sum hava góða tíð um jólini:
Heimasíða við ølllum møguligum um talv, bæði til gaman og álvara.
http://chessaleeinlondon.wordpress.com/2008/08/21/benefits-of-chess-in-education/
Skjótt var eyðsýnt at hann sum frá leið var stinnasti telvari í Vestmanna, og í nøkur ár mundi hann hann hava munin á øllum øðrum telvarum í landinum.
Hann var ímyndin, saman við Durhuus feðgunum, á tí tiltikna Vestmannaliðnum, ið frá 54 – 75 vunnu kappingina um Wood-borðið 11 ferðir, og grundløgdu sterkasta felag í Føroyum, saman við Havnini.
Hans var posisjónellur telvari, og var sera ringur at vinna ímóti, hetta sást eisini aftur á úrslitinum, hann tapti sera sjáldan ímóti føroyskum telvarum.
Í 1970 var hann við til at stovna Talvsamband Føroya, og var 1. skrivari í Talvsambandi Føroya.
Í 1970 sluppu Føroyar eisini at luttaka í OL, og var ein úttøkukapping gjørd ímillum fremstu telvarar í Føroyum, og her sigraði Hans í stórum stíli, og gav bert 3 jøvn talv í 14 umførum.
Hans vann eisini FM-heitið fyri einstakar í 1972, 1. FM-kapping í nýggjari tíð, og helst hevði hann havt vunnið fleiri, um fleiri kappingar høvdu verið upp ígjøgnum 60-ini.
Hann var fastur fúsur á øllum Ol-liðum í 70-unum, og gjørdi tað bragd, at í 78 í Argentina tapti hann onki talv, óhoyrt fyri føroyskar telvarar, tó hevur Rødgaard gjørt honum bragdi eftir.
Hann mest sum gavst at telva umleið 1980, men hevur tó telva okkurt einkult talv árini eftir.
Hóast hann ikki hevur telvað so nógv tey síðstu árini, hevur hann tó verið við fleiri ferðir tá ið talvfelagið hevur verið útferðir, og luttikið í m.a. jólakappingum o.ø, og eisini luttikið í ymiskum samkomum ið Talvsamband Føroya hevur havt, so seint sum í septembur á Gjáargarði við Gjógv.
Hans Petersen var heiðurslimur í Vestmanna Talvfelag, og somuleiðis heiðurslimur í Talvsambandi Føroyum.
Hans var ein sera gløggur maður, og hevði eina sera stóra vitan um øll møgulig viðurskiftið, og stuttligt var at sita og lýða á, tá ið hann greiddi frá.
Hans var 80 ár nú hann bráddliga bleiv settur skákmát í lívsins talvi.
Seinasti leikur er leiktur !
Vegna Vestmanna Talvfelag
Jón Mikkelsen, formaður.
Í sera góða veðrinum tíðiliga í vár, vóru nakrir av ungu telvarunum hjá Klaksvíkar Talvfelag saman við Petur Hans Poulsen og Rana Baldursson, yviri við uttandura talvborðið, skamt frá Vágstúni, við stóru talvfólkunum og telvaðu.
Hetta rundleidda, snotuliga økið við talvborðinum, hevur inntil nú havt ov lítla atdráttarmegi á fólk, og sigur býargartnarin í viðmerking, at vónandi kunnu fólk nú koma og seta seg, og í heila tikið nýta økið meira, sjálvsagt eisini til at telva á.
Hesin tíðindastubbin varð skrivaður fyrr í ár, tá eingin kavi var, men er kanska ongantíð so aktuellur sum nú. Hesar dagarnar fram til jóla, har ínnkeyp, jólaborðhald, matgerð, børn sum jólast vm. er gott at vita, at frístøð finnast allastaðni. Talvborðið í Klaksvík er einki undantak, har er sjálvt nú á vetrartíð bæði friðsælt og vakurt !
FM í snartalvi var telvað í hølum Havnar Telvingarfelags í dag. 25 telvarar luttóku.
Úrslitið gjørdist ein greiður sigur til Helga Dam Ziska, ið við 16½ stigi út av 18 kom á mál tvey stig fremri enn John Rødgaard, ið fekk 14½.
Finnbjørn Vang á 3. plássi fekk 12½ stig, eitt stig framman fyri Carl Eli N. Samuelsen á 4. plássi, so sigast kann ikki at toppurin var javnur í ár.
Longu áðrenn kappingin var hálvrunnin, hevði Helgi við 8/8 lagt 1½ stig millum seg og John á øðrum plássi.
