Nýggir bólkar eru gjørdir í 4. deild. Bólkurin, har kappast verður um at flyta upp í 3. deild, kemur at eita 4. deild. Meðan hin bólkurin kemur at eita 5. deild.
Les meira »Barna Grand Prix á Giljanesi leygardagin
Leygardagin, 24. januar kl. 12.00, verður kviktalvkapping fyri børn telvað á Skúlanum á Giljanesi, í Sandavági. Øll er vælkomin at luttaka í kappingini. Talan er um 2. kapping av 5, har luttakararnir kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin er skipað í tveimum bólkum. 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri. Telvað verður 6. umfør við tíðini 10 min. + 5 sek.
Les meira »Sandavágs Talvfelag á FM-kós
Vágamenn vunnu í gjár toppdystin móti føroyameistarunum úr Havnar Telvingarfelag 3 - 1. Hóast kappingin bara er hálvrunnin, kann sigurin fara at gerast heilt avgerandi, tí toppliðini missa so lítið í øðrum dystum, at innanhýsis dystirnir millum Sandavág og Havnina fáa tí næstan støðu sum smærri finalur.
Les meira »Barna Grand Prix í Finsen
Leygardagin, 17. januar kl. 12.00, verður kviktalvkapping fyri børn telvað í Finsen í Tórshavn. Øll er vælkomin at luttaka í kappingini.
Les meira »Íslendingar bestir
Íslendingar stóðu seg best í stóru talvkappingini Janus Open um vikuskiftið. Bæði vinnarin og hin næstbesti vóru íslendingar. Símun Þórhallsson vann við sjey stigum av átta møguligum. Dagur Ragnarsson var nummar tvey, eitt hálvt stig aftari. Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen, sum hevði hægsta styrkitalið av øllum, endaði nummar trý við sama stigatali sum Dagur Ragnarsson, Luitjen Akselsson Apol og Jón Kristinn Thorgeirsson. Ikki færri enn 135 telvarar hava verið við í kappingini í Kolshøll á Eiði hetta vikuskiftið. Bæði vaksin og ung, børn og gomul, kvinnur og menn, føroyingar, norðurlendingar og onnur við.
Les meira »Ein føroyingur og tveir íslendingar fremstir
Tað er trongt í oddanum í væl mannaðu talvkappingini Janus Open á Eiði, nú seks umfør eru avgreidd. Eitt hálvt stig skilir teir fremstu tíggju telvararnar í røðini. Tvørámaðurin í Havnar Telvingarfelag, Sjúrður Thorsteinsson, er saman við tveimum íslendingum á odda, nú tvey umfør eru eftir. Sjúrður hevur vunnið á bæði Rógva Egilstoft og Martin Poulsen, og spælt javnt móti Luitjen Akselsson Apol.
Les meira »Talvkapping á Eiði setur nýtt met
Talvkappingin “Janus Open” á Eiði tykist hava óvanliga sterka atdráttarmegi. Í fjør, tá henda kapping fór av bakkastokki, var áhugin so stórur, at luttøkumet var sett. Og í ár, nú kappingin verður hildin á øðrum sinni, verður luttøkumetið í fjør væl og virðiliga sprongt.
Les meira »Live frá Janus Open II
Fylgjast kann við beinleiðis á: https://live.faroechess.com/
Les meira »Havnarmenn flongdu klaksvíkingar
Oddaliðini í landskappingini í talvi vunnu stórsigrar í 4. umfari í dag. FM-liðið hjá Havnar Telvingarfelag vann óvæntað heili 4-0 á Klaksvíkar Talvfelag. Oddaliðið hjá Sandavágs Talvfelag vann í sínum lagi eisini ruddiliga, eitt hálvt stig er nú á muni millum oddaliðini. Nú er lagt upp til rættiligt toppbrak í fimta umfari millum Sandavág og Havnina.
Les meira »Telving um jólini
Fleiri av føroysku talvfeløgunum hava havt serstakar snarkappingar í desember, sum annars hevur verið friðarligur við telving. Landskappingin hevur ligið still síðan seint í november, men nú eftir nýggjár verður herjað á aftur.
Les meira »
Talvsamband Føroya Faroechess