Frásøgn ST open

ST Open var telvað í Sandavági 31/10-02/11. Hetta er fyrsta Open kappingin í kappingarárinum og hesaferð luttóku 14 telvarar. Størsti parturin av telvarum vóru ungir evnarríkir telvarar, tó eisini við luttøku av lokala altjóða meistaranum, Høgna Egilstoft Nielsen.

Les meira »

Venjaraskeið á netinum

Í døgunum 17. – 21. november verður skipað fyri skeiði fyri talvvenjarar í Íslandi. Føroyingar hava møguleikar at luttaka gjøgnum internetið.

Les meira »

Úttøkukappingar til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum í 2026 verður mitt í februar mánaði. 2 føroyingar sleppa við í hvørjum bólki.

Les meira »

Meistararnir snávaðu

FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag var ikki ment at koppa B-liði felagsins í fyrsta umfari í landskappingini í talvi sunnudagin. Sum so ofta fyrr hevur A-liðið trupulleikar við B-liðnum í innanhýsis dystunum í 1. deild. Dysturin endaði javnur 2-2. Fleiri av felagsins fremstu telvarum vóru ikki við sunnudagin. Hvørki Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Carl Eli Samuelsen, Sjúrður Thorsteinsson ella Olaf Berg sóust við talvborðini á Finsen. Miðalaldurin á B-liðnum var lægri enn vant. Nýggjur er Flóvin Matras Tummasarson, sum er fluttur úr Klaksvíkar Talvfelag í Havnar Telvingarfelag. Honum eydnaðist at vinna á Hjalta Jógvanssyni, sama gjørdi Petur Magnussen móti Eliasi Petersen.

Les meira »

Metstór luttøka

Í dag byrjar landskappingin í talvi. Tey ellivu talvfeløgini í landinum hava meldað tretivu lið til kappingina. So stór luttøka hevur ikki verið fyrr.

Les meira »

Javnt í síðsta umfari

Føroyar telvaðu 2-2 móti D-liðnum hjá vertstjóðini Georgia í seinasta dystinum í EM-stevnuni í Batumi, sum endaði í dag. Við tí dystarstiginum, sum vit fingu fyri javnleikin, eydnaðist at ota seg framum Írland aftrat Skotlandi, sum vit høvdu lagt afturum okkum fyri seinasta umfar. Føroyar endaðu soleiðis nummar 38 av 40 liðum í EM. Vit vóru styrkismettir nummar 36.

Les meira »