Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Ferðafrásøgn OL, Hans Hjalti Skaale Fyrsti partur

Ferðafrásøgn OL, Hans Hjalti Skaale Fyrsti partur

Fyrst kann man spyrja, hví júst eg havi fingið hendan tjansin at vera dómari yvir nøkrum av heimsins sterkastu telvarum. Søgan byrjar við, at sonur mín Janus, heilt ungur fór at telva og hevur verið sera hugaligur og hevur staðið seg væl. Sum flest onnur foreldur, havi eg roynt at stuðlað børnum mínum. Á hendan hátt havi eg verið til óteljandi talvkappingar, bæði í Føroyum og eftirhondini eisini í øllum Norðanlondunum, og eisini so fjarskotið sum í Maribor í Slovenia. Hetta kann vera gott og hugnaligt at vera eygleiðari, bilførari og stuðul, men tá eg soleiðis havi verið við allíkavæl, so hví ikki gera okkurt til nyttu.

Í 2011 var stór talvkapping í Føroyum sum kallaðist Small Nations, hetta er Europameistarakapping fyri smátjóðir, og í hesum sambandi var finnlendingurin Mikko Markula í Føroyum sum høvuðsdómari. Talvsamband Føroya hevði fingið Mikko Markula at skipa fyri FIDE arbiter (talvdómara) skeiði nú hann var í Føroyum allíkavæl, sum høvuðsdómari til hesa kapping. Finnbjørn Vang talvforseti, fekk lokka meg at melda meg til. Hetta var ikki hissini skeið, vit vóru 9 sum meldaðu okkum til, úr fleiri ymsum londum, 4 tímar í skúla hvørt kvøld í eina viku, og so til próvtøku. Vit vóru 4 sum stóðu royndina, Robert Lagerman úr Íslandi, Finnbjørn Vang, Herborg Hansen og eg. Hetta er so beinleiðis orsøkin til, at eg fekk hetta høvi at koma til talv OL í Tromsø.

Tá Finnbjørn nakað herfyri, brádliga boðar frá, at hann hevði meldað meg til sum dómara í Tromsø, og síðani spyr um eg ikki vil fara, helt eg kanska, at tað var bítt ikki at taka av, nú man fekk ein slíkan møguleika, at mingla millum fremstu telvarar heimsins. Eisini skal sigast at túrurin so at siga er kostnaðarleysur, tí fyriskipararnir endurrinda ferðing og lata ból og bita, men tó fær man onga løn. So hetta er ein frívillig arbeiðslega at kalla.

Dagurin 1. august upprennur og Garðataxa heintar meg 06 30 og flytur meg trygt á flogvøllin. Í nýggja terminalinum er nógv hóvasták. Tað vísir seg at í miðdepli hesari stákan, kemur sjálv Pamela Anderson so bringubrøtt til Føroya. Einasta viðmerking hennara er: I am here to stop that grind. Eg taki hetta sum eina fyriboðan um, at helst verður hetta ein hendingaríkur túrur, og tað skal vísa seg at vera rætt. Eg ferðist saman við føroyska liðinum, Helga Dam Ziska, John Rødgaard, Olafi Berg og Høgna Egilstoft Nielsen. John Arni Nilssen skal stunda til ferðalagið í Kastrup. Finnbjørn og konan Sólgerð eru longu í Tromsø.

Á ferðini yvir tosa vit um, hvussu nú fer at vera, tí seinastu tíðina hava fjølmiðlanir ikki tosa um annað, enn at ein terroratsøkn skuldi rakt Noreg ein av døgunum, og løgreglan hevur úr at gera við at finna bandittarnar. Eg var so heppin, skuldi tað vísa seg, at tá eg keypti mín ferðaseðil frá Kastrup til Oslo og síðani víðari til Tromsø var flúgvarin sum hinir skuldu við útseldur, so eg fekk aðra fráferð. Eg kom fram í øllum góðum, og á flogvøllinum í Tromsø stóð ein sera blíðsnýðað norsk genta við skelti: Faroe Island, og tók ímóti mær. Tað vísti seg nevniliga at føroyska liðið rendi seg í hópin av trupulleikum á ferðini. Fyrst vóru teir seinkaðir í fleiri tímar, og ringast av øllum, so var nakað av viðførinum fari suður til Kroatien í staðin fyri norð til Tromsø.