Toppdysturin teirra millum í 5. dupultumfari endaði javnt 1-1, og Helgi varðveitti føringina tað sum eftir var av kappingini.
Ratingvirðislønina fyri telvarar millum 1500 og 2000 í rating vann Sigurð B. Justinussen, Havnar Telvingarfelag, við 10½ stigum.
Ratingvirðislønina fyri telvarar undir 1500 í rating vann Sjúrður Olsen, Vestmanna Talvfelag, við 10 stigum.
Hjartaliga tillukku allir samlir !
Place Name Feder Rtg Loc Score M-Buch. Buch. Wins Progr. 1 Helgi Dam Ziska 2416 16.5 71.0 93.0 8 83.5 2 John Rødgaard 2333 14.5 70.5 94.5 7 70.5 3 Finnbjørn Vang 2050 12.5 74.5 98.5 5 62.5 4 Carl Eli Samuelsen 2222 11.5 75.0 99.0 6 63.0 5 Ólavur Simonsen 2222 10.5 74.0 99.5 4 57.5 6 Sigurð Justinussen 1959 10.5 61.5 79.0 5 50.0 7 Jónfinn Thomsen 1829 10.5 60.0 73.5 5 42.5 8 Margar Berg 1704 10 66.5 83.0 3 51.0 9 Hjalti T. Jógvansson 1895 10 63.0 83.0 5 50.0 10 Sjúrður Olsen 1419 10 47.5 58.5 4 34.0 11 Høgni E. Nielsen 1949 9.5 74.5 98.0 4 58.5 12 Rógvi E. Nielsen 2134 9.5 73.0 91.5 4 58.0 13 Jákup Á R. Andreasen 1916 9 67.0 85.5 3 47.0 14 Herluf Hansen 2014 9 62.5 81.0 2 42.0 15 Hans D. Joensen 1288 9 57.5 75.5 3 44.5 16 Torkil Nielsen 2035 8.5 72.5 96.5 3 49.5 17 Heiðrikur T. Jacobsen 1872 8.5 65.0 81.5 3 43.0 18 Heri Christoffersen 1595 8.5 62.0 74.0 2 39.0 19 Ingi W. Joensen 1472 8.5 58.0 70.5 3 36.0 20 Jón Magnus Joensen 1129 8.5 54.5 67.0 3 35.5 21 Silas Eyðsteinsson 1315 8 59.5 72.0 2 32.5 22 Herborg Hansen 1888 7.5 61.5 80.0 3 40.0 23 Ingolf Debes 1491 7.5 60.5 75.0 2 36.0 24 Eli W. Finnson 1158 3 59.5 72.0 0 20.0 25 Finn Larsen 1121 3 55.0 66.5 0 24.0
No Name Feder Rtg 1 2 3 4 5 6 7 8 9 1. Ziska, Helgi Dam 13:2.0 6:2.0 4:2.0 10:2.0 2:1.0 3:2.0 5:1.5 7:2.0 11:2.0 2. Rødgaard, John 14:2.0 7:1.5 11:1.5 3:1.5 1:1.0 6:1.0 10:2.0 16:2.0 5:2.0 3. Samuelsen, Carl Eli 15:2.0 8:2.0 5:1.5 2:.5 4:1.5 1:0.0 14:2.0 6:0.0 10:2.0 4. Simonsen, Ólavur 16:2.0 11:2.0 1:0.0 9:2.0 3:.5 10:0.0 15:2.0 5:1.0 6:1.0 5. Nielsen, Rógvi E. 17:2.0 25:2.0 3:.5 14:1.5 6:0.0 22:2.0 1:.5 4:1.0 2:0.0 6. Vang, Finnbjørn 18:2.0 1:0.0 7:1.5 12:2.0 5:2.0 2:1.0 16:1.0 3:2.0 4:1.0 7. Nielsen, Torkil 19:2.0 2:.5 6:.5 17:1.5 10:1.0 11:1.0 22:2.0 1:0.0 15:0.0 8. Hansen, Herluf 20:2.0 3:0.0 16:1.0 11:1.0 9:0.0 14:0.0 :2.0 21:2.0 17:1.0 9. Justinussen, Sigurð 21:1.5 12:.5 24:2.0 4:0.0 8:2.0 16:0.0 11:1.5 10:1.0 19:2.0 10. Nielsen, Høgni E. 22:1.5 21:2.0 12:2.0 1:0.0 7:1.0 4:2.0 2:0.0 9:1.0 3:0.0 11. Andreasen, Jákup Á R. 23:2.0 4:0.0 2:.5 8:1.0 17:2.0 7:1.0 9:.5 13:2.0 1:0.0 12. Jógvansson, Hjalti T. 24:2.0 9:1.5 10:0.0 6:0.0 13:2.0 15:0.0 17:2.0 18:1.5 16:1.0 13. Hansen, Herborg 1:0.0 22:1.0 18:2.0 16:1.0 12:0.0 21:1.5 23:2.0 11:0.0 20:0.0 