Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / BarnaGP2 var telvað á Giljanesi í dag

BarnaGP2 var telvað á Giljanesi í dag

18 luttakarar vóru í tveimum bólkum, 11 í bólkinum 4.fl og yngri, og 7 í bólkinum 5.fl og eldri.

Í bólkinum 5. fl. og eldri gjørdist skjótt greitt, at kappingin um 1. plássi fór at standast millum Baldur og Dávid. Hinir telvarnir tóku stig frá hvørjum øðrum, og tí var einki avgjørt áðrenn seinasta umfar.
Tá avtornaði hevði Baldur fingið 5,5 stig, David 5 stig og síðani vóru Sam, Nóel og Christian javnir á 3 stigum. Mótstøðustigini gjørdu at Sam tók 3. plássi.

Øll úrslitini eru at finna her: https://s2.chess-results.com/tnr1337813.aspx?lan=7&SNode=S0

Í bólkinum 4.fl og yngri vóru 11 luttakarar og kappingin var 6 umfør.
Her var spenningur í luftini og hugaligt at síggja nógvar telvarar royna seg.
Vinnari av kappingini gjørdist Treysti við 6 av 6 stigum, nr.2 var John við 5 av 6 og á 3.plássi var Símun við 4 stigum.

Øll úrslitini eru at finna her: https://s2.chess-results.com/tnr1337809.aspx?lan=7&art=1&SNode=S0

Sandavágs Talvfelag takkar øllum luttakarum og foreldrum fyri eina góða kapping og ynskja blíðan byr víðari í kappingarárinum.

Sí eisini

Fyrsta barna Grand Prix kapping í 2026

Seinasta leygardag varð fyrsta av fimm barna Grand Prix kappingum telvað í Finsen í Tórshavn. Telvað varð í tveimum aldursbólkum – 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri. Omanfyri 30 børn luttóku í kappingini, og stuttligt var at síggja, at fleiri gentur luttóku í kappingini hesa ferð.