Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Luitjen A. Apol vann Kjølur Open 2026

Luitjen A. Apol vann Kjølur Open 2026

Í vikuskiftinum varð kappingin Kjølur Open telvað í Klaksvík. Íalt 28 telvarir luttóku í kappingini.
3 kviktalv vórðu telvaði fríggjakvøldið, og tvey langtalv ávíkavist leygar- og sunnudagin.
Luitjen A. Apol gjørdist greiður vinnari og vann øll 7 talvini.

Endaliga støðan
Nr. 1 Luitjen Akselsson Apol (HT), 7 stig
Nr. 2 Ingolf Gaard (KTF), 5 stig
Nr. 3-4 Tummas Martin Sólsker (KTF), 4,5 stig
Nr. 3-4 Petur Gardar Magnusson (HT), 4,5 stig

Ratingvirðislønir
Undir 1800 – Hanus á Lógv (KTF), 4,5 stig
Órataði – Alexander Eikhólm Klevang (HT), 4 stig

Endaliga støðan kann síggjast á hesu síðu: https://s1.chess-results.com/tnr1342545.aspx?lan=32&art=1&rd=7&SNode=S0

Luitjen Akselsson Apol vann kappingina við fullum stigatali.

Sí eisini

Innbjóðing til steypakappingina 2026

Steypakappingin verður telvað leygardagin 2. mai í Salt í Suðri.