Eg og blídliga kvinnan fóru so í ein buss, sum koyrdu okkum til stóru høllina har setanin skuldi vera. Vit funnu okkum sess, og tilvildin lagaði tað so, at vit komu at sita saman við foreldrum Magnusar, eisini var systurin Ellen, sum eisini telvar og Omman har. Og nú tosi eg um Magnus Carlsen heimsmeistara í talvi, skuldi nakar ivast. Í Noreg er avgjørt nokk, bert at nevna Magnus, so er eingin í iva um, hvønn tosa verður um. Magnus er líka kendur sum kongurin. Einasti annar privatpersónur, sum kann metast við hann, er fremsta skíðhetjan hjá norðmonnum Peter Northug.

Tað má sigast, at norðmenn vóru farnir undir uppgávuna í fullum álvara. Ein risastór sena, sera vakurt ljós, eldur og roykur, ein sera væl upplagdur vertur, sum eisini var sjálvur borgarstjórin í Tromsø, nøkur av fremstu tónlistafólkum í Noreg, symfoniorkestur við framúrskarandi solisti, sum sjálvandi framførdu úr sangleikinum Chess. Sjálvandi vóru eisini nakrar røður: FIDE forsetin, fíggjarmálaráðharrin í Noreg Siv Jensen, og eisini borgarstjórin. Alt beinleiðis sjónvarpað, tað er ein rættur talvfebur í Norra síðani Magnus Carlsen, sum eisini var á pallinum, settist á talvtrúnuna, og tað merkist veruliga til eitt slíkt høvi.

Tað er sanniliga ein meldur av sera ymiskum fólkum til eitt slíkt OL, skal eg heilsa og siga. Ì øllum litum, øllum longdum og sanniliga eisini í øllum tjúktum. Eitthundraðogsekstinýggju talvsambond eru umboðaði á OL hesaferð, og er tað met. Sum eitt hitt seinasta á skránni í hesari flottu setanarhátíð, vóru øll fløggini víst á risastórum skýggja, og verturin vildi hava, at tá eins egna flagg koma á skýggjan, skuldi man reisa seg úr sætinum og jubla. Hetta tóku nøkur lond í allar størsta álvara.

Eg visti ikki betur enn at eg var einasti føroyingur í salinum. Føroyska talvlandsliðið var jú seinkað, og forsetin sat úti á flogvøllinum og bíðaði eftir teimum. Fram fyri meg rann løtan, tá eg á fyrsta sinni sjálvur skuldi í ovastu ódnina í Háfjalli. Eg var trettan ár, og hetta var fyri meg fyribils kuluminatiónin í lívi mínum. Ovasti maður á fjalli, onki minni. Fjallmanningin í Uppsalahaga telur tólv mans, og eitt sum ovasti maður hevur at gera er at siga frá, nær hinir mennirnir skulu fara til gongu. Eg minnist so týðuliga, at abbi mín sigur við meg, at tá eg var komin niðan í hitt ovasta rákarlagi beint undir tindinum, har ein stóru steinur er, hann fert tú uppá, og so gert tú eitt Kongaróp. Enn í dag, tredivu ár seinni verði eg mintur á dagin, tá eg stóð á steininum og rópti: NÚ GANGA VIT. Skuldi eg endurtaka bragdið millum hesi umleið tveytúsund fólkini. Fløggini komu sum perlur á snóri á skýggjanum, og skjótt var tað mín túrur. Tá Merkið veittraði á skerminum, sveik mótið, eg reisti meg og fekk stama eitt forkøla jubbiii. So var liðugt.

Eftir setanina er fundur, Arbiters Meeting. Fundurin er á sjálvum spælistaðnum. Bygningurin har leikinir skulu vera, sær milt sagt ikki serliga innbjóðandi út. Hetta er einfalt ídnaðarbyggjarí, ein stórur ógvusligur fýrkantaður betongkassi frá 50’inum. Einki vindeyga, bara nakrar stórar garasjuhurðar. Tað vísur seg, at hetta er gamla høllin hjá Muck bryggjarínum, sum fyri árum síðani flutti alt sítt virksemi út um býin, tí bygningurin ikki kundi brúkast meira. Innan er bygningurin eisini sera kaldligur og ráur. Men tað er sjónligt, at teir í skundi hava málað alt hvítt, hava installerað hópin av fyribilsljósi, og lagt eitt tunt grátt teppi á gólvið, fyri at doyva ljóðið eitt sindur. Í høllini er eitt ótal av borðum og stólum, í einum sera bíligum kvaliteti. Men sjálv talvútgerðin er øll fyrsta floks, øll talvborð elektronisk, klokkur og talvfólk av fyrsta klassa. Øll kappingin kann fylgjast beinleiðis á netinum, leik fyri leik. Talv og alnótin sýnast at vera sum skapt til hvønn annan.