14. Jacobsen, Heiðrikur T. 2:0.0 19:2.0 25:2.0 5:.5 22:0.0 8:2.0 3:0.0 15:0.0 :2.0 15. Thomsen, Jónfinn 3:0.0 18:1.0 21:1.5 22:0.0 23:2.0 12:2.0 4:0.0 14:2.0 7:2.0 16. Berg, Margar 4:0.0 23:2.0 8:1.0 13:1.0 24:2.0 9:2.0 6:1.0 2:0.0 12:1.0 17. Christoffersen, Heri 5:0.0 20:2.0 22:1.0 7:.5 11:0.0 23:2.0 12:0.0 :2.0 8:1.0 18. Debes, Ingolf 6:0.0 15:1.0 13:0.0 21:1.0 20:2.0 25:2.0 19:1.0 12:.5 22:0.0 19. Joensen, Ingi W. 7:0.0 14:0.0 20:0.0 :2.0 25:2.0 24:2.0 18:1.0 22:1.5 9:0.0 20. Olsen, Sjúrður 8:0.0 17:0.0 19:2.0 24:0.0 18:0.0 :2.0 25:2.0 23:2.0 13:2.0 21. Eyðsteinsson, Silas 9:.5 10:0.0 15:.5 18:1.0 :2.0 13:.5 24:1.5 8:0.0 25:2.0 22. Joensen, Hans D. 10:.5 13:1.0 17:1.0 15:2.0 14:2.0 5:0.0 7:0.0 19:.5 18:2.0 23. Finnson, Eli W. 11:0.0 16:0.0 :2.0 25:1.0 15:0.0 17:0.0 13:0.0 20:0.0 24:0.0 24. Joensen, Jón Magnus 12:0.0 :2.0 9:0.0 20:2.0 16:0.0 19:0.0 21:.5 25:2.0 23:2.0 25. Larsen, Finn :2.0 5:0.0 14:0.0 23:1.0 19:0.0 18:0.0 20:0.0 24:0.0 21:0.0
Jákup á R. A.
Myndir: Finn Larsen
Fleiri myndir í myndasavninum
Place Name Feder Rtg Loc Score M-Buch. Buch. Progr. 1 Nielsen, Rógvi E. 4.5 2.5 7.5 8.5 2 Jógvansson, Hjalti T. 3 2.5 9.0 6.0 3 Berg, Margar 2.5 3.0 9.5 5.5 4 Jacobsen, Heiðrikur T. 2 3.0 10.0 4.0
No | Name | Feder | Rtg | #1 | #2 | #3 | #4 |
1 | Nielsen, Rógvi E. | * | 2.0 | 1.0 | 1.5 | ||
2 | Jógvansson, Hjalti T. | 0.0 | * | 1.5 | 1.5 | ||
3 | Berg, Margar | 1.0 | .5 | * | 1.0 | ||
4 | Jacobsen, Heiðrikur T. | .5 | .5 | 1.0 | * |
Place Name Feder Rtg Loc Score M-Buch. Buch. Progr. 1 Dahl, Karl M. 3.5 1.5 5.5 8.5 2 Olsen, Sára T. 1.5 3.0 7.5 1.5 3 Poulsen, Pætur 1 3.0 8.0 2.0
No | Name | Feder | Rtg | #1 | #2 | #3 |
1 | Dahl, Karl M. | * | 2.0 | 1.5 | ||
2 | Olsen, Sára T. | 0.0 | * | 1.5 | ||
3 | Poulsen, Pætur | .5 | .5 | * |
Place Name Feder Rtg Loc Score M-Buch. Buch. Progr. 1 Nielsen, Høgni E. 6 2.0 6.0 12.0 2 Olsen, Sjúrður 2.5 2.0 9.5 6.0 3 Jacobsen, Rúni T. 2 2.5 10.0 4.0 4 Olsen, Alfred 1.5 2.5 10.5 2.0
No | Name | Feder | Rtg | #1 | #2 | #3 | #4 |
1 | Nielsen, Høgni E. | * | 2.0 | 2.0 | 2.0 | ||
2 | Olsen, Sjúrður | 0.0 | * | 1.0 | 1.5 | ||
3 | Jacobsen, Rúni T. | 0.0 | 1.0 | * | 1.0 | ||
4 | Olsen, Alfred | 0.0 | .5 | 1.0 | * |
Place Name Feder Rtg Loc Score M-Buch. Buch. Progr. 1 Eyðsteinsson, Silas 4 2.0 5.0 6.0 2 Finnson, Eli W. 2 3.0 7.0 6.0 3 Weihe, Magni 0 3.0 9.0 0.0
No | Name | Feder | Rtg | #1 | #2 | #3 |
1 | Eyðsteinsson, Silas | * | 2.0 | 2.0 | ||
2 | Finnson, Eli W. | 0.0 | * | 2.0 | ||
3 | Weihe, Magni | 0.0 | 0.0 | * |
Place Name Feder Rtg Loc Score M-Buch. Buch. Progr. 1 Skaale, Janus 7 14.5 18.5 28.0 2-3 Fjallheim, Leif 4 14.5 21.0 20.0 Weihe, Ragnar 4 14.5 21.0 18.0 4 Fjallheim, Áron 3 15.5 22.0 11.0 5-6 Jacobsen, Mikkjal A. 2 16.5 23.0 8.0 Olsen, Kaj 2 16.5 23.0 6.0 7 Hoyvík, Gilli B. í 0 16.5 25.0 0.0
