Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til steypakappingina 2026

Innbjóðing til steypakappingina 2026

Steypakappingin verður telvað leygardagin 2. mai í Salt í Suðri.

Umframt kappingina er endamálið at draga samanum farna kappingarárið 2025/26 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Vónað verður, at nógvir telvarar velja at gista í Suðri. Fyriskipararnir vilja fegnir hjálpa til við at finna gistingarmøguleikar.

Skráin

kl. 11.00 – Steypakapping (Um tað eru nógvar tilmeldingar, verður byrjað fyrr á degnum)
kl. 14.00 (uml.) – steðgur og ábit
kl. 14.00 (uml.) – atkvøtt verður um Ársins Telvara, Ársins Stjørnuskot og Ársins Eldsál
kl. 19.00 (uml.) – Talv Gallaveitsla m.a. verður Ársins Telvari, Ársins Stjørnuskot og Ársins Eldsál kosin.

Kappingarreglur

Hvørt lið verður mannað við 6 telvarum. Loyvt er at hava tveir skiftistelvarar á hvørjum liði. Smærri feløg kunnu leggja saman eftir avtalu við TSF. Feløg kunnu luttaka við fleiri liðum.

Í kappingartalvuni verða liðini skipaði sambært úrslitinum frá Steypakappingini 2025, soleiðis at fremstu liðini møtast síðst í kappingini. Harafturat verða innanhýsis dystir ímillum lið úr sama felag avgreiddir skjótast til ber í kappingarskipanini.

Um tíðarætlanin loyvir tí, verður telvað øll móti øllum. Tá tilmeldingarfreistin er farin, verður støða tikin til, hvussu nógv umfør verða telvaði. Telvað verður við tíðini 10 min +5 sek/leik umhugsunartíð til hvønn.

Stendur á jøvnum, tá um nr. 1, 2, 3 umræður, er galdandi:

  1. Innanhýsis dystur
  2. Dupult-umfar: Snartelving (3 min. +2 sek/leik í part til talvið)
  3. 1. borð hjá liðunum: Dupult snartalv og síðani sudden-death, har hvítur hevur 4 min. + 2 sek. og svartur 3 min. + 2 sek. og har kravið er sigur til hvítan

Virðislønir

Steyp til vinnarin og medaljur eru til nr. 1, 2 og 3.

Tilmelding

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til kappingarleidarin@faroechess.com. Tilmeldingarfreistin er týsdagin 28. apríl 2025. Kostnaðurin er 300 kr. fyri hvønn telvara og onnur áhugaði. Við tilmelding skal eisini boðast frá, hvussu nógv eru við til døgurðan.

Feløgini rinda upphæddina til TSF við flyting áðrenn kappingina á konto 6460-155.370.6. Um feløg ynskja at gjalda kontant, skal boðast frá hesum, tá ið meldað verður til.

Ársins eldsál

Feløg kunnu senda tilnevningar við grundgevingum um hvør skal heiðrast sum ársins eldsál til: ingi@faroechess.com. Seinasta freist at senda inn er týsdagin 28. apríl.

Takið lógvatak – og haldið fast – um forkunnuga talvtiltakið !

Við talvkvøðu

Talvsamband Føroya og Suðuroyar Talvfelag

Sí eisini

Innbjóðing til GP finaluna 2026

Leygardagin 21. mars verður Grand Prix finalan telvað í Sandavági. Telvað verður í talvhølunum hjá …