The Chief Arbiter, maðurin sum er høvuðsdómari í kappingini, og sum eisini er President of FIDE Arbiters Commission, Takis Nikolopoulos er Grikki, og er ein sera myndigur maður um miðjan aldur. Hann bíður vælkomin og presenterar nakrar av sínum undirsáttum, hetta er ein sera hierarkisk skipan. Undir sær hevur hann fyrst tveir deputy chief arbiters, so átta sektor arbiters, fýra TAP: Chairman Members og eina Appeals Committee. Síðani vit apur, við heitinum Match Arbiters, vit eru einir 170 í tali. Ein samansettur dómaraskari við lít, 22 úr Afrika, 20 úr suður og norður Amerika, 27 úr Asia og Avstralia og vit eru 97 úr Europa. Tað serliga hesi ferð er, at vit eru tríggir, sum umboða talvsamband Føroya FAI, Mogens Nielsen IA, Arild Rimestad IA og eg sjálvur við mínum FA prógvi. Hinir báðir eru IA, sum merkir International Arbiter, hetta svarar til, at teir eru skipsførarar og eg bert havi lítla heimaskiparaprógvið, reyðfiskaprøvan, ein so kallaður frikkadellufiskari, men meir um hetta seinni.

Takis ger tað púra greitt, at tað er hann sum avger alt, og hevur alla ábyrgdina. Stórt meira skilti eg ikki á hesum fundinum, hann Takis er helst ein fittur maður og kanska ein góður dómari omaná, men eitt, sum hann so avgjørt ikki kann brúkast til er at tosa í mikrofon. Eingin á fundinum hoyrdi tað stóra, hóast hann tosaði í minst ein tíma.

Høllin er býtt sundur í átta sektorar við hvør sínum skipara. Ein spaniumaður IA Jesus Mena skal stjórna sektor 5, og eg hoyri tíbetur, at tað er her eg hoyri heima. Tað vísir seg at frikkadellufiskarin hevur fingið kjans við einum sera góðum skipi. Sektor fimm er borð 6 til borð 27 í opnum bólki, so eg skal vænta, at eg skal døma teir heilt stóru kanónirnar, og tað fer líka sum ein skjálti ígjøgnum meg, tá hetta gerst mær greitt. Hevði fingið at vita frá talvforsetanum, at eg skuldi vænta at sleppa at døma kvinnunnar á teimum aftastu borðunum. Støðið til eitt slíkt OL er sera ymiskt, heilt frá teimun allarbestu í heiminum til ungar gentur og dreingir, sum illa nokk duga mannagongdina. Men so hugsi eg, at við sjálvum Jesusi sum akkersmanni, so má tað helst fara at ganga. Arild og Mogens við fínu tittlinum hava báðir fingið dámurnar at døma. Tað er vorðið seint, fólk eru móð, hava ferðast allan dagin, og vilja sleppa heim. Nú vísa norsku fyrireikararnir sítt sanna andlit.

Tromsø er ikki nakar risa býur, her búgva tá alt verður talt við uml. 70000 fólk. Hotel kapasiteturin í einum býi av slíkari stødd, er sjálvandi avmarkaður. Fyrireikararnir hava tó vita av hesum í seks ár, og skuldi man hildi, at brúkiligar loysnir vóru funnar, við seks ára skotbrái. Nakað er gjørt, føroyska liðið hevur fingið tillutað trý smá kømur inni hjá privatum, sum skora kassan nú býurin er fullur av fólki. Teir eru tó inni í býnum, ikki optimalt men OK. Dómarastandurin, altso vit 170 eru sendir út á bølandi, og nú meini eg heilt út har krákurnar venda. Góðar 70 kilometrar uttanfyri Tromsø. Tað ljóðar í sjálvum sær ikki so gali, tað er tað sama sum úr Klaksvík til Havnar. Men, og tað eru tíverri fleiri men. Vegurin er fyrst uppum Troms oyggina, eftir smalum brúgvum, og so ein fjøruvegur so smalur, at tveir bilar í flestu førum ikki kunnu møtast. Og ikki nokk við tað, hvønn dag so er norski landsverkfrøðingurin í gongd við viðlíkahaldsarbeiði, bøta hol og asfaltera og slíkt, so á hvørjum túri skulu við altíð bíða eftir hesum eisini. Hetta hevur við sær at túrurin tekur hálvanannan tíma at koyra. Av tí at vegurin er lagdur tætt fram við strondini tað nógva av vegnum, so er hann fullur av svingum, so bussurin sveiggjar higar og hagar, og ikki er óvanligt, at hann botnar. So hetta er ikki á nakran hátt, hóast útsýnið er vakurt, ein behagiligur túrur. Men hetta muga vit so smyrja okkum við.