No | Name | Feder | Rtg | #1 | #2 | #3 | #4 | #5 | #6 | #7 |
1 | Skaale, Janus | * | W | W | W | W | W | W | ||
2 | Fjallheim, Leif | L | * | W | L | W | W | W | ||
3 | Weihe, Ragnar | L | L | * | W | W | W | W | ||
4 | Fjallheim, Áron | L | W | L | * | W | L | W | ||
5 | Jacobsen, Mikkjal A. | L | L | L | L | * | W | W | ||
6 | Olsen, Kaj | L | L | L | W | L | * | W | ||
7 | Hoyvík, Gilli B. í | L | L | L | L | L | L | * |
Í mun til undanfarin ár, har finalan bleiv telvað sum allir móti øllum í 8-mans bólkum, var tíðin hesa ferð 1 tími til talvið. Tískil mátti eisini telvast yvir tveir dagar, men tað riggaði bara fínt, og vórðu seinastu vinnararnir funnir seinnapartin leygardag.
Í A-bólkinum var spenningur frá byrjan til enda. Ratingfavoritturin Rógvi E. Nielsen tapti longu í fyrsta umfari móti Margari Berg, meðan Hjalti t. Jógvansson og Heiðrikur T. Jacobsen telvaðu javnt. Men longu í øðrum umfari tapti Margar, meðan Rógvi vann og soleiðis var kappingin opin lika til næstseinasta umfar. Tá hevði Rógvi longu vunnið áðrenn síðsta umfar, men allir hinir kundu koma víðari til NM, alt eftir hvussu úrslitini lagaðu seg. Krøvini vóru tó ymisk fyri hvønn telvaran, Heiðrikur skuldi vinna móti Rógva, meðan Hjalti hevði nokk við remis móti Margar, sum harafturímóti mátti vinna talvið. Heiðrikur fekk tó einki gjørt við Rógva, meðan Hjalti og Margar telvaðu javnt. Rógvi E. Nielsen vann bólkin við 4,5 stigum, Hjalti 3 stig, Margar 2,5 stig og Heiðrikur 2 stig. Rógvi og Hjalti fara tí enn eina ferð at umboða Føroyar til NM.
Í B-bólkinum gjørdi Karl Marius Dahl úr Kollafjarðar Talvfelag bart, og vann sannførandi við 3,5 stigi av 4 møguligum. Sára Traber Olsen HT fekk 1,5 stig, meðan Pætur Poulsen fekk 1 stig. Karl Marius og Sára fara at umboða Føroyar til NM.
C-bólkurin var spennandi, men einans um annað plássið. Tað var ongantíð nakar ivi um vinnaran, men hini plássini var ein rættuligur gysari. Høgni Egilstoft Nielsen vann øll síni talv og tískil eisini FM-heitið, men áðrenn seinasta umfar høvdu 3 møguleikan at fara við Høgna til NM. Sjúrður Olsen VT og Alfred Olsen VT telvaðu seinasta talvið. Um Sjúrður vann, so fór hann til NM, vann Afred slapp hann og endaði talvið javnt, so mátti umdystur millum Sjúrður, Alfred og Rúna T. Jacobsen telvast. Tað var ikki frítt at nógv stóð á monnum – bæði við og rundanum talvborðið -, men úrslitið gjørdist at Sjúrður vann og ognaði sær luttøku til NM. Endaliga støðan gjørdist: Høgni 6 av 6 stigum, Sjúrður 2,5 stig, Rúni 2 stig og Alfred 1,5 stig.
