Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Høgni og Hans Kristian vinna alt

Høgni og Hans Kristian vinna alt

Tveir telvarar rýma undan hinum í Landsliðsbólkinum. Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Hans Kristian Simonsen úr Kollafjarðar Talvfelag hava sum teir einastu fult stigatal nú trý umfør eru farin í FM-einstaklingakappingini í talvi á Giljanesi.

Eingin er ovfarin av Høgna, men Hans Kristian man hava tikið tey flestu á bóli. Góða byrjanin er kortini kki komin av ongum. Hans Kristian hevur telvað væl. Aftur í gjár vann hann sannførandi. Hesaferð mátti Jón í Horni Nielsen dvína fyri væl upplagda kollfirðinginum.

Hans Kristian er ein gáta. Evnini hevur hann sum fáur. Tað mátti sjálvt Kasparov sanna á sinni, tá Hans Kristian sum einasti føroyingur koppaði heimsins besta á ferð hansara í Føroyum fyri fjórðingsøld síðan. Tá var Hans Kristian 17 ára gamal. FM-heitið vann hann í 2002. Hann telvaði seg til ein IM-norm í 2005, og var fastur fúsur á føroysku OL-liðunum. Men síðani hevur tað verið eitt stig fram og tvey aftur. Hans Kristian fæst ikki at telva regluliga í liðkappingini, men tá ið páskirnar nærkast, fær hann brell at telva. So er hann aftur í FM-bólkinum. Og tað er meira enn so komið fyri, at hann er í broddi fylkingar, tá ið kappingin er hálvliðin. Men tá kemur ofta stígur í hjá honum. Møði? Tvørrandi venjingarstøða? Spennandi verður, hvussu fer at vignast hesaferð. Enn hevur hann ikki møtt teimum báðum sterkastu í bólkinum – Høgna og Luitjeni. Ella skulu vit kanska heldur siga: teir báðir hava enn ikki møtti Hans Kristiani.

Høgni er bara í einum flokki fyri seg. Aftur í gjár ein sannførandi framførsla. Elias stríddist væl, men stykki fyri stykki varð hann avlimaður.

Luitjen A. Apol og Martin Poulsen høvdu ein drúgvan og harðan dyst. Báðir telvaðu væl, Martin fann kreativar loysnir í kroystu støðuni og mundi bjargað sær javnleikinum, men Luitjen var eirindarleysur. Enn stendur í botni hjá Martini, men munnu stigini ikki fara at koma nú?

Landsliðsbólkurin – støðan

1-2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 3 stig

1-2. Hans Kristian Simonsen, KT 3

3. Luitjen Akselsson Apol, HT 2

4. Jón í Horni Nielsen, ST 1½

5-6. Elias Petersen, HT 1

5-6. Petur G. Magnussen, HT 1

7. Flóvin M. Tummsarson, HT ½

8. Martin Poulsen, HT 0

3. umfar (30. mars)

Høgni Egilstoft Nielsen – Elias Petersen 1 – 0

Luitjen Akselsson Apol – Martin Poulsen 1 – 0

Hans Kristian Simonsen – Jón í Horni Nielsen 1 – 0

Petur Gardar Magnussen – Flóvin Matras Tummasarson ½ – ½

4. umfar (31. mars kl. 17.00)

Jón í Horni Nielsen – Høgni Egilstoft Nielsen

Petur Gardar Magnussen – Hans Kristian Simonsen

Elias Petersen – Luitjen Akselsson Apol

Flóvin Matras Tummsarson – Martin Poulsen

5. umfar (1. apríl kl. 17:00)

Hans Kristian Simonsen – Flóvin Matras Tummasarson

Høgni Egilstoft Nielsen – Petur Gardar Magnussen

Luitjen Akselsson Apol – Jón í Horni Nielsen

Martin Poulsen – Elias Petersen

6. umfar (2. apríl/skírisdagur kl. 14:00)

Hans Kristian Simonsen – Høgni Egilstoft Nielsen

Petur Gardar Magnussen – Luitjen Akselsson Apol

Jón í Horni Nielsen – Martin Poulsen

Flóvin Matras Tummasarson – Elias Petersen

7. umfar (3. apríl/langi fríggjadagur kl. 14:00)

Høgni Egilstoft Nielsen – Flóvin Matras Tummasarson 

Luitjen Akselsson Apol – Hans Kristian Simonsen

Elias Petersen – Jón í Horni Nielsen

Martin Poulsen – Petur Gardar Magnussen 

Klaksvíkingar á odda

Í hinum bólkunum gera klaksvíkingar um seg.

Í 1. bólki hevur Rókur Davidsen fult stigatal. Í gjár vann hann á Rana Nolsøe.

1. Rókur Davidsen, KTF 3 stig

2. Markus Jacobsen, KT 2½

3. Margar Berg, HT 2

8 telvarar í alt.

Í almenna bólkinum eru tríggir oddafiskar eftir trý umfør.

1-3. Bogi á Kósini, KTF 2½ stig

1-3. Ingi Højsted, KT 2½

1-3. Baldur B. Jørgensen, HT 2½

14 telvarar í alt.

Og í unglingabólkinum er níggju ára gamli Andrew Xin einsamallur á odda við fullum stigatali.

1. Andrew Xin, HT stig 3 stig

2-4. Djóni Jakobsen, HT 2

2-4. Sam Laksá, KTF 2

2-4. Sámal I. Nesá, HT 2

9 telvarar í alt.

Sí eisini

Hans Kristian bjóðar av

Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Hans Kristian Simonsen úr Kollafjarðar Talvfelag eru einsamallir á odda við fullum stigatali eftir tvey umfør í FM-einstaklingakappingini í talvi vesturi á Giljanesi. Favoritturin Høgni Egilstoft Nielsen vann aftur í gjár. Í drúgvum leiki vant hann spakuliga úr Martini Poulsen, ið annars stóð væl við hvíta fólkinum.