Seinni finni eg so út av, at ein av dómarunum eg eigi at búgva saman við, hevur verið framsíggin og snildur, og snøgt sagt ikki hevur latið hendan bussmarrudreymin sær lynda. Viðkomandi hevur skrivað til fyrireikararnar, sigur at hann hevur eina sarta nøs, og av medisinskum orsøkum, helst ikki skal vera ov langt frá sjúkrahúsi. Hesa sjófrágreiðing sum er íspunnin, keypa fyrireikararnir, og lata hann fáa hotell mitt í býnum. Hetta flenna vit nógv at, men hugsa kanska í okkara stilla sinni um áraknútar, líktorn ella onkur hissini hemurita ikki kundi fáa okkum hotell í býnum eisini. Ikki tí, umstøðurnar vit búgva í eru fínar, smá summarhús sett heilt oman móti fjøruni. Vit eru tríggir, sum skulu búgva saman, Mogens Nielsen, ein Ukraini, ið ikki tosar eitt orð á enskum, og so eg.

Dagurin kappingin skal byrja eru vit tíðliga á fótum, morgunmat, brúsu og so í bussin. Fyrsti dystur eg fái tillutaðan er á borði 15. Czech Republic og Libya, endin er at Kekkarnir vinna 4-0. Hetta er fyrsta umfar og øll í høllini eru spent, nýggj kapping, nýggjar umstøður og eg sjálvur stríðist við kaldasveitta. Mín fyrsta altjóða kapping og nú skal slagið standa. Klokkurnar verða stillaðar, telvararnir fáa hálvanannan tíma til fyrstu 40 leikirnar, og síðani tredivu minuttir til restina av talvinum, tredivu sekund verða somuleiðis løgd afturat fyri hvønn leik. Tað nýggja fyri meg, og sum føroyskir telvarar heldur ikki kenna til, so verður eingin (movecounter) flitteljari nýttur. Hetta merkir, at teir tredivu minuttirnir, sum man fær afturat eftir leik 40, síggjast ikki á klokkuni tá, men koma fyrst á klokkuna tá klokkan kemur niður á null, dómarin skal so ansa eftir, at teir 40 leikirnir eru fluttir tá klokkan kemur niður á null.

Á fyrst borið hjá Kekkinum situr ein heilt serligur ungur maður, David Navara við styrkitalinum 2716. Hvat er so serligt við hesum kanst tú spyrja, jú nú eru vit í absoluttu heimselituni. Tað eru einans 43 telvarar í heiminum, sum hava eina styrki sum er 2700 ella meiri, einans tríggir telvarar hava eitt styrkital omanfyri 2800 Carlsen, Aronian og Caruana.

Fyrsta umfar er nógv seinkað, hetta orsaka av, at eitt vælmannað trygdarlið er sett at kanna hvønn einstakan, sum kemur inn í høllina. Nakað líknandi, sum vit kenna tað frá einum flogvølli, við stórum metaldektorum og skannarum, sum øll skulu inn ígjøgnum, hvør taska verður gjøgnumrótað og fólk verða kropskannaði.

Í talvheiminum er ein so kalla null toleransa galdandi. Hetta merkir, at um tú ikki situr við borið tá talvið skal byrja, so tapir tú. Hendan reglan er galdandi til OL, hetta vita telvararnir væl, og nú teir eru komnir í eina langa kø aftanfyri alt trygdareftirlitið eru nógvir í sera ringum skørum, frustratión, trokan og øði er ikki besta fyrireiking til talv. Ein lítlan hálvan tíma ov seint verður fyrsta umfar sett í gongd og eg eri vátur í sveitta, eisini tí at eg ikki eri vanur við at ganga so væl ílatin, vit dómarar hava fingið lagt eina við, at vit skula verða væl klæddir. Tey sum kenna meg, vita væl, at ganga í storknaðari skjúrtu og slips og klædningsjakka hvønn dag, er ikki mín koppur av the, men her er eingin vegur uttanum.

Aftur til David Navara, hann er ein ungur maður av heilt serligum slag, eitt talvflogvit við autismu. Sera blídligur og fittur og høfligur. Ein kend søga um hann er, at í einari kapping í 2011 telvar hann ímóti Moiseenko. Í leiki 35 ætlar Navara at flyta bispin av e7, men kemur av óvart at nema við kongin á f7. Moiseenko sær at hann strýkur konginum av óvart, og krevur at hann skal flyta kongin. Dómarin sum var hjástaddur sá tilburðin, og tekur avgerð um at Navara gott kann flyta bispin, hann so ger, og talvið heldur fram. Tá støðan er vónleys hjá Moiseenko og Navara hevur tvungið mát á borðinum, bjóðar Navara javnt. Hann ætlar ikki at vinna nakað talv uppá ein órættvísan máta, av hesum missir hann eisini einar 100.000 krónur.

 

Takis setur fyrsta umfar í gongd, og allir 1522 telvarar flyta fyrstu leikirnar. Eisini í mínum dysti fer alt í gongd sum tað skal, so nú er at vóna at alt gongur væl. Vit dómarar skulu hvønn hálva tíma fylla eitt skjal út, har vit skriva hvussu nógv tíð er eftir á klokkuni og hvussu nógvir leikir eru leiktir, stórt meira er ikki at gera sum dómari um alt gongur sum tað skal. Eisini skulu vit innsavnað uppskriftarbløðini og útfylla dómaraseðilin, og fáa kapteynarnar at skriva undir tá liðugt er. Tá ein góður tími er leiktur loypur fyrsta skriðan, klokkan á fyrsta borði, hjá vini okkara Navara, doyr. Svartur skermur. Fyrireikararnir hava helst ikki sett nýggja battarí í klokkurnar, Noreg er jú eitt fátækt land, og nú orkaði hendan ikki meir. Eg kviki mær fram til dómaraborði har Jesus situr, og biði um eina nýggja klokku. Vit so báðir við sjógv á bak, niðan aftur til borð 15. Jesus ferð at stilla klokkuna inn fyri meg, uttan at eg hevði spurt hann um tað. Eg finni skjalið við tíðunum eg havi fest á blað fyri løtu síðani, men Navara er ikki nøgdur, hann skrivar umframt leikirnar, eisini tíðina fyri hvønn tann einasta leik, heilt niður til sekundini, hetta er mótstøðumaður hansara eisini nøgdur við. Jesus stilla klokkuna, og dysturin verður aftur settur í gongd. Nú gongur tíðin, og soleiðis pø á pø koma teir til leik 40. Á den standur, stór kreppa á Libyska liðinum, hvar eru teir tredivu minuttirnir sum teir skulu fáa afturat. Eg royni at greiða frá, at teir fáa minuttirnir tá klokkan kemur niður a null, men so eiðasørt at teir skilja eitt einasta orð av eingilskum. Hetta hevur Muammar Gaddafi syrgt fyri. So lítla vestliga ávirkan sum møguligt. Hevði hann verið omaná nú, so hevði hann helst sent eina rakett eftir hesum dómaranum, sum ikki tosar arabiskt eisini. Sveittin sum eg hevði fingið so nøkulunda kontroll yvir, er nú vendur aftur. Á fyrst borði eru teir eisini komnir væl út um leik 40, nú reisir Navara seg upp, og vinkar meg yvir. Hvat nú? Hann gerð vart við at teir mangla fleiri minuttir, klokkan er skeivt innstilla. Síðani leik 40 hava teir ikki fingið tey kravdu 30 sekundini afturat , á dett skil. Navara er um at fara úr sínum góða skinni, og leggur mær eina við at mótstøðumaður hansara, eisini má fáa mistu minuttirnar aftur. Nú eri eg snildur, eg støðgi klokkuni og fari eftir Sektor. Jesus kemur flúgvandi, og má nú bøta aftur skaðan, sum hann sjálvur hevur forvolt. Glaður eri eg tá fyrsta umfar er enda. Kekkarnir vinna 4-0. Eftir umfari greiði eg Mogens Nielsen frá hendingum mínum, viðmerking hansara segði tað nokkso gott haldi eg: Den dreng er fandenme fuldstendig indhyldet i skak.

 

Mynd: Arild Rimestad

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …