Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Høgni og Hans Kristian á FM-kós

Høgni og Hans Kristian á FM-kós

Jón í Horni Nielsen – stríddist til fánýtis móti Høgna Egilstoft Nielsen í fjórða umfari. Mynd: jn.fo

Tveir telvarar skara framúr í FM-kappingini í ár. Høgni Egilstoft Nielsen og Hans Kristian Simonsen. Sigursrøðin stendur við hjá báðum. Teir hava framvegis fult stigatal nú fýra umfør hava verið. Tað er longu greitt, at annar teirra verður føroyameistari.

Hans Kristian vann í fjórðaumfari týsdagin at síggja til ógvuliga sannførandi á Petur G. Magnussen við svørtum í fronsku byrjanini. Petur kom tíðliga í so tronga støðu, at einki gjørdist. Onkur undraðist kanska, at Petur var so bráður at leggja kongin, men teldan roknaði stóran fyrimun fyri Hans Kristian í støðuni.  

Høgni vann á Jón í Horni Nielsen í eyðkendum lagi. Trygt og sannførandi trýstir hann mótstøðumenninar niður. Teir byrjaðu seinni enn hinir, og vóru ikki lidnir fyrr enn stutt fyri midnátt.

Luitjen Akselsson Apol tapti á øðrum sinni, og hevur nú helst mist allar FM-møguleikar. Elias Petersen vann á Luitjeni, og vann so ruddiliga eisini.

Sama kann sigast um Flóvin Matras Tummsarson, sum gav Martini Poulsen fjórða nullið á rað. 

Landsliðsbólkurin

4. umfar (31. mars kl. 17.00)

Jón í Horni Nielsen – Høgni Egilstoft Nielsen 0 – 1

Petur Gardar Magnussen – Hans Kristian Simonsen 0 – 1

Elias Petersen – Luitjen Akselsson Apol 1 – 0

Flóvin Matras Tummsarson – Martin Poulsen 1 – 0

Landsliðsbólkurin – støðan

1-2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 4 stig

1-2. Hans Kristian Simonsen, KT 4

3-4. Luitjen Akselsson Apol, HT 2

3-4. Elias Petersen, HT 2

5-6. Jón í Horni Nielsen, ST 1½

5-6. Flóvin M. Tummasarson, HT 1½

7. Petur G. Magnussen, HT 1

8. Martin Poulsen, HT 0

5. umfar (1. apríl kl. 17:00)

Hans Kristian Simonsen – Flóvin Matras Tummasarson

Høgni Egilstoft Nielsen – Petur Gardar Magnussen

Luitjen Akselsson Apol – Jón í Horni Nielsen

Martin Poulsen – Elias Petersen

6. umfar (2. apríl/skírisdagur kl. 14:00)

Hans Kristian Simonsen – Høgni Egilstoft Nielsen

Petur Gardar Magnussen – Luitjen Akselsson Apol

Jón í Horni Nielsen – Martin Poulsen

Flóvin Matras Tummasarson – Elias Petersen

7. umfar (3. apríl/langi fríggjadagur kl. 14:00)

Høgni Egilstoft Nielsen – Flóvin Matras Tummasarson 

Luitjen Akselsson Apol – Hans Kristian Simonsen

Elias Petersen – Jón í Horni Nielsen

Martin Poulsen – Petur Gardar Magnussen 

Hinir bólkarnir

Støðan broyttist lítið í hinum bólkunum í gjár. Í 1. bólki hevur Rókur Davidsen framvegis fult stigatal. 

1. Rókur Davidsen, KTF 4 stig

2. Markus Jacobsen, KT 3½

3-4. Margar Berg, HT 2

3-4. Sigurð B. Justinussen

8 telvarar í alt.

Í almenna bólkinum stendur nú á jøvnum millum Boga á Kósini og Inga Højsted.

1-2. Bogi á Kósini, KTF 3½ stig

1-3. Ingi Højsted, KT 3½

3. Karl M.Dahl, KT 3

14 telvarar í alt.

Og í unglingabólkinum er níggju ára gamli Andrew Xin framvegis einsamallur á odda. 

1. Andrew Xin, HT stig 3½ stig

2. Djóni Jakobsen, HT 3

3. Sámal I. Nesá, HT 2½

9 telvarar í alt.

Sí eisini

Høgni og Hans Kristian vinna alt

Tveir telvarar rýma undan hinum í Landsliðsbólkinum. Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og …