Innbjóðing til GP Finaluna 2025

Leygardagin 29. mars verður Grand Prix finalan telvað í Sandavági. Telvað verður í skúlanum á Giljanesi. Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum, eisini teimum, sum ikki – ella bara partvís – hava luttikið í GP kappingum hetta kappingarárið.

Les meira »

Havnin sigraði

Havnar Telvingarfelag endurvann FM-heitið í stórum stíli í seinasta umfari í landskappingini í gjár. Havnarmenn vunnu stórsigur 3½-½ á kappingarneytanum úr Sandavágs Talvfelag, eisini eydnaðist B-liði Havnar Telvingarfelags at lívbjarga sær í harðari kapping við Kollafjarðar Talvfelag, sum tí noyðist at víkja sætið í deildini.

Les meira »

Hvør vinnur í ár?

Í morgin leygardagin endar landskappingin í talvi við stórum felagsumfari í Kollafirði. Tá fellur avgerðin í øllum fýra deildum. Sum vant møtast Havnin og Sandavágur í avgerandi innanhýsis dysti í 1 deild.

Les meira »

Óbroytt í toppi og botni

Havnar Telvingarfelag hevur nú góðar møguleikar at endurvinna FM-heitið í talvi.  Havnarmenn vunnu í dag 3 – 1 á klaksvíkingum, og eru tí í roynd veru bara eitt stig frá at endurvinna FM-heitið. Avgerðin fellur, tá oddaliðini møtast í síðsta umfari um tvær vikur. Avgerðin um niðurflyting verður eisini at bíða til seinasta umfar. Botnliðini Kollafjørður og Havnin B telvaðu javnt sínamillum í dag, og í stigum stendur eisini á jøvnum teirra millum.

Les meira »