Taptu toppdystin

Andorra, sum er meistari í talvi fyri smátjóðir í Evropa, vann toppdystin móti Føroyum í triðja umfari í morgun suðuri á Kýprós.  Í dystinum í fimta umfari, sum var seinnapartin, vunnu Føroyar stórsigur á Jersey. Fleiri lið eru nú um boðið at vinna kappingina. Heimaliðið Kýprós tykist vera eins gott boð upp á ein vinnara sum favorittarnir úr Føroyum, Andorra, Luksemburg og Monako.

Les meira »

Vunnu á Luksemburg

Føroyar sigraðu í dag í týðandi dystinum móti Luksemburg í evropeisku smálandakappingini í talvi fyri landslið.  Føroyar vunnu 2½ - 1½. Føroyar og Luksemburg eru eftir styrkitølunum bestu liðini í kappingini. Í triðja umfari í morginári eiga Føroyar triðja lykladystin á rað. Tá verður telvað móti Andorra, sum er smálandameistari. Hesaferð eru teir styrkismettir nummar trý.

Les meira »

Føroyar flúgvandi byrjan

Føroyar fingu júst ta byrjanina, ið teir høvdu vónað, í smálandakappingini fyri landslið í talvi suðuri á Kýprós. Lagt var fyri við ruddiligum sigri móti Monako í fyrsta umfari í dag. Føroyar eru styrkismettar nummar eitt av teimum tíggju liðunum í kappingini. Monako er styrkismett nummar fýra. Monako hevur tveir stórmeistarar á liðnum, men bara annar telvaði í dag. Igor Efimov er gamal kenningur, men var ikki við í fyrsta umfari, tó at hann er við í kappingini. Nýggjur stórmeistari á 1. borði var í staðin Amir Bagheri, sum er irani, annar stórmeistarin úr Iran, men nú umboðar hann Monako.

Les meira »

Úttøkukapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum í 2026 verður mitt í februar mánaði. 2 føroyingar sleppa við í hvørjum bólki.

Les meira »

INNBJÓÐING: FM gentur 2025

Skipað verður fyri FM gentur 2025 leygardagin 15. november kl. 10.00. Kappingin er eisini úttøkukapping til NM fyri gentur, ið verður í Norra í 2026. Telvað verður í hølunum hjá Havnar Telvingarfelag í Finsen.

Les meira »

Sandavágur vann toppdystin

Vágamenn varðveittu leiðsluna í landskappingini í talvi eftir toppdystin í triðja umfari í dag. Við teprum sigri í Klaksvík staðfestu vágamenn oddastøðu sína. Men føroyameistararnir úr Havnar Telvingarfelag eru bara eitt stig frá oddaliðnum.

Les meira »

Sandavágs Talvfelag á odda 

Vágamenn eru fremstir í landskappingini í talvi, nú tvey umfør eru farin. Føroyameistarnir úr Havnar Telvingarfelag hava havt minni góða byrjan, og eru í løtuni á triðja plássi.  Kollfirðingar hava tikið leiðsluna í bæði 2. deild og 3. deild, og í 4. deild er liðið úr Suðuroy á odda í sínum bólki.

Les meira »

Frásøgn ST open

ST Open var telvað í Sandavági 31/10-02/11. Hetta er fyrsta Open kappingin í kappingarárinum og hesaferð luttóku 14 telvarar. Størsti parturin av telvarum vóru ungir evnarríkir telvarar, tó eisini við luttøku av lokala altjóða meistaranum, Høgna Egilstoft Nielsen.

Les meira »