D-bólkurin hevði einans 3 luttakarar, men tað steðgaði ikki Silas Eyðsteinsson ST – hann vann øll talvini ! Eli W. Finnson HT og Magni Weihe ST, telvaðu um næstu plássini, og har vann Eli bæði talvini. Silas og Eli vera umboðini í D-bólkinum í NM.
E-bólkurin – bólkurin við teimum yngstu – var ein uppvísing í telving, tá ið tað er allarbest. Janus Skaale úr Klaksvík vísti rættan klassa og vann øll talvini, men á øllum hinum borðunum var spenningur til síðsta leik. Allir kýttu seg til tað síðsta og vístu góð talvevnir. Og tá ið tað síðsta talvið var liðugt telvað, mátti umdystir til. Leif Fjallheim HT og Ragnar Weihe ST endaðu javnir í stigum og máttu tí telva um luttøkuna til NM. Fyrra talvið teirra millum endaði við javnleiki, meðan Leif hegnisliga mátaði Ragnar í seinna talvinum. Ein sonn fragd at síggja yngstu telvararnar kýta seg soleiðis, tað ber boð um eina livandi ítrótt við stórum møguleikum. Janus og Leif fara at umboða Føroyar í NM.
Fleiri myndir frá finaluni eru í myndasavnium.
Kappingin um FM-heitið verður í somu aldursbólkum sum til NM-kappingina:
A – bólkur: Telvarar føddir 1991-93 (17-20 ár)
B – bólkur: Telvarar føddir 1994-95 (15-16 ár)
C – bólkur: Telvarar føddir 1996-97 (13-14 ár)
D – bólkur: Telvarar føddir 1998-99 og (11-12 ár)
E – bólkur: Telvarar føddir 2000 og seinni. (10 ár og yngri)
Finalan verður í Tórshavn leygardagin 26 – 28 novembur 2010 (fyriskipari Talvsamband Føroya).
Telva verða 5 umfør, har hvør telvari hevur 90 min. + 30 sek. pr. leik í part til hvørt talvið. 1. umfar verður fríggjakvøldið kl. 18 í Kommunuskúlanum, 2. umfar leygardagin kl. 10.00 og 3. umfar kl. 15.00. Sunnudagin verður telvað kl. 12.30 og 16.30.
Seinasta freist at melda luttøku, er hóskvøldið 25. novembur 2010 kl. 18.00.
Meldið til á snarbjorn@hotmail.com ella 22 14 22 – Minnist til at upplýsa føðingardag tá meldað verður til.
Vanligar talvreglur eru galdandi fyri kappingarnar – og hesar kunnu ikki tillagast.
TALVSAMBAND FØROYA
Grand Prix kvikkappingin, ið eftir ætlan skuldi vera á Tofum leygardagin 20. november 2010, er útsett til februar/marts 2011.
Talvsamband Føroya
Kappingin um FM-heitið verður í somu aldursbólkum sum til NM-kappingina:
A – bólkur: Telvarar føddir 1991-93 (17-20 ár)
B – bólkur: Telvarar føddir 1994-95 (15-16 ár)
C – bólkur: Telvarar føddir 1996-97 (13-14 ár)
D – bólkur: Telvarar føddir 1998-99 og (11-12 ár)
E – bólkur: Telvarar føddir 2000 og seinni. (10 ár og yngri)
Kappingin er opin fyri ØLLUM áhugaðum talvungdómi !
Skipað verður fyri 3 kappingum, har tvær tær fyrstu eru úttøkukappingar til endaligu finaluna:
2. Onnur kappingin verður í Vestmanna leygardagin 13. novembur 2010 (fyriskipari Vestmanna Talvfelag).
Telva verða 8 umfør, har hvør telvari hevur 10. min. í part til hvørt talvið. Byrjað verður kl. 10 í Vestmanna Skúla. Seinasta freist at melda luttøku, er fríggjakvøldið 12. novembur 2010 kl. 19.00.
Meldið til á tlf. 225516 – Minnist til at upplýsa føðingardag tá meldað verður til.
Vanligar talvreglur eru galdandi fyri kappingarnar – og hesar kunnu ikki tillagast.
TALVSAMBAND FØROYA