Føroyar eru á fyrsta sinni umboðaðar í stóru World Cup talvstevnuni. Kappingin byrjar í Tbilisi í Georgia 3. september. Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska skal royna seg móti superstórmeistaranum Teimour Radjabov úr Aserbadsjan. Hann er í løtuni nummar 22 í heiminum og hevur styrkitalið 2742. Helgi og Radjabov hava einaferð verið í víggi fyrr. Tað var á talvolympiaduni í Istanbul í 2012. Tað var eitt rimmar talv, sum Radjabov vann.
Les meira »Simultantelving á Summar Festivalinum
Leygardagin á Summar Festivalinum varð skipað fyri simultantelving, har stórmeistari okkara, Helgi D. Ziska, bjóðaði av. 10 telvarar tóku av møguleikanum.
Les meira »Helgi ársins norðurlendski telvari
Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska er sjálvurannar kosin ársins telvari í norðurlondum í 2017. Hin er norski heimsmeistarin Magnus Carlsen. Teir eru tilnevndir fyri avrikini í 2015 og 2016.
Les meira »Høgni Egilstoft Nielsen vunnið sín næsta IM norm
Í stóru altjóða kappingini, Faroes Open, ið varð hildin í Kollafirði og endaði í dag, eydnaðist tað unga telvaranum úr Sandavági at vinna sær sín næsta IM norm. Fyri at gerast altjóða meistari (IM), skal ein vinna sær tríggjar normar.
Les meira »Helgi nummar 3
Altjóða talvkappingin Faroes Open í Kollafirði endaði í dag.
Les meira »Helgi í topp 3
Føroyski stórmeistarin hevur nú vunnið seg fram á triðja pláss í altjóða talvkappingini Faroes Open í Kollafirði. Í næstsíðsta umfari týsdagin vann Helgi á danska altjóða meistaranum Martin Haubro. Helgi er ósigraður í kappingini; hevur vunnið trý talv og telvað fimm jøvn.
Les meira »Spenningur í Kollafirði
Indiska stjørnuskotið Srinath Narayanan er framvegis einsamallur á odda í altjóða talvkappingini Faroes Open í Kollafirði. Men favoritturin, Julio Granda Zuniga, úr Peru, er nú beint í hølunum á honum.
Les meira »Høgni bjóðar av í oddinum
20 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen (2323) bjóðar av í oddinum av talvkappingini Faroes Open. Í dag vann hann við svørtum móti Sjúrði Thorsteinssyni (2191). Við sigrinum hevur Høgni nú 4½ stig av 6 møguligum saman við tveimum øðrum telvarum, og har er bert ein, sum er framman fyri á stigatalvuni. Tað er indiski IM Srinath Narayanan (2505), sum aftur vann í dag ímóti GM Allan Stig Rasmussen (2540).
Les meira »Ungur indari einsamallur á odda
Sandavágsmaðurin, Rógvi Egilstoft Nielsen (2353), telvaði í dag oddatalv ímóti 23 ára gamla indaranum, IM Srinath Narayanan (2505). Rógvi hevði hvíta fólkið, men hóast hetta, so eydnaðist honum ikki at gera nakað við sterka indiska telvarin. IM Narayanan vann nevniliga talvið, og hann er nú einsamallur á odda í Faroes Open. Oddasessin grundlegði hann í gjár, tá hann vann ímóti favorittinum GM Julio Granda (2656).
Les meira »Rógvi við í oddinum
Sandavágsmaðurin, Rógvi Egilstoft Nielsen (2353), telist nú millum oddamenninar í stóru talvkappingini Faroes Open, sum verður telvað í Kollafirði í hesum døgum.
Les meira »