Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Høgni vann oddabrakið

Høgni vann oddabrakið

Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen

FM-favoritturin Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag vann í fyrsta umfari í FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar á fremsta avbjóðaranum, Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag.

Høgni vann við hvíta fólkinum í einum skørpum sisilianara, har hvørgin spardi krútið. Høgni tóktist kortini at hava tamarhald á støðuni allan vegin.

Var hetta í veruleikanum avgerðin í kappingini, munnu summi hugsa. Høgni er so mikið stórur favorittur, at tá ið hann longu í fyrsta umfari kveistraði dyggasta avbjóðaran til viks, er ilt at síggja, hvør ið so skal steðga honum.

Martin Poulsen, sum hevur triðhægsta styrkitalið í bólkinum, tapti fyri Hans Kristiani Simonsen. Tap var í hendi hjá Martini longu eftir tjúgu leikir. Vánaliga gongdin hjá trífalda føroyameistaranum stendur við.

Á hinum borðunum sótu fýra av teimum yngstu í FM-bólkinum – Luitjen undantikin. Her vunnu teir við hægri styrkitali.

Annað umfar í dag

Klokkan 14.00 í dag byrjar annað umfar í FM-talvkappingini á Giljanesi.

Høgni Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen møtast – telvararnir við flest FM-heitum í beltinum. Annar dystur stendur millum Elias Petersen og Hans Kristian Simonsen, sum báðir vunnu í gjár.

Í alt 45 telvarar eru við í teimum ymisku bólkunum í kappingini. Telvað verður til og við langa fríggjadag, tá sjeynda og seinasta umfar verður.

Til ber at fylgja við leik fyri leik á netinum, meðan telvað verður. Leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins – faroechess.com.

Úrslitini í fyrsta umfari í Landsliðsbólkinum í gjár vóru hesi:

FM, Landsliðsbólkur, 1. umfar:

IM Høgni Egilstoft Nielsen, ST (2401) – Luitjen Akselsson Apol, HT (2299) 1 – 0

Hans Kristian Simonsen, KT (2110) – Martin Poulsen, HT (2189) 1 – 0

Jón í Horni Nielsen, ST (2080) – Flóvin M. Tummasarson, HT (1904) 1 – 0

Petur G. Magnussen, HT(1984) – Elias Petersen, HT (2096) 0 – 1 

2. umf sunnudagin 29. mars:

Martin Poulsen – Høgni Egilstoft Nielsen

Flóvin M. Tummasarson – Luitjen A. Apol

Jón í Horni Nielsen – Petur G. Magnussen

Elias Petersen – Hans Kristian Simonsen

Sí eisini

Hans Kristian bjóðar av

Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Hans Kristian Simonsen úr Kollafjarðar Talvfelag eru einsamallir á odda við fullum stigatali eftir tvey umfør í FM-einstaklingakappingini í talvi vesturi á Giljanesi. Favoritturin Høgni Egilstoft Nielsen vann aftur í gjár. Í drúgvum leiki vant hann spakuliga úr Martini Poulsen, ið annars stóð væl við hvíta fólkinum.