Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Finaludystur á Giljanesi

Finaludystur á Giljanesi

Hans Kristian Simonsen – hevur tikið øll á bóli. Hevur fult stigatal eftir fimm umfør. Í dag møtir hann favorittinum Høgna Egilstoft Nielsen. Mynd: jn.fo.

Í dag fellur kanska avgerðin. 

Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Hans Kristian Simonsen úr Kollafjarðar Talvfelag, sum hava vunnið hvørt talv higartil í FM-einstaklingakappingini í talvi, og eru einsamallir á odda í landsliðsbólkinum, bresta saman í røttum oddabraki á Giljanesi í dag. Greitt er, at annar teirra verður føroyameistari.

Báðir vunnu aftur í gjár.  Hvørgin mótstøðumaðurin formáddi sær stórvegis. Hans Kristian tók Flóvin M. Tummsarson á bóli í byrjanarspælinum, og vann enntá mann longu í fimtanda leiki. Petur Magnussen, ið telvaði móti Høgna, tóktist eitt sindur fjálturstungin og á ótryggari grund í byrjanarspælinum, og misti finnu tíðliga í spælinum. Eftir tað gjørdist einki.

Allir, ið høvdu hvíta fólkið í FM-bólkinum, vunnu í gjár. Luitjen A. Apol koppaði Jón í Horni, og endiliga bragdið hjá Martini Poulsen, sum í sínum lagi vann sannførandi á Eliasi Petersen.

Sætta umfar verður í dag. Byrjað verður klokkan 14.00. Kappingin endar í morgin, tá sjeynda og seinasta umfar verður telvað. 

Til ber at fylgja við beinleiðis hvussu telvað verður leik fyri leik á øllum borðum. Leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

5. umfar (1. apríl kl. 17:00)

Hans Kristian Simonsen – Flóvin Matras Tummasarson 1 – 0

Høgni Egilstoft Nielsen – Petur Gardar Magnussen 1 – 0

Luitjen Akselsson Apol – Jón í Horni Nielsen 1 – 0

Martin Poulsen – Elias Petersen 1 – 0

Landsliðsbólkurin – støðan

1-2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 5 stig

1-2. Hans Kristian Simonsen, KT 5

3. Luitjen Akselsson Apol, HT 3

4. Elias Petersen, HT 2

5. Jón í Horni Nielsen, ST 1½

6. Flóvin Matras Tummasarson, HT 1½

7. Martin Poulsen, HT 1

8. Petur Gardar Magnussen, HT 1

6. umfar (2. apríl/skírisdagur kl. 14:00)

Hans Kristian Simonsen – Høgni Egilstoft Nielsen

Petur Gardar Magnussen – Luitjen Akselsson Apol

Jón í Horni Nielsen – Martin Poulsen

Flóvin Matras Tummasarson – Elias Petersen

7. umfar (3. apríl/langi fríggjadagur kl. 14:00)

Høgni Egilstoft Nielsen – Flóvin Matras Tummasarson 

Luitjen Akselsson Apol – Hans Kristian Simonsen

Elias Petersen – Jón í Horni Nielsen

Martin Poulsen – Petur Gardar Magnussen 

Hinir bólkarnir

1. bólkur

1. Markus Jacobsen, KT 4½ stig

2. Rókur Davidsen, KTF 4

3. Margar Berg, HT 3

8 telvarar í alt.

Almennur bólkur

1. Bogi á Kósini, KTF 4½ stig

2. Karl M. Dahl, KT 4

3. Ingi Højsted, 3½

14 telvarar í alt. 

Unglingar

1. Djóni Jakobsen, HT 4½ stig

2. Andrew Xin, HT 4

3. Sámal Isfeldt Nesá, HT 3

9 telvarar í alt.

Kappingin í veteranbólkinum byrjar í dag. Átta telvarar kappast.

Sí eisini

Søgulig steypakapping

Suðuroyar Talvfelag, ið fyrr í ár vunnu uppflyting til 3.deild, tóku enn eitt megnartak